Mangla málskjúttar

B71 hevði eini 10-15 møguleikar at skjóta málini, ið skuldu til. Men ongin tók av.

Sjáldsamt at síggja ein dyst við so nógvum yvirvági í málmøguleikum og so fær man púrasta onki burturúr, men hettar var tíverri tilfeldið í Hoyvík á ólavsøku.

Ætlanin var at rysta vánaliga endan av 1. hálvu av sær og byrja 2. hálvu við stigum ímóti kappingarneytunum úr Undrinum. Ístaðin var tað Undrið, ið hóraði undan og, heldur ótrúligani, hølvaði okkum av. Gjørdu teirra arbeiði til litar og vóru hepnir. Men mangulin uppá ein málskjútta var ótrúliga eyðsæð hettar kvøldið og tað gjørdist banin hjá útiliðnum úr Sandoynni.

Fyrsta málið var eitt sindur av forering frá okkara síðu eftir 10 minuttir og vit eru tíverri tíðliga afturút, men dysturin var enn ungur og tað tóktist til at eitt B71 mál fór nokk at koma. Men til hálvleiks fara vit so málleysir og Undrið er frammanfyri 1-0.

2. hálvleikur byrjar og ætlanin er at fáa útjavnandi málið sum skjótast. Hettar miseydnast og ístaðin fær Villiam Klein hjá Undrinum langað bóltin í netin við einum langskotið eftir 5 minuttir. 40 minuttir eftir og uppgávan er torfør.

B71 spælir nógv út á vengurnar og tað er ríkiligt av álopum og innleggum, ið kunnu gerast vandamikil. Ífylgi dystir.fo hagtølum, so hava vit 18 horna og 14 stórar møguleikar hendan dystin, meðan Undrið hevur 3 og 2. Tað sigur so at siga alt man nýtist vita um dystargongdina. B71 hevur allar møguleikar at skora, men tekur aldrin av, meðan Undrið tekur av teimum hálvu møguleikunum, sum knappliga uppstanda. Tað er alla æru vert, men tað er onki at ivast í at var útiliðið bara eitt sindur kompetent frammanfyri málinum, so fekk heimaliðið millum lítið og onki burturúr hesum dystinum.

So var tó ikki og fyri at eyðmýkingin skal vera fullkomin so skorar Undrið eitt triðja mál í yvirtíðini og vinna 3-0.

Fáa vit ikki vent málturkin vit eru í, so kann tað gerast kostnaðarmikið restina av kappingarárinum. Fyrsta royndin at koma aftur uppá rættkjøl verður nú leygardagin, tá HB vitjar inni í Dal.

Fyrst og fremst so skulu vit tryggja okkum fleiri stig á kontoina og síðani skulu vit vera nógv meiri málsøknir enn áður. Óansæð hvussu vit venda og snara tí, so er tað ein sannroynd at í fótbólti skal man skora mál.

Vit royna aftur leygardagin. Aftur uppá rættkjøl!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar