Loksins komu mál
Tað hevur gingið striltið at fáa bóltin innum strikuna, men tað gongur framá og leygardagin bragdaði rættuliga.
Dysturin er ikki meir enn 3 minuttir gamal, tá HB letur mál inn. Tijani rekur í høgru síðu og sendir bóltin hart og flatt innfyri. Ein HB verjuleikari er óheppin og beinir bóltin í egið mál. 1-0 til B71.
Hóast dysturin endar við einum dyggum sigri, so er tað ikki í 1. hálvleiki at nógvu málini koma. Vit fara til hálvleiks við bert tí eina sjálvmálinum, so í so máta sá tað út sum "business as usual" við nógvum møguleikum, men fáum málum.
Hettar broytist tó í 57. minutti og næstu 10 minuttirnar. Fyrst vinnir Jónatan Kjærbo bóltin aftur til B71 í vinstru síðu og sendir bóltin beinleiðis í rennibanan hjá Tijani Mohammed, ið rekur kvikliga ímóti málinum. Ein HB verjuleikari klárar at fylgja við og taklar bóltin eitt sindur út í vinstru síðu, Tijani fer aftaná og leggur bóltin innfyri aftur til Gio, ið ikki fær skotið sjálvur, men ístaðin leggur hann av til Jónas Warner, ið høggir til á kantinum á sekstanmetrinum og setur bóltin vinstrumegna í netið. 2-0 til B71.
Tríggjar minuttir seinni er Jónas aftur á blettinum, tá B71 vinnur horna í vinstru síðu. Bólturin verður sendur innfyri, tætt innundir mál og málverjin boksar bóltin niður til Jónas, ið setur bóltin ómakaleyst í netið til 3-0.
Fjórða málið er enn ein long sending, hesuferð úr høgru síðu, diagonalt yvir til Gio í vinstru, ið hegnisliga fær tikið bóltin niður framvið málverjanum og sett bóltin í tóma netið. 4-0 og fleiri mál koma ikki í hesum fótbóltsdysti.
Týdningarmikil styrkisroynd týskvøld
Tað er sjálvsagt óheppi at vit hava ein truplan dyst mitt í viku, orsaka av útseting, men man kann so siga at tað er ein góður máti at styrkismeta seg í verandi stund. ÍF hevur havt tað trupult at koma ordiliga í gongd í 2. hálvu, men teir hava hóast alt fingið úrslit og liggja væl í svinginum til uppflyting. Vit hinvegin hava ikki verið nóg støðug til at blanda okkum í oddinum og skulu heldur fokusera uppá at tryggja okkum so nógv stig sum gjørligt og enda árið væl, so ovarliga í stigatalvuni sum til ber.
Fyrsta raðfesting er ein góður innsatsur í annaðkvøld ímóti fuglfirðingum, ið hettar liðið væl er ført fyri at levera!
Drívið á B71!