Ungi heimasandsmaðurin við í 2. hálvu

Harald Egholm av Sandi hevur verið niðri í skúla og er nýliga afturkomin og klárur at vera við í hópinum tað sum restar av kappingarárinum.

Tað er altíð gleðiligt tá B71 ger sáttmálar við okkara egna unga og evnaríka fólk, so tað vóru sera góð tíðindi tá vit settu okkum í samband við Harald og hann var áhugaður at koma og spæla við B71 og fáa neyðugar royndir í vaksnamannafótbólti. Afturat besta liðnum, so er væntandi at Harald verður góður at hava hjá U21 liðnum, ið hevur verið eitt frískligt innslag aftur í ár.

Harald er verjuleikari burturav og fyllir 17 í ár, so tað verður spennandi at síggja hvussu ungi maðurin mennist komandi tíðina.

Vit fara at ynskja Haraldi hjartaliga til lukki við sáttmálanum, ið er fyri kappingarárið 2022 í fyrstu atløgu.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar