Okkara Gerhard í 1 ár afturat
Fryntligi og arbeiðssami skopuningurin er sera spentur at fara undir enn eitt kappingarár við B71 og náa málsetninginum um uppflyting.
B71 hevur søguliga sæð altíð verið stórframleiðari av dugnaligum málverjum og farna árið høvdu vit ikki færri enn 4 av hesum í hópinum. Símun Rógvi Hansen var regluliga fyrsti málverji, Jóhan Herálvur Hentze var eykamaður, meðan Wenningsted Ørvarodd vardi málið regluliga í U21. Í hálvuni flutti Jóhan Herálvur Hentze niður og Gerhard kom so í hansara stað.
Sjálvsagt er tað ein luksus trupulleiki við so nógvum góðum málverjum, men so er tað gott at samanhaldið millum aftastu skansarnar hevur verið fyrimyndarligt í longri tíð. Saman arbeiða teir miðvíst fyri at trýsta hvønn annan og tað kemur meir enn so fyri at neyðugt er at broyta mannin millum stengurnar og tá mugu menn vera klárir.
83 skrásettar dystir hevur Gerhard higartil leikt við B71, umframt at hann í skiftum hevur leikt tilsamans 48 skrásettar dystir aðrastaðni.
Hjartaliga tillukku við nýggja sáttmálanum!
Drívið á B71!