Enn ein stórsigur

B71 hevur skorað 11 mál í trimum dystum og prátið um mál krisu man dyggiliga vera lagt til hvíldar. Í øllum førum fyribils.

Seinastu tíðina, nú vit ikki hava havt eyguni so nógv eftir nakrari uppflyting, so hevur fokus verið ymsa aðrastaðni. Vit hava miðað spakuliga eftir at royna eftir 3. plássið, men fyrst og fremst, so hevur málið verið at royna og betra um úrslitið frá í fjør, bæði viðvíkjandi stig, men eisini málmuni. Hettar fer at geva okkum eitt betri grundarlag at styrkja okkum til komandi kappingarár og higartil eru vit frammanfyri hvar vit vóru um sama mundi í fjør. Tá 22 umfør vóru spæld í fjør, høvdu vit 33 stig og málmunurin æt +6. Eftir KÍ dystin í gjárkvøldi eru vit á 37 stigum og málmunurin eitur +13. Smærri, men týdningarmikil lop frameftir.


Tijani funnið formin

Hóast ghanesiskt føddi Tijani Mohammed hevur verið álopsleikari í nógv harrans ár, so hevur hann ikki altíð verið tann vandamiklasti tá tað kemur til at pota bóltin í kassan. Tíðum hevur hann havt uppleggjara leiklutin og tað hevur eisini kunnað verið ein marra hjá mótstøðu verjuleikarum at dekka upp og halda stýr uppá, men málini sjálv eru meira sporadisk. Hettar hevur tó altíð verið í lagið, tí innsatsurin hevur sjáldan ligið eftir, men í gjárkvøldið tóktist tað sum máltevið aldrin hevði verið burtur. Hattrick í Klaksvík bleiv tað til. Ífylgi Faroesoccer, so hevur Tijani nakrar ferðir skorað tvey mál, men hettar er fyrstu tað er hent, alla tíðina Traðarmaðurin hevur búð og spælt í Føroyum.


Guli Dalurin gyngar

Tað er tá tað gongur allar ringast at tørvur er mest á hjálp. Tað gekk ikki heilt eftir vild hjá besta mansliðnum í tíðini rundanum summarferiu og hettar leiddi so tankarnar yvir til tørvin á meiri organiseraðum fjepparum, ikki bert til dyst, men eisini sum heild er tað gott at hesin parturin av felagnum hevur skipað seg og fær tað burturúr sum tey ynskja.

Navnið bleiv Guli Dalurin og fjepparafelagið hjá B71 bleiv so stovnað og hevur roynt sum frægast her í uppstartinum at skipa fyri eyka hugna í samband við heimadyst og ferðing í samband við útidystir.

Tað sæst væl at hettar hevur verið ein mangul vøra, tí bæði leikarar og áskoðarar viðmerkja tann batnaða stemningin og tað merkist inn á vøllin og sæst nokk eisini á úrslitunum.


Javnt eina løtu, men so...

B71 leggur betri út í dystinum í Klaksvík. Menninir eru uppsettir og 8 minuttir inn í dystin skorar Tijani Mohammed til 1-0. Dávid Biskupstøð Andreasen hjá KÍ fær javnað eftir hálvan tíma og tað sær leingi út til at hettar fer at vera hálvleiksstøðan. Í 44. minutti sleppur Jovanni "Gio" Garcia til skot útifrá og setur hann svikaleysa trygt lágt í vinstru síðu av málinum til 2-1, ið eisini er støðan til hálvleik.

Í 2. hálvleiki er eitt sindur rótut til tíðir, men tað kenst tó sum at B71 hevur tamarhald á støðuni, leikararnir eru sum heild tryggir og tykjast vita væl hvat teir skulu gera og hvussu spælast skal.

Hóast vit gera eitt gott arbeiði at skapa málmøguleikar, so eru tað summar tilfeldigheitir, ið koma at vera avgerandi eisini. Í 76. minutti missir KÍ málverjin bóltin og Tijani Mohammed, ið var allastaðni hettar kvøldið, leggur seg at trýsta bóltin, sleppur púra leysur og setir bóltin í tóma málið til 1-3.

Í 88. minutti er aftur galið í KÍ verjuni og aftur er tað Tijani Mohammed, ið er vakin og fær smekkað bóltin í kassan og seinasti naglin er smíðaður í KÍ kistuna hettar kvøldið. 1-4 til útiliðið gerst endaliga úrslitið.


Munurin minkar millum liðini

Meðan vit hava stríðst við at fáa tingini at rigga á heimabeiti, so hava liðini rundanum okkum spakuliga mist fleiri og fleiri stig, hvørt merkir at vit nú liggja á 4. plássi og tað sum fyrr æt 15+ stig upp til ÍF er nú 12 stig. Tað eru 5 dystir eftir, so tað er enn bara ein ynskidreymur, men vert er at nevna at seinastu 3 dystirnir hjá ÍF fara at vera ímóti TB, Undrinum og so okkum á seinasta leikdegi. Hinvegin hava vit somu skrá og skulu stadigvekk gera eitt hesta arbeiði fyri at savna stig og minka um munin.

Men. Kjansurin er har. That's all I'm saying...

Næsti dystur er heima ímóti NSÍ og tað er igen, igen, eitt fríggjakvøld. Eftir tann dystin verður landsliðssteðgur og ríkiligt av tíð verður tá at gera roknskapi upp. Spennandi tíðir fyri framman óansæð.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar