Krog á banan!
Enn ein av royndu ungu monnunum í hópinum! Eftir drúgvan skaðasteðg, so kom Kristian Krog Hentze sterkari aftur.
Tað byrjaði væl í 2019, fyrsta árið tá B71 fingu eitt innskot av fleiri yngri kreftum, ið komu suðuraftur at lyfta felagið. Kristian var ein av hesum og spældi hópin av dystum hettar fyrsta árið. Skrásettur fyri heili 39 dystir. Árið eftir var hann eisini væl ávegis at leggja nógvar afturat, men knappliga kom ein sera keðiligur skaði og støðgaði góðu gongdini. Úrslitið var at heimasandsmaðurin sat úti eitt heilt kappingarár.
Í ár var tó tíðin búgvin at taka tað mista innaftur og til endans blivu tað til 26 skrásettir dystir hettar árið og nokkso regluliga fast pláss í byrjunaruppstillingini.
Gleðiligt at Kristian gjørdi av at tørna út fyri barndómsfelagið aftur komandi ár, ið skal verða árið!
Hjartaliga tillukku við sáttmálanum!
Drívið á B71!