Hans er klárur!
Ungi og royndi heimasandsmaðurin við tiltikna skálkabrosinum er klárur at halda góðu gongdina koyrandi.
Tað hevur gingið væl hjá Hans O. Hentze seinastu tíðina. Tíverri hevur hann undanfarin ár og eitt skifti í ár verið ógvuliga nógv darvaður av skaða. Tó so, hevur hann gjørt eitt stórt arbeiði at verið 100% við, so títt og knapt hann hevur verið tøkur og hettar sæst eisini aftur á dystartalinum, ið eitur 94 skrásettir dystir yvir 5 ár.
Serliga seinasta fjórðing av farna kappingarárinum fingu vit ein góðan forsmakk uppá evnini og hvat maðurin megnar tá hann er komin fyri seg. Byrjaði meiri regluliga og var títtari skiftir inn í dystir, tá vit tørvaðu ferð og meiri aggressivitet í álopsspælið.
Hann skoraði 2 mál í 6-0 heimasigrinum ímóti NSÍ, ið var ein av fyrstu dystinum í eini røð av 8 sigrum, ið elvdi til at B71 kundi hótta uppflytingina hjá TB til seinasta leikdag og var sum heild ógvuliga eyðsýndur í slutspurtinum.
Vit vóna og vænta at evnini og ágrýtni fer at koma reiðiliga til sjóndar komandi kappingarár og at vit loksins koma at síggja heimasandsmannin fyri "fuld udblæsning".
Hjartaliga tillukku við sáttmálanum!
Drívið á B71!