Lítið millum partarnar

Tað vóru nakrar fáar dystaravgerðandi støður í gjár, ið endaðu við at koppa ein sigur til TB.

Tað er væl skiligt at fólk á Tvøroyri hildu seg vera ovenpå í gjár. TB er í gongd við eina óluksáliga góða sigursrøð og tey vóru ivaleyst sjálvsikkur áðrenn dyst at hettar skuldi forseta ímóti sandoyingum, ið ikki vístu besta spæl seinastu ferð vit vitjaðu við Stórá.

Hesu ferð byrjaðu vit illa og lótu mál inn longu í 10. minutti, tá Nikolei Johannessen sleppur at standa ov fríur frammanfyri sekstanmeturin hjá B71 og langar til. 1-0 til TB, men so við og við otaðu vit okkum inn aftur í dystin. Møguliga TB hevði eitt lítið yvirtak, men dysturin var púra opin og batnandi spæl gevur eisini úrslit í 38. minutti, tá Jovanni Garcia trekkir frá einum verjuleikara og skýtir eitt gott langskot í TB málið.

1-1 til hálvleiks.

Fáir minuttir eru leiktir av 2. hálvleiki, tá Nikolei Johannessen enn eina ferð leggur TB á odda, hesu ferð 2-1, eftir ov vánaliga uppdekking í B71 sekstanmeturinum. Sum heild gekk tað væl at halda menninar frá møguleikum, í øllum førum munandi betur enn seinastu ferð vit vitjaðu. Men hesu ferð glapp tað.

Tingini gerast ikki betur tá Carter Beck fær seinna gula korti eftir at hesin 1,7 metur høgi verjuleikarin verður mettur at hava forða yvir 2 metur høga Mikkel Blåholm, ið venandi tveitir seg niður. Tykist hart, men maðurin mátti av vøllinum og B71 skal finna útjavnandi málið við 10 monnum.

Tað er meir enn eina ferð komið fyri at eitt lið við einum manni í undirluta, ressast og spælir upp til mótstøðuliðið kortini. Hettar var eisini júst tað sum hendi eftir reyða kortið og fleiri góðir møguleikar spyrjast burtur úr næstu løtuna.

Besti møguleikin er nokk møguleikin, ið verður okkum noktaður av dómaranum. Aftanfyri 2-1 og við einum manni riknum av vølli, tekur ein TB verjuleikari bóltin við arminum. Dómarin, ið sum skilst eftirfylgjandi, sá bóltin raka armin, metir tó onkusvegna at hettar var lógligt. Hvussu. Ja, tað má víðari gransking til, hjá teimum sum tíma.

Hendan støðan er serliga ring at slúka, tí hettar kundi havt vent dystin til okkara fyrimuns. Ístaðin skorar TB eitt triðja mál og so er, fyri sovítt, leyst og liðugt.

Grenj? Kanska. Men sjáldan rýkur av ongum brandi.

TB vinnur dystin 3-1 og hevur tískil lagt seg heldur tungt á 1. plássið í deildini.


2. hálva stendur fyri framman

Tað er nú bert tann eini dysturin eftir, áðrenn vit fara í summarferiu og so smátt verður farið at gera klárt til 2. hálvu av kappingarárinum.

1. deild menn hevur ein dyst eftir longu týskvøldið ímóti KÍ. Vónin er at enda 1. hálvu við einum sigri og so er spenningur um í øllum førum seinna uppflytingarplássið í deildini, tá vit byrja aftur um Ólavssøku mundi.

Høvdu vit vilja havt fleiri stig? Ja. Er kappingin harðari enn væntað? Nei.

Man kann siga at vit eru sirka soleiðis fyri sum vit høvdu væntað frammanundan. Kappingin er harðari í ár enn í fjør, men liðið hjá okkum er ein betri eind og stigatalvan reflekterar eisini hendan veruleikan.

Vit hava eitt stig fleiri enn í fjør, og avgreiða vit setningin týskvøldið við einum sigri, so enda vit eisini við fleiri stigum enn um somu tíð í fjør.

Tað er tó ikki okkara meting at vit enn hava rakt toppformin. Skaðar, ávís leikbann og forstýrilsi av ymsum slag, hava merkt okkum. Eitt sindur hepnari, so høvdu vit verið uppaftur betri við. Vònin er at vit hava neyðuga hepni í 2. hálvu, so er kjansurin góður at vit eru kappingarførir til kappingarenda og eru vit tá dugnaligir nokk, so kunnu vit saktans flyta upp. Tann møguleikin livir enn.

Síggjast til dyst týskvøldið!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar