Ordiligt flog!

Hóast tað sjálvandi eru nógv ting sum skulu ganga rætta vegin og líka nógv ting skeivan vegin hjá kappingarneytunum, so lúrir sensatiónin.

Tað var nokk ongin, harímillum telja vit okkum sjálvi, ið eftir eina vánaliga byrjan uppá 2. hálvu, høvdu roknað við B71 sum eitt sterkt oddalið í 2. hálvu. Ambitiónirnar vóru niðurskaleraðar og dentur lagdur á at fáa betri skil á verjupartin, umframt at vit máttu finna málformin aftur. Nógv skuldi til fyri bara at røkka ovaru helvtina av deildini, men so knappliga vendist alt á høvdið og eftir eitt óheppi og tepurt tap ímóti einum væl uppløgdum Víkinga liðið í Leirvík, so hava menninir á besta mansliðnum ikki hugt afturum seg, men beinleiðis blást mótstøðuliðini av bananum. Oddafiskarnir í deildini hava hinvegin ikki verið sannførandi og hettar hevur elvt til at gloppið er svunnið niður í 9 stig til 2. plássið, ið sjálvsagt er nógv, tá man hugsar um at tað bert eru 12 stig eftir at vinna í kappingarárinum, men trý tey seinastu umførini eru tað bert torførir innahýsis dystir eftir ímóti teimum liðunum, ið hava møguleika at flyta upp. Hettar ger tilveruna hjá kanska serliga ÍF eitt sindur truplari enn fyri nøkrum dystum síðani, tá munurin var heili 15 stig.

B71 hinvegin. Vit eru farin í kríggj.

Sensatión?

Man er altíð eitt sindur bekymraður tá tað gongur somikið væl sum tað nú ger. Best-case-scenario krevir at alt gongur upp í eina hægri eind hvørt einasta vikuskifti og tískil er stórt trýst á at levera. Tí er tað so fantastiska stuttligt at síggja hettar B71 liðið levera sannførandi innsats, aftaná sannførandi innsats, so nógvar dystir á rað. Tíverri mugu vit samstundis hopa tað ringasta fyri kappingarneytarnar, tí tað er einasti máti tað enn kann blíva reiðiliga stuttligt á Sandoynni til seinasta dyst.


"We score when we want"

Í gjárkvøldi var enn eina ferð dystur inni í Dal. Fríggjakvøld er ikki optimalt hjá einum 1. deildar liðið at spæla, tað haldi eg enn er ein staðfesting, eisini hóast vit í seinastuni hava verið flúgvandi, eisini, gerandiskvøld, hvørt als ikki hevur verið vanligt.

Tað ganga bara 9 minuttir til B71 hevur brotið ígjøgnum NSÍ verjuna og bólturin liggur í netinum. Áki Hentze sendir ein langan bólt frá aftanfyri miðjuna og fram í vinstru síðu, har Jónas Warner er farin til stroks. Hann ger eina kropsfintu og sneiðir sær aftur øvugtan veg burtur frá málinum og smekkar so til lágt í vinstru síðu av málinum. NSÍ málverjin røkkir ikki niður til skotið, ið endar við at trilla inn í netið. 1-0 til B71.

B71 hevur nógvar møguleikar, bæði áðrenn, men eisini aftaná leiðslumálið, og eru sum heild spælstýrandi allan dystin. Í 21. minutti verður bólturin spældur mótvegis Jovanni "Gio" Garcia á vinstra vongi. NSÍ verjuleikarin fer niður í eina glíðandi takling og selir seg fullkomiliga og vekk er B71arin, til stroks eftir vinstru síðu, allan vegin ímóti sekstanmetrinum, har hann leggur bóltin flatt og hart innfyri málið. Jónas Warner er runnin við og kemur akkurát tíðs nokk inn í 5 meturin at seta innarusíðuna á og so er 2-0 til B71!

Fleiri møguleikar eru afturat hendan hálvleikin, men fleiri mál koma ikki enn. Støðan er sostatt 2-0 í hálvleikinum.

Í 2. hálvleiki heldur B71 trýstið á fram og í 64. minutti bragdar endiliga og triðja málið, ið vit hava leita eftir eina góða løtu, fellir okkum í lut.

Tijani Mohammed fær bóltin spældan úti í høgru síðu og leggur hann aftur til Kristian Krog, ið sær at Hans O. Hentze, ið var skiftur inn miðskeiðis í fyrra hálvleiki, heldur avstað afturum verjuleikararnar. Kristian sendir bóltin prikkabeint afturum verjuna og rennibanan hjá Hans. Málverjin kemur út og bólturin støkkur uppfrá, so ungi heimasandsmaðurin velur at seta innarasíðuna á og bólturin ferðast í einum bleytum boga uppum málverja og inn í málið. Eitt sera væl frágingið lobb og so er 3-0 til B71 og seinna málið hjá Hans, ið leingi hevur verið darvaður av skaða, í kappingarárinum.

Nú er skrædnað hjá NSÍ og skaðin verður verrið enn.

Í 73. minutti førir miðverjuleikarin, James Drye, bóltin úr verjuni og yvir til Jónas Warner, ið tekur yvir og tekur eitt trekk frameftir. Hann sær at Hans enn einaferð ger klárt at renna frá verjuni og spælir eina frálíka stikning í føturnar á áloyparanum. Málverjin roynir enn einaferð at koma út og fyrst til bóltin, men Hans er ov skjótur. Hann velur at lobba enn eina ferð og tá ið tingini fyrst rigga, so riggar alt. Eitt frekt og lekkur lobb uppum málverjan, ið onki fær gjørt. Bólturin endar í netinum og so er 4-0 til heimaliðið.

Sum sagt, so riggar alt hjá heimaliðnum og hjá NSÍ riggar bara onki, ið er ein kensla vit kenna alt ov væl. Hans Hentze vinnur bóltin á miðjuni og bólturin endar hjá, og nú er tað man tíverri ikki er heilt vísur, men vit gita tað er nýggjasti maðurin í hópinum í ár, Magnus Hentze, ið kom til B71 at spæla úr HB í hálvuni, ið roynir at stinga bóltin fram til Tijani Mohammed. Bólturin verður í øllum førum taklaður av einum NSÍara, men bólturin støkkir upp í luftina og uppum verjuleikaran, ið dekkar ghanesiska Tijani. Áloyparin tekur hegnisliga eitt trekk og hálvfluktar bóltin uppum málverjan og so er 5-0 til B71!

Seinasta málið verður skorað í 87. minutti, tá B71 vinnur eitt fríspark í eini góðari støðu, 20 metrar út frá høgru síðu av málinum. Áki Hentze verður settur at skjóta og tað ger hann bara til UG. Skotið er hart og fer beinleiðis ovast í høgra málhorn. Eirindaleyst!


Hvat er eftir?

Ikki nógv er stutta svarið. Hvørt einasta umfar frá nú av er enn ein finala. B71 skal halda á fram at vinna allar dystir og hóast tað í skrivandi stund er ein teoretiskur møguleiki at fanga annaðhvørt TB á 1. plássinum ella ÍF á 2. plássinum, so er tað nokk størri sannlíkindi fyri at fanga vit nakran aftur, so má tað vera ÍF.

Sum sagt, so skulu vit (hægst sannlíkt) vinna 12 av 12 stigum, meðan ÍF í hægsta lagið má fáa 3 stig tilsamans komandi fýra dystirnar. Um tað ikki var fyri mátan, ið 1. deild kappingin er háttað, so var møguleikin sera lítil. Hann gerst tó størri tá man tekur í betraktning at tríggir teir síðstu dystirnir hjá ÍF eita Undrið, TB á útivølli og so B71. Næsti dystur hjá ÍF er hinvegin 07 Vestur á heimavølli og tað er litið sum bendir á at vágamenn eru førir fyri at leggja fótonglar fyri fuglfirðingar á hesum sinni. Mest sannlíkt er at B71 má dúva uppá at Undrið og TB klára at greiða setningarnar við sigrum, tí so er lagt upp til eina finalu í Fuglafirði á seinasta leikdegi, har B71 við einum sigri og betri málmuni, kann loypa uppum fuglfirðingar og stjala uppflytingina.

Fyri tað fyrsta, so er hettar eitt matematiskt roknistykki av teimum heilt stóru. Harnæst, so eru so nógv ting sum kunnu ganga skeiva vegin, áðrenn vit nakrantíð koma til hesa hypotetisku finalu. Men sum okkara stóru fyrimyndir í Onglandi syngja:

"We still believe"

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar