Royndur styrkur til verjuna
Allan G. Tungá byrjaði yrkisleið sína í KÍ, heilt afturi í 2005 og spældi nakrar heilt fáar dystir í 2. og 1. deild við klaksvíksingum, áðrenn leiðin gekk suður í Sandoynna í 2008, har hann náddi at spæla heili 143 dystir, áðrenn eitt starv sum fysiskur venjari dróg hann til B36 í 2019.
Í ár gekk leiðin tó norðeftir til Toftir, saman við venjaranum Jákupi á Borg, har hann røkir sína dagligu skyldir sum fysiskur venjari.
Fyrr í ár var greitt at verjuleikarin Jákup Høgnason fór at gevast og skuldi niður at lesa eftir summarferiuna, so nógv bleiv sett inn at royna at finna eyka styrk til verjupartin og í samráð við B68 og Allan, hava vit megna at gjørt eina avtalu, har veteranurin við nógvum royndum, bæði hiðani, men eisini aðrastaðni, tørnar út fyri okkum í 2. hálvu, sum leikari.
Hópurin hjá B71 er ikki velduga stórur, so tað hevur sera stóran týdning fyri okkum at maður kemur í mans stað og vit vænta at nýggja avtalan við Allan kemur at vera sera gagnlig fyri allar partar tá avtornar.
Allan spældi 8 kappingarár fyri B71 frá 2008-2018 og er nú aftur tengdur at besta liðnum hjá B71 frá í dag av, til kappingarenda. Vit gleða okkum at síggja hvat hann fer at diska upp við komandi tíðina.
Hjartaliga tillukku við sáttmálanum og hjartaliga vælkomin heim aftur!
Drívið á B71!