James Drye aftur í 2023
Fryntligi og arbeiðssami amerikumaðurin hevur játtað seg at leika við B71 næsta ár eisini.
Fyrr í ár komu heili tríggir amerikanarar til felagið at royna eydnuna í Norðuratlantshavið, saman við B71. Millum teirra var verjuleikarin, James Drye, ið kom líka úr Las Vegas, Nevada til Skopunar at búgva, ið má sigast at vera nakað av eini broyting í tilveruni.
Man skal ongantíð gloyma at hóast felagið brúkar nógvan pening millum ár og dag uppá útlendska leikarar, fyri at røkka so langt sum gjørligt, so er tað altíð eitt sats. Bæði kunnu leikarar ikki liva upp til tað man av fyrstan tíð væntaði og harnæst skal man minnast til at leikarar koma frá eini aðrari mentan, einum øðrvísi veðurlagið og fólkaslagið. Alt hettar merkir at tað krevir tíð hjá hvørjum einstaka at finna seg til rættis í einum nýggjum staðið. Summi gera hettar skjótari enn onnur, men sjáldsamt er at tað er lætt, serliga at koma frá einum stórum staðið til eitt so pikkalítið stað sum Føroyar og Sandoynna.
Tá tað so er sagt, so er tað merkisvert at útlendsku leikararnir hava funnið seg bæði skjótt og væl til rættis. Fólki rundanum felagið og í oynni hava tíbetur gjørt eitt megnararbeiði at hjálpa teimum og fáa teir at kenna seg væl og tað merkist eisini tá man tosar við útlendsku leikararnar. Teir hava alt gott at bera felagnum og fólkunum. Hettar hevur uttan iva hjálpt okkum, tá vit í hálvuni hava sett okkum saman at tosa um framhaldandi samstarv partarnar millum.
Fyrstur at taka av tilboðnum um nýggjan sáttmála hesu ferð, er so James, ið hevur verið stinnur á bakkinum og víst sínar dygdir bæði í verju og álopið, umframt at hann uttanfyri vøllin hevur víst seg at vera ein góð persónligheit og ein góð hjálp at venja børn og ungdóm hjá B71, eins og hinir amerikumenninir.
Farnu árini hevur tað tíverri verið alt ov vanligt at útlendsku leikararnir bert hava verið við B71 tað eina árið, so hava hesir, av ymsum orsøkum valt ikki at halda á fram. Hettar hevur elvt til eina rúgvu av útskifting, ið ikki er tað allarbesta fyri eitt felag, ið ynskir reglusemi og møguleikan at leggja langtíðar ætlanir.
Nú er James Drye so kunngjørdur sum verandi B71 leikari í 2023 og vit fara at ynskja honum til lukku við sáttmálanum og góða eydnu næstu 1½ hálva árið, ið hann í øllum førum spælir við B71.
Drívið á B71!