Ljótasti, men týdningarmesti sigurin leingi

Tað var ikki nógv veiggj í B71 í gjár, tá Undrið var á vitjan, men vit skoraðu eitt mál og gjørdu akkurát nóg mikið. Javnleikurin á Tvøroyri merkir at nógv skal til komandi leygardag.

Nú er skjótt 2 mánaðir síðani B71 misti eitt tað einasta stigið.

27.08 vóru vit og vitjaðu í Leirvík og taptu tann dagin 2-1 ímóti Víkingi, ið somuleiðis ikki hava tapt í 10 dystir, harav teir hava vunnið 9.

Hettar var síðsti dystur vit hava sett stig til yvirhøvir og nógvu málini vit hava skorað hevur eisini elvt til at vit hava otað okkum nærri og nærri at ovastu liðunum í 1. deild. Sigurin á Undrinum í gjár, samstundis við at TB bert fekk málleysan javnleik ímóti ÌF á Tvøroyri, merkir eisini at endaliga avgerðin fellir seinasta leikdag, ið annars ongin væntaði fyri 2 mánaðum síðani. Vit hava arbeitt og spælt yvir allar forvæntningar ímóti sterkastu mótstøðu og skuldi tað hent seg at vit koma til kort í Fuglafirði komandi leygardag (ið als ikki er óhugsandi, tá vit skulu heinta smá 9 mál), so kunnu okkara ergra seg, men teir hava onki at skammast yvir kortini.

Tað verður hart at taka eitt ár afturat í næstbestu deildini, um tað endar við tí, men liðið hevur víst at tað er eitt tað besta í deildini, so tað er nógv sum talar fyri at komandi ár verður árið, um tað ótrúliga ikki hendir seinasta leikdag.


Lítið og onki riggaði

Hóast gongdin hevur verið beint uppeftir seinastu tíðina, so var tað ikki heilt sama liðið, ið trein inn á vøllin ímóti Undrinum í gjár. Vit hava tværreisur áðrenn havt tað trupult at basa nýggjasta liðnum í deildini og dysturin í gjár var onki undantak. Undrið leikararnir eru stórir og fysiskt væl fyri, meðan okkara, ið vanliga bíta væl frá sær, hóast teir í hædd ofta eru minnu menninir, vóru mestsum fyri ongum. Jónas Warner fekk reytt kort í dysti ímóti TB vikuna frammanundan og hettar var sjálvsagt ein missur, ið man sá aftur á miðjuni. Tó so, har ruggaði als ikki rætt á liðinum sum heild og tað kendist sum at kollektivt høvdu leikarar ein lítlan niðurtúr. Rakstur og fletting hevur kanska vigað ov nógv, meðan fótbólturin hevur verið raðfest aftarliga eina løtu. Hvør veit?

Undir øllum umstøðum, so er tað Undrið, ið er fyrst á øllum bóltum, skumpar leikarar okkara til síðis, tekur ímóti øllum álopskendum, ið vit hava at bjóða uppá og vísir tað frá sær, alt heldur lættliga. Allur fyrsti hálvleikur gongur og man freistast at siga at hettar var mest óáhugaverdi dystur leingi.

Um tað ikki var fyri 2. hálvleik, ið var frægari, hóast als ikki góður, so kundi man næstan ikki verið illur, skuldi tað hent seg at havnamenn fingu stig frá hesum dysti.

Tíbetur ressast menn sum frálíður og í 77. minutti fáa vit tíbetur klórað okkum eittans mál ið kemur eftir innlegg úr vinstru síðu. Ein rúgva av fólki troðkast frammanfyri nærmastu stong, frá báðum liðum. Eitt sindur hálv ómøguligt at síggja akkurát hvør ger hvat, men bólturin endar so í málinum eftir trunkaspæl og sagt verður at Tijani Mohammed fekk seinastu berøring á, men dómarin hevur so skrivað niður at tað var eitt sjálvmál, so inntil annað fæst at vita, so er tað tað sum er sannleikin í skrivandi stund.

Undrið royna hvat teir kunnu at fáa útjavnandi málið, men í grundini er tað B71, ið er tættari við at økja til 2-0 hesa seinastu løtuna. Meiri hendir tó ikki í dystinum, ið endar 1-0 til B71. Hóast vit kundu ynskt okkum fleiri mál fyri at lætta eitt sindur um uppgávuna á seinasta leikdegi, so skerst tað ikki burtur at menn vóru glaðir eftir leiklok fyri yvirhøvir at hava klárað at hildið trit við ovastu liðini so leingi. Ein lítlan tíma eftir dystin var harafturat staðfest at TB bert megnaði ein javnleik og tí er lagt upp til truplastu uppgávu leingi í Fuglafirði um eina viku.


Er tað møguligt?

Rokni stykkir og ymsir spádómar um úrslit í eyst og vest eru blivin tveitt aftur og fram her suðuri í vikuvís. Um ÍF tapir ímóti hesum og TB fær javnleik har og Víkingur ger hettar og B71 hitt, so hendir hettar og okkurt annað og okkurt triðja, fjórða, fimta, og alt kann verða líkamikið um bara eitt úrslit gongur hin vegin.

Hóast uppgávan er ótrúliga torfør og "rætta" úrslitið eins ósannlíkt, so er tað ein harrans lætti at vit nú bert hava ein møguleika og vita neyvt hvat skal henda komandi umfar fyri at B71 skal fáa sín vilja og "stjala" eina uppflyting.

Vit skulu til Fuglafjarðar at skora mál. Ikki nokk við tí, tí alt eftir hvussu nógv tað gongur av skriðjuni til hjá TB ímóti Undrinum, so skulu vit samstundis skora eina asins rúgvu av málum. Tað er sjálvandi alla tíðina ein stórur vandi fyri at Undrið ikki fer at megna at koppa TB, men gera teir tað við bert einum málið, so skal B71 stadigvekk út at skora 8 mál fyri at tryggja sær uppflyting. Onkur hevur tosað um at vit skulu heinta 8 mál í alt, men reglarnir fyri deildirnar siga at stendur tað á jøvnum við málmuni, so eru tað vunnin mál, ið telja næst og har hevur TB skorað 15 mál fleiri enn vit. Sostatt eru 8 mál ikki nóg mikið heldur, tí so enda vit javnir í málmuni og tapa uppá vunnin mál ístaðin.

Málið er sostatt at minkað málmunin við 9 málum! Nemmast hevði verið um Undrið hølvar TB av við fýra málum, so vinnur B71 við fimm málum í Fuglafirði og so eru øll glað. Burtursæð frá tvøroyramonnum, men tað er so ikki okkara høvuðpína.

Tað er trupult. Tað er ómøguligt. Men tað var nógv meiri ómøguligt fyri 2 mánaðum síðani og vit løgdu kortini í vaðið og knústu alt sundir, bara fyri at koma í hesa, bara eitt sindur hopleysu uppgávu á seinasta leikdegi.

Vit skíta tí ein langan lort á hvat hendir í Hoyvík henda dagin og hugsavna okkum um at tveita alt eftir uppgávuni í Fuglafirði, vinna stórt og vita hvussu langt tað ber.

Tað er málið. Vit fáa at síggja.

Kom so! 90 minuttir eftir!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar