Neytalortakappingin 2022
Ársins neytalortakapping var avgreidd í gjár. Lorturin datt í landnyrðingshornið!
Nummar 845 vann høvuðsvinningin! 15.000 kr frá Atlantic Airways og ein leyp ið Snikkarakjallarin hjá Bødvari lat, fyltur við fiskapakka frá Norðfra og alskyns heyst- og matvøru!
Punturin uppiyvir lortapuntinum gjørdist nr. 439 og punturin niðri undir gjørdist nr. 140! Báðir hava 20kg blandað neytakjøt frá Hamarsgarði til vinning.
Høgrumegin lortapuntin vann 920 eitt gávukort á 2000kr frá Rólanti Vidtfeldt.
Vinstrumegin lortapuntin vann 375 eitt gávukort á 1950kr frá Grótvirkinum.
Nummar 734, 399, 392 og 100 vunnu hvør sín eplasekk frá Miðstovugarði á Sandi.
Sandoyar Ítróttarfelag B71 og alt neytalortatoymið takka so miriliga fyri sýndan blíðskap frá keyparum og stuðlum, umframt dyggan stuðul!