Trýstu fuglfirðingar í botn

Tað var sera stuttligt at sita inni í Dal í gjárkvøldið og merkja dygga stuðulin kring vøllin. Kenslan var borin inn á vøllin, tí leikararnir góvu alt og meir afturat.

Skjótt gongur hvønn vegin, tað kunnu vit í øllum førum staðfesta. Fyri nøkrum heilt fáum vikum síðani tosaðu vit um skoringskrisu og hvussu tað kendist nærum ógjørligt at vinna stig uttan ein desideraðan málslúk. Seinastu fýra dystirnar hava vit tó skorað 10 mál, ið er 2,5 mál í miðal. Harafturat hava vit víst góðar taktir ímóti liðum í bæði lægra og hægra endanum. Tað skerst ikki burtur at liðið hevði havt ómetaliga gott av einum sonevndum málslúki. Einum out-and-out málskjútta, sum eingilskmenn kallað tað. Hinvegin, so er tað gott at vit fáa prógva fyri øðrum og fyri okkum sjálvum at nógvir málfarligir mans er longu á liðnum sum er.

Líka frá dystarbyrjan er tað eyðsæð at ÍF fær onga nemma uppgávu inni í Dal í gjárkvøldi. B71 trýstir og trýstir og verður borið framm av nógvum rópi og stuðuli frá teimum nógvu stuðlunum, ið gerast fleiri og fleiri, í takt við at fyrri hálvleikur rundar av.

Góða spælið og ágrýtni gevur úrslit longu í 18. minutti, á Alvi Jespersen á bakkinum sær Jónas Warner spela avstað frameftir og sendir bóltin afturum verjuna. Ein ÍF verjuleikari fær ikki fatur á bóltinum í luftini og ístaðin strýkir Jónas avstað fríur ímóti málverjanum og lobbar bóltin hegnisliga uppum og í málið til 1-0. Eitt ísakalt mál og kenslan er góð.

Fyrri hálvleikur endar við eini 1-0 leiðslu til heimaliðið.

2. hálvleikur er ikki meir enn 6 minuttir gamal tá Gio verður feldur í vinstru síðu og Jónatan Kjærbo og Jónas Warner stilla seg klárar at taka frísparkið. Tað verður skopuningurin Jónatan Kjærbo, ið svingar bóltin innfyri. Eitt sindur av hondgemeng er í sekstanmetrinum og tað tykist sum at Alvi Jespersen dettir framav og dómarin floytar fyri brotssparki. Tað er í skrivandi stund ikki heilt greitt akkurát um hettar var støðan sum elvdi til avgerðina, men brotsspark er so dømt og Tijani Mohammed verður settur at skjóta. Ghanesiskt føddi heimasandsmaðurin úr Trøðum setur bóltin lýtaleyst í mitt í málið, meðan málverjin blakar seg í høgru síðu. 2-0 til B71!

Í 64. minutti er aftur galið hjá fuglfirðingum. Jónas Warner fær fatur á bóltinum á hálvuni. Hann vendir og snarar sær framvið eini tveimum ÍF leikarum og setur ferð á fram á vøllin. Ein ÍF verjuleikari er nær við at takla bóltin frá evnaríka heimasandsmanninum, men Jónas strekkir seg og sendir eina stikning ímillum verjuna til Gio, ið ger skotfintu við málverjan og gerst næstan ov seinur at skjóta. Tíbetur finnur hann eitt gloppið at skjóta og setur bóltin í netið til 3-0!

Í 71. minutti sovna okkara menn eina lítla løtu og ein ÍF leikari sleppur at renna rímiliga ótarnaður framvið í vinstru síðu og leggja inn til ein púra víðopnan Dánjal á Lakjuni, ið bara skal seta innarasíðuna á til 3-1.

Næstu løtuna missa okkara takið eitt sindur, men verjuketan við Alva, James, Allani og Jónatan og Símun Rógva í málinum hava, fyriuttan eina málið, nærum fult tamarhald á ÍF álopunum allan dystin á tamb. ÍF hevur eina góða periodu í 5-10 minuttir hareftir, men fáa ikki meira burtur úr enn nøkur innlegg, ið Sìmun Rógvi kemur væl út til og tryggjar sær, tó við tí úrslitið at hann tværreisur kemur niður at liggja eina løtu. Tíbetur er tað onki alvorligt, men tað elvir so til 6 minuttir av eykatíð, ið tó kemur og fer uttan stórvegis hóvasták.

3-1 er endaliga úrslitið og tað er ein fult uppiborin sigur til heimaliðið, ið hóast svingandi úrslit gjøgnum árið, í hesum dystinum vísir at tað kann spæla upp til teir bestu í deildini. Vit manglaðu kanska eitt sindur at kappast í ár, men tað boðar frá góðum komandi árini. Tað er bara at spenna seg út og trúgva uppá tað, tí uppflyting og nýggjar spennandi avbjóðingar liggja fyri framman, tað er onki at ivast í.


Topp 3?

Hóast vit vundu burturúr ÍF á hesum sinnið, so hevur tað tíverri lítið at siga tá vit snakka um at gera seg galdandi á uppflytingarplássunum. Við 15 stigum upp til 2. plássið og 6 dystum eftir, so skal nærum alt fara fullkomiliga í sor hjá fuglfirðingum, meðan sandoyingar skulu spæla feilfrítt við fullum stigatalið hvørja ferð, fyri at tað yvirhøvir skal vera ein møguleiki.

Hettar halda eg vit siga at vit nýtast ikki spekulera meiri í. Men góða gongdin hjá okkum og nøkur týdningarmikil úrslit aðrastaðni hevur elvt til at triðja plássið er væl gjørligt hjá okkum í ár og ein bronsu medalja er meir enn so ein góð troysti premia, um tað skuldi komið har til. Besta mansliðið hevur ikki vunnið heiðursmerkir síðani 2017 tá vit vunnu okkum sætið aftur í deildini og vunnu 2. deild. Tað hevði gjørt gott um vit, um ikki annað, rukku eitt heiðursmerkja pláss í 2022.

Hettar hevur tó ikki vitalan týdning fyri tað sum fer at henda víðari. Men tað er gott at hava ein málsetning at miða ímóti, so hví ikki hava frægasta úrslit sum málsetning.

Seinastu 6 dystirnar skulu vit kempa sum úlvur á skóg, so fara vit væl nøgd hóast alt inn í vetrar hálvuna og fyrireika okkum til eitt søguligt 2023!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar