Ungur maður úr Skálavík
Hettar er ikki fyrstu ferð, eiheldur verður tað síðstu ferð at evnaríkir leikarar koma úr Skálavík.
Millum ár og dag, so hava summir av evnaríkastu leikarunum hjá B71 havt heimstað í Skálavík og tað er gleðiligt at vita at oyggjarfelagið hevur umboðan um alla oynna. At øll í oynni hava tilknýtið til B71 gjøgnum tey úr nærumhvørvinum, ið leika, hevur alstóran týdning fyri at fremja tankagongdina um eitt felag, ið vit øll eiga í felag.
Fríðálvur Kjærbo fylti 16 í februar í ár, men gjørdist nakað darvaður av skaða og sjúku, hvørt merkti at kappingarárið bleiv avbrotið. Tó kom hann aftur mótvegis endanum av kappingarárinum og var regluliga við og góðu fótbóltsevnini eru sjónlig. Síðsta dyst ímóti ÍF bleiv hann skiftur inn og var vandamikil beinanvegin. Vit eru øll sera spent uppá at síggja meira til hann komandi kappingarár.
Annars blivu tað til 14 skrásettar dystir hettar fyrsta árið í vaksnamannafótbólti í 2022, ið heldur ikki er onki, alt tikið í betraktning.
Hjartaliga tillukku við sáttmálanum!
Drívið á B71!