Kempi yvirvág

B71 hevði veldigan yvirvág í bæði spæl og málmøguleikum, men tað bleiv so bert til ein tepran sigur.

Tað sá leingi út til at tað bara var ein spurningur um tíð áðrenn B71 fekk nógv mál ímóti væl veikari mótstøðuliðið hendan dagin í Vágunum.

Undan dystinum høvdu vit júst vunnið í Klaksvík og vóru á sigurskós enn einaferð. TB leikti ímóti ÍF, so her var møguleiki at hála eitt sindur inn aftur á hesi oddalið, meðan Undrið endaði við at tapa ímóti Víkingi. Sostatt, so kundu vit við sigri í hesum dystinum ímóti botnliðnum, leggja okkum væl til rættis, áðrenn fyrsta heimadystin í nógvar vikur, ið verður leiktur Kristi Himmalferðardag kl. 15.30, eftir maratonfótbóltstiltakið hjá B71, ið byrjar mikudag og endar dagin eftir.

Tað byrjar alt so væl og Jónatan Kjærbo fær langa bóltin í kassan í 31. minutti eftir stóran yvirvág og nógv álop fyrsta hálva tíman. Hettar heldur á fram allan hálvleikin, men meir enn 0-1 verður tað ikki, áðrenn dómarin bríkslar.

2. hálvleikur gongur við sama lag, nógv til okkara favør, men 07 Vestur vísa betri taktir hóast alt og tá teir loksins vinna seg inn í okkara sekstanmetur fyri nærum fyrstu ferð, so kemur panikkur í og Carter Beck endar við at smekka ein vágamann niður í brotsteiginum. Straffi verður dømt og málskjúttin Predrag Jeremic sendir Jóhan Herálv í málinum skeivan veg og so er knappliga javnleikur, mestsum burturúr ongum.

B71 kempar og berjist resterandi 20 minuttirnar og loksins í 82. minutti fær Tijani Mohammed bjarga einum snópisligum úrslitið til eitt meiri góðtikið úrslit. Sigurin skuldi í hús hendan dagin og tað kom hann. Spell at vit noyddust at sveitta og arbeiða nógv meira enn neyðugt var, tí hesin dysturin átti at verið avgjørdur, tá hann var hálvrunnin, um tað var rætt.

Tó so. Tað vísir arbeiðssemi og vilja at taka seg saman og gera alt fyri at taka øll trý stigini. Tað er onki at ivast í at vit áttu øll stigini og úrslitið var rættvíst. Vit skulu ikki hugsa so nógv um øll tey málini tað ikki bleiv til, men heldur gleðast hesu ferð at leikarar okkara klára at arbeiða seg til eitt úrslit.

Flott! Víðari til næsta dyst og næsta góða úrslit!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar