Haraldur Egholm er nýggjasti maðurin
Í vaksnamannafótbólti er Haraldur blaðungur; hóast hettar, so hevur hann longu royndir á besta liðnum at taka við sær yvir í komandi kappingarár.
Afturkomin úr Danmark í summar, var tað ongantíð eitt ivamál at Haraldur skuldi skrivað undir við B71 fyrsta dagin. Harald náddi at fáa 138 minuttir í 3 dystum í 1. deild, umframt 7 dystir við U21, áðrenn kappingarenda. Tískil byrjar hann ikki 2023 púrasta á berum, hóast hart arbeiði skal til fyri at tryggja sær plássið á liðnum, eins og tað altíð fer at vera hjá øllum ungu leikarum okkara. Stór kapping er um plássini, men við miðvísum arbeiði, so klára nærum allir at vera ein partur av liðnum og viðvirka til góðu gongdina.
Spennandi verður at fylgja við Haraldi komandi kappingarár. Vanliga plássi er á bakkinum, men tað hevur áður ikki verið óhoyrt at menn skifta eitt sindur pláss, alt eftir hvør tørvurin er á degnum. Nýtímans fótbóltur setur høg krøv til umskiftiligheit og leikarar, ið meistra fleiri pláss, eru sjálvsagt ógvuliga hentir at hava. Sum høgri bakkur var Harald eyðsýndur bæði hjá U21 og á besta liðnum. Hettar og meiri afturat frá Haraldi komandi kappingarár.
Hjartaliga tillukku við sáttmálanum!
Drívið á B71!