Maraton vinnarar!

Tað var maratonfótbóltur í 24 tímar, beint undan dystinum í gjár, og 1. deild slapp so at seta krúnuna á verkið, við einum flottum 4-0 sigri.

Tað var sól og summar í gjár, Kristi Himmalferðardag, tá dysturin millum B71 og NSÍ bleiv bríkslaður í gongd kl. 15.30, hálvan tíma eftir at eitt av ársins stóru afturvendandi tiltøkunum hjá B71 júst var bríkslað av.


Ein maratonfelagsskapur

Maraton tiltakið, har tvey lið dystast í 24 tímar, er ikki bert eitt tað størsta tiltakið; tað er nokk eisini tað best dámda, bæði av ungum og gomlum. Maratonfótbólturin umboðar alt tað sum er allarbest við felagsskapinum og B71. Øll sleppa at spæla og tað er líka mikið hvørjum støðið tú er á, hvat kyn tú er, sannføring, aldur; alt er líka mikið. Vit spæla bara, skora mál og hugna okkum. Ongin agenda, øll kunnu vera tað og tey sum tey eru.

Spell at ikki allir dagar kunnu vera sum maratondagarnir, men samstundis framhevjar hettar av álvara akkurát hvønn týdning B71 (og aðrir felagsskapir) hevur fyri okkum øll og trivnaðin.


Vóru betri og vístu tað

Tað er ikki bara sjálvrós, at siga at vit vóru betri enn NSÍ í gjár. Vit vóru væl betur og tíbetur høvdu vit lært eitt sindur av tøttu uppgerðini í Vágunum síðsta vikuskifti, har vit loyvdu 07 Vestur at koma og nær einum úrsliti. Hesu ferð fekk NSÍ næstan ikki eitt bein til jørðina. Havast skal tó í huga, at besta liðið hjá NSÍ spældi eisini á Toftum í gjár og tískil var tað eitt nokkso ungt og óroynt NSÍ lið, ið vit fingu sum mótstøðulið og teir hava rós uppiborið fyri at manna eitt somikið kappingarført lið kortini.

Óansæð, kann man siga, so er eitt úrslit ongantíð givið pá forhond, og B71 hevur meir enn so brent seg av at undirmeta mótstøðu og tað hevur áður kosta okkum, til tíðir dýrt.

Tá er tað jaligt at síggja at leikararnir fóru seriøst til verka og spældu har eftir. Hesin hugburður er tað sum tænir okkum best framyvir.


Málini

Tað tykist sum um B71 hevði sett sær fyri bara at skora flott og ómøgulig mál hendan dagin, tí tey fýra málini sum komu vóru næstan bara slík sum vanliga eru tey torførastu at skora uppá.

Fyrsta málið er ein langur bóltur úr høgru síðu, ið verður spældur upp ímóti NSÍ verjuni, ið skallar bóltin upp í loft, og fram aftur ímóti miðjuni. Suni Herman Petersen og ein mótstøðuleikari renna kapp um at vera fyrst á bóltinum og Suni Herman vinnur bóltin og snittar hann millum beinini á NSÍ leikaranum. Tíverri fær hann í rørsluni eisini fatur á beininum hjá mótstøðuleikaranum, ið fær sjónliga ilt og verður liggjandi. Støðan er tó tilvildarlig og dómarin metur ikki at nakað vandamikið hevur verið. Vit fáa fordeil og bólturin endar hjá Jónatan Kjærbo, ið leggur bóltin til rættis at skjóta við vinstra beininum og skotið fer so logandi upp í trýaran høgrumegin og í mál. 1-0 og ein dreymabyrjan eftir 19 minuttir av leiktíð og fjórða málið hjá unga skopuninginum í ár. Málini hjá B71 verða í løtuni skoraði av øllum møguligum leikarum, so fýra mál er fyribils nokk til eisini at verða toppskjútti hjá okkum í ár.

Hóast vit svimja í møguleikum, so fáa vit ikki tað næsta málið fyrrenn í 64. minutti, tvs. í øðrum hálvleiki.

Alvi Jespersen sendir ein langan bólt frameftir til Jónatan Kjærbo, men ein NSÍ verjuleikari vinnur bóltin í luftini. Skallarin fer tó ikki longur enn til Jónas Warner, eitt sindur uttanfyri sekstanmeturin. Hann fær stundir at føra bóltin tættari at málinum og leggur skotið til rættis. Hann skýtir, bólturin støkkur í ryggin á einum NSÍ verjuleikara, ið bara er heppið, tí tað snýtir málverjan og enn einaferð endar bólturin upp ímóti trýaranum, hesu ferð við eitt sindri av hjálp. 2-0 til B71.

3. málið er eftir bókini. Eitt skjótt innkast úr vinstru síðu frá Carter Beck inn í brotsteigin hjá NSÍ, har Tijani Mohammed fær tamt bóltin, leggur hann til rættis, men fær ikki skotið sjálvur. Ístaðin sær hann at Jónas Warner er aftur fríur beint uttanfyri sekstanmeturin og spælir hann yvirum. Hesu ferð nýtist málskjúttin onga hjálp frá NSÍ, men plaffar bóltin trygt upp í trýaran, hesu ferð vinstrumegin. 3-0 og teir beru trýarar.

Seinasta málið er eftir hornaspark. Jovanni "Gio" Garcia skýtir hart og flatt innfyri úr vinstru, Jónas Warner letur bóltin ferðast forbí seg og endar hjá ný innkomna Fríðálvi Kjærbo, ið spælir sín bert 3. dyst á besta liðnum. Hann takkar fyri álitið við at skjóta sítt fyrsta mál í 1. deild. Hepni er eisini við honum, at James Drye ið annars stendur fyri skotið, er somikið skjótur og fær lagt seg niður, so bólturin kann ferðast beinleiðis inn í málið, uttan at raka seg.

4-0 er endaliga úrslitið og enn ein sigur er avgreiddur.


Gerast betri og betri fyri

Vit hava havt ein tendens til svipsarar av og á gjøgnum tíðirnar, men í løtuni sær tað tíbetur út til at vit eru eitt sindur betri fyri í so máta. Teir "nemmu" dystirnir verða hegnisliga avgreiddir fyri tað mesta og her verður sjáldan nakað tikið fyri givið. Hart arbeiði liggur altíð fyri dagin og tað er nokk lykilin til góð og jøvn úrslit.

Úrslit ímóti ovastu liðunum hava harafturat verið hampulig og til aloftast góð.

Tað er trupult við tí smala hópinum vit hava, men loysnirnar eru funnar, eisini tá tað onkuntíð hevur verið í so trupult við fólki.

Vónandi heldur hendan gongdin á fram alt kappingar árið. Vit hava nokk av góðsku, spurningurin er so bara um vit hava nóg stóra breidd til eitt heilt kappingarár. Men spyrja tit undirritaða og møguliga fleiri onnur, so er svarið ja.

Frálíkt arbeiði allir leikarar, venjarar, hjálparfólk, stuðlar og fjepparar. Megna vit tað, so megna vit tað saman!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar