Enn ein Hentze eftir

Í fjør høvdu vit tveir Hentze menn, men ein er ávegis niður í lestrarørindum. So er gott at vit enn eiga ein eftir.

Menninir hava gott í at bregða. Pápin, Eli Hentze, spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá B71 í 1986 og spældi síðani óavbrotið við B71 inntil síðsta dyst í 2010, 24 ár seinni.

Longu nú hava báðir synirnir fleiri ár á bakið við B71, og tó at tað ikki ber til at krevja av fólki nú til dags at spæla við einum liðið, serliga tá evnini eru góð og hugurin kanska røkkur longur, so er tað forvitnisligt og stuttligt at so góðir fótbóltsleikarar velja at vera verandi við teirra lítla barndómsfelagið. Bróðurin, Áki Hentze, hevur higartil spælt 3 ár við B71 og er sum sagt, ávegis niður at lesa, meðan komandi kappingarár fer at vera 5. ferð at Bogi Hentze játtar seg at tørna út í gulum og bláum.

Tað kenst sum at vit hava gjørt okkurt rætt, tá allir hesir ungu hava so góðan hug at hjálpa B71 fram á leið.

Longu nú er skrásetta dystartalið hjá Boga 84 dystir fyri B71, bert 19 ára gamal. Sannlíkindini eru tískil góð fyri at ungi heimasandsmaðurin røkkir 100 dystir sum 20 ára gamal. Frálík hagtøl fyri felagsskapin.

Bogi er annars ein hartarbeiðandi miðvallaleikari, við góðum tekniskum førleika og krevir nógv av sær sjálvum og viðleikarum sínum. Ljóðar ikki sørt sum onkur annar man kennir.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar