Trumla alt niður

Tað er spell at vit brúktu so langa tíð um at finna formin í ár. Spælið, og úrslitini, í 2. hálvu, hava prógvað at vit høvdu verið førir fyri uppflyting. Sannlík verður tað neyvan í ár, men vit vinna alt og øll í løtuni. Komandi kappingarár mugu og skulu vit verða enn betri fyri.

Tað var kalt og vátt inni í Dal seinnapartin í gjár. Umstøðurnar vóru so sum so, men spælandi var tað, hóast alt. Vindurin gjørdi tað til tíðir trupult at spæla, so tað er møguliga eitt sindur heppi fyri okkara menn at vit fáa leiðslumálið longu í 3. minutti.

Hans O. Hentze hevur loksins megnað at hildið seg nokkso skaðafrían í seinastuni og eisini verið ein sannur brandur í 2. hálvu. Fleiri mál og upplegg er tað blivið til í ár og í gjár hevði hann eisini ein leiklut í málinum.

Tó er tað Tijani Mohammed ið skal fáa stórt rós fyri gott forarbeiði, tá hann fær bóltin í vinstru síðu, rennur ímóti baklinjuni og leggur inn fyri Hans fær ikki skot á, men bólturin sneiðir ístaðin út til Kristian Krog Hentze, ið er klárur beint framman fyri málið og smekkar bóltin í kassan. TB verjan hevur ongan kjans at forða fyri málinum. 1-0 til B71, men enn eru 87 minuttir eftir.

Tað er ikki uttan orsøk at B71 hava verið svingandi til tíðir í ár. Stór útskifting var á liðnum til kappingarárið í ár, nógvir mans góvust og fleiri komu í teirra stað. Sum heild var útskiftingin góð og til tað betra í flestu førum, men tað skerst ikki burtur, at so nógvar broytingar, við so nógvum ungum monnum í hópinum, ber tað við sær at rutina manglar í summum førum. Góð evnir bera langt, men viðhvørt er tað stórur tørvur á einum ella fleiri monnum, ið hava royndir við øllum møguligum og kunnu leiðbeina á og uttanfyri vøllin. Harafturat, so er hálvtunni hópurin til tíðir ein avbjóðing og gjøgnumgangandi hevði tað verið gott at havt fleiri mans at heitt á.

Tá tað so er sagt, so hevur tað hinvegin verið møguligt í nógvum førum at heitt á U21 leikarar, ið ikki longu eru partar av vanliga 1. deildar hópinum, eins og leikarar, ið annars eru givnir og leika einamest í 3. deild, hava eisini verið við av og á. Tað týdningarmesta er sostatt at menn eru klárir og vilja hjálpa til tá umbønin, ið altíð kemur, kemur.


Stóð á gomlum nøglum til tíðir

Hóast tað meir enn so kom fyri at TB leikarar fingu stórar møguleikar at skora í fyrra hálvleiki og at teir høvdu nakað væl av spælið í seinna, so var tað aldrin soleiðis at B71 var rent yvir enda. Seinni hálvleikur var verjuparturin væl betri fyri enn í fyrra og møguleikar at skora vóru fáir. Í grundini stóðust størstu møguleikarnir av tá tvøroyramenn mistu balansuna og dómarin tók synd í teimum og gav teimum ein góðan frísparksmøguleika. Sami dómari gav B71 fýra gul kort og eitt reytt, meðan TBarnir, ið eftir øllum at døma uppførdu seg penari fingu bert eitt. Tann gløggi lesarin fangar kanska at her verður lagt upp til at dómararnir høvdu meir enn bara ein off-day í gjár. Skuldi karakterur gevast, so dumpaðu teir so dyggiliga.

Eftirsum dómarar hava tað trupult í hesum døgum, so lata vit tað tó liggja fyri hesu ferð. Men nøktandi var tað tíverri ikki.

Tað var javnt, men B71 var betra liðið. TBararnir skutu stundum beint við síðunar av málinum ella himmalhøgt, men tær fáu ferðirnar teir fingu skot á málið, so stóð Gerhard O. Lognberg akkurát har hann skuldi og forðaði teimum. Símun Rógvi Hansen hevur vart málið nærum hvønn minutt í ár, men í gjár var hann ikki tøkur og næsta valið hesu ferð var so Gerhard, ið kom inn og spældi sum um hann ongantíð hevði havt eina pausu. Týdningarmikið! So sera týdningarmikið!


ÍF er farið; hvat ger TB?

Aðrastaðni var fótbóltur eisini leiktur. Fuglfirðingar megnaðu at tryggja sær uppflytingina og hava nærum vunnið deildina í ár. Dysturin í gjár var ímóti Undrinum og tað búði sjálvandi ein vón í sandoyingum at Undrið fór at gera ein vørr og stjala trý stig, ið hevði merkt at møguleikin fyri eini finalu á seinasta leikdegi var enn ein møguleiki. Ístaðin vunnu teir sannførandi og eru ikki til at fanga.

Sigurin á TB í gjár, merkir hinvegin at leiklutirnir eru umbýttir og at sandoyingar nú mugu til at halda við fuglfirðingum næsta umfar, tá ÍF vitjar á Tvøroyri. Vinnur ÍF tann dystin, samstundis við at vit greiða setningin ímóti Undrinum, so er enn ein spinkul møguleiki fyri at vit hála okkum uppum TB á seinasta leikdegi. Hettar hendir tó einans um tvøroyramenn tapa ímóti Undrinum. Endar annar av dystunum hjá TB við javnleiki, so skulu B71 hinvegin trúligt vinna við rímiliga nógvum málum fyri at minka um málmunin millum liðini bæði, ið er 9 mál á muni í skrivandi stund. Tó so. Eins og hvørt mál TB skorar telur upp, so telja latin mál hinvegin, so enn er allir møguligir møguleikar opnir, alt eftir hvat hendir.

Faktiskt tað einasta sum ikki má henda yvirhøvur er at TB vinnur fleiri dystir í 2022. Hendir tað (ella tapir B71), so er yvir og farið fyri í ár og uppflytara liðini eita ÍF og TB.

Vit halda vónini við líka og fokusera á næsta dyst okkara inni í Gula Dalinum ímóti Undrinum.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar