Stríðast fyri at venda gongdini
Tað er komin eitt sindur av stígi í hjá besta mansliðnum, men í gjár fingu vit tíbetur vent gongdini eitt sindur.
Undanfarnu tríggjar dystirnar hava vit verið fyri trimum ósigrum. Vit hava spælt ímóti núverandi 1, 3 og 4, so allir hava verið toppdystir í 1. deild. Í gjár skuldu vit, av røttum, leikt ímóti einum av liðunum, ið liggja í niðaru helvt, men nógv útskeldaða evropeiska umleggingin av klárt mest raðfestu deildini í Føroyum, merkti at B36 kundi velja frítt at koma suður við nøkrum leikarum, ið vanliga spæla á hægri støði. Enn einaferð so er tað øll onnur enn føroysk topplið, ið merka sviðan av vánaligari planlegging og einari øgiligari girnd eftir at hesi feløg klára seg so væl sum gjørligt.
B71 má bara smyrja seg við, fyri óteljandi ferð, at blíva niðurraðfest. Skammiligt, men eftirhondini ikki óvæntað frá ovastu leiðsluni.
Tað er eitt væl upplagt B36 lið, ið møtti upp í gjár og teir spæla sum heild væl. B71 spælir eisini væl, men tað er, enn eina ferð, freistast man at siga, vánaligt verjuspæl, ið opnar upp fyri at B36 kann leggja seg á odda longu í 7. minutti. Tað er nýggi danin í B36, Rasmus Nissen, ið leggur havnamenn á odda og saman við verjuleikaranum Andrias Eriksen mundu vera mest eyðsýndu nýggju menninir úr ovaru deildini hendan dagin.
Í 2. hálvleiki skal B71 royna og rætta upp uppá mistøkini, men tað kendist ístaðin sum rættuligt deja-vu inni í Dal, tí eins og tað hendi í Hoyvík fyri einari viku síðani, so skora mótstøðumenn okkara næstan beinanvegin í 2. hálvleiki. Hesu ferð dømir Heini Viðoy eitt fríspark til B36, ið meir ella minni bara tóktist vera rein forering, so teir skulu fáa ein møguleika og næst smekkar sami danin bóltin í báðar stengurnar av B71 málinum og inn til 0-2.
B71 spælir ikki illani, men tað er enn eina ferð okkara stóri veikleiki at vit eru ikki nóg effektivir framman fyri málinum. Nógv álop og spæl, men fáa svarta onki burtur úr í longri tíð.
Tað er ikki fyrrenn Áki Hentze fær potað bóltin í málið í 78. minutti, at man veruliga hevði eina kenslu av at tað kundi bera til og ofta er hettar for lítið, for seint. Akkurát í gjár var tað tíbetur okkara tørn at hava neyðuga hepni, so vit ikki fóru av vølli við púrt ongum.
Tveir minuttir inni í yvirtíð er aftur trunkaspæl frammanfyri B36 málinum og hóast annars málfarligi Gio, ikki hesa ferð megnar at skjóta bóltin í málið, so dettur bólturin tíbetur fyri føturnar á Jákupi Høgnasyni, ið ikki beinleiðis er noteraður fyri tey nógvu málini. Dysturin í gjár var 80. dysturin hjá knapt 20 ára gamla skálavíksinginum eftir at hann fylti 16 og hettar var bert 2. ferð í alt hann hevur skorað sum vaksin og 1. málið á besta mansliðnum. Tillukku við tí. Tað var sanniliga eitt týdningarmikið mál, ið skaffaði okkum eitt.
Dómarin floytar dystin av stutt eftir, ið endar við 2-2 javnleiki.
Áhugin er stórur; meiningarnar fjølbroyttar
Tað er sanniliga ikki sum at siga tað hjá B71 at fáa sett eitt kappingarført lið saman í 1. deild. Nógvar eru meiningarnar og í og við, at leikarsamansetingin gerst betri og betri, so verða eisini fleiri og fleiri meiningar. Hettar merkist væl alla tíðina, bæði við vøllin, men eisini aðrastaðni, tá man tosar við sandoyingar. Nógvar eru meiningarnar og kjakast verður dúgliga um hvat man burdi gjørt, hvat man ikki burdi gjørt, hvørjir feilir eru gjørdir og hvussu og hvat og alt millum himmal og jørð.
Alt hettar er sum heild jaligt.
Tað er hinvegin ikki øllum man er samdur í. Man skal sjálvsagt ikki taka patent uppá sannleikan, men stendur man á odda fyri einum felagsskapi, so má man taka avgerðir og standa við tær. Tað er sjáldsamt at allar avgerðirnar eru væl dámdar. Frá seinasta kappingarárið til núverandi kappingarár, var t.d. stór útskifting í besta mansliðs hópinum og er hettar eitt av heitastu samtalu og afturvendandi samtalu evnunum. Ikki øll vóru samd í hvørja leið vit gingu í løtuni og avleiðingin var at summi góvust, meðan onnur løgdust afturat. Hettar er ikki nakað kritisabult, men bara ein staðfesting av at vit eru so ymisk og tað stendur øllum frítt at vera partur av einari sak ella lata vera.
Eitt annað dømi um afturvendandi kritikk, er hví ein so góður málskjútti, sum Clayton Soares, ið enntá býr í Skopun, ikki spælir við B71 í ár.
Hendan avgerðin var t.d. ein av teimum torføru at taka og ein av teimum sum ikki fer at vísa sítt virði fyrrenn longri fram í tíð. Tað var mett at tað var ein bjarnatænasta fyri restina av hópinum, at dúva uppá ein málskjútta, ið hóast góður, livur uppá lánta tíð sum fótbóltsleikari. Harafturat hoyrir tað við til søguna at hóast Clayton skoraði 20 mál í fjør, sum fólk rætt nokk siga, so skoraði hann 14 í fyrru hálvu og 6 í seinnu hálvu og, sum hann sjálvur segði í samrøðum í vetur, so var hann við at eldast og vildi helst sleppa undan at spæla nakran størri leiklut framyvir.
Alt hettar vita fólk flest tó ikki og tann sjálvsagda orsøkin til hettar er at man hevur ikki tíð at ganga og forklára allar avgerðir fyri øllum fólkum, um man vil tað ella ei. Vilja fólk vita meira ella kritisera tiknar avgerðir, so er tað tað vit hava aðalfundir til eina ferð um árið. Hettar skýggja flestøll tó sum pestin, tá avtornar.
Hvat er næst?
Stutt sagt, so er næsti dystur næst. Fyribils, so er tað meiningsleyst at tosa um at fanga nakað annað lið. Vit skulu vinna ein dyst fyri og annan eftir. Møguleikin fyri uppflyting er fyribils eisini fánaður nakað, men tað er heldur ikki nøkur katastrofa. Vit taka støðið í veruleikanum sum hann er. Beint nú liggja vit miðskeiðis fyri í deildini og hava tørv á at fáa eina sigursrøð upp at koyra og heinta so nógv stig sum gjørligt. Næsti dystur er ímóti HB í Havn leygardagin og tað er bara hesin dysturin og hesi 3 stigini, ið hava týdning beint nú.
Vit hava steðga ringu gongdini fyribils. Málsetningurin er ein sigur í næsta dysti, so taka vit tað har frá.
Drívið á B71!