Kjærbo er við!

Ein av ungu leikarunum sum veruliga gjørdi um seg í 2022, var Jónatan Kjærbo. Sterkur og stabilur og hevur tikið stór lop frameftir gjøgnum árið.

Samanlagt spældi Jónatan 29 skrásettar dystir farna kappingarár og vert er at leggja merki til at bert fáir av hesum vóru á U21 liðnum. Hettar sigur okkum so mikið sum at hesin hevur verið fastur at byrja inni á besta liðnum hvørja einastu ferð og álitið bleiv eisini afturlønt við góðum spælið og fleiri málum.

Ein stóran part av árinum spældi Jónatan í verjuni og hóast tað at byrja við var av neyð, tá skaði og leikbann gjørdu um seg, so fann man skjótt útav at her tóktist at vera sum stoypt hjá honum at spæla og tað sum fyrr var gjørt fyri at fáa endarnar at røkka saman, gjørdist nú vanligt. Tað krevir sítt at vera settur á eitt óvant pláss at spæla, men hettar má sigast at Kjærbo loysti bara heilt væl.

Vit gleða okkum til tað heilt stóra kappingarárið higartil hjá bæði B71, men eisini unga skopuninginum.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar