Aftur á rætt kjøl

Triðji útidystur og tíbetur aftur ein sigur, eftir tveir ósigrar á rað. Fjórði útidystur vantar komandi leygardag í Vágunum.

Ein triðingur av kappingini er nú spæld og kanska tíð uppá at gera status upp hvussu higartil hevur gingist. Undan kappingarbyrjan var tað greitt at besta mansliðið fór at fáa eina yvirháling. Fleiri av leikarunum, ið í fleiri ár vóru fastir á besta liðnum, vendu ikki aftur at spæla, meðan tað var greitt at fleiri stuðulsleikarar, ið hava hjálpt til tá tað hevur staðið á, somuleiðis fóru annaðhvørt at spæla ein minni leiklut framyvir ella als ikki. Okkurt var tilvitað, annað var av tilvild, men alt í alt, so tykist tað sum at flestøll hava funnið bestu loysnirnar og tað er at gleðast um. Eisini kunnu vit gleðast um at tað gongst væl hjá besta liðnum, hóast vit høvdu sett nøsina hægri enn eitt 4. pláss um hettar mundi, men vit liggja hampuligt í svinginum, sæð í betraktning at fyrstu 9 dystirnir hava verið reiðiliga kompliseraðir at koma ígjøgnum uppá nógvar mátar. Skaðar, vánalig tilrættislegging av dystum og tey vanligu persónligu mistøkini sum man kann rokna við, hevur alt virka til at 15 stig og eitt 4. pláss er tað sum vit megna her og nú. Vit hava ein útidyst afturat komandi vikuskiftið, áðrenn vit eftirfylgjandi hava 3 heimadystir á rað, kanska 4, um útsetti dysturin nú mikudagin verður lagdur herímillum onkustaðni.


Skilaleys kappingarskrá

Yvirhøvir hevur hettar verið ein tann undarligasta lagda kappingin nakrantíð. Avgerðin hjá Fótbóltssambandinum at býta dystir í bestu deildini yvir tveir dagar, ger sítt til at lítið og onki skil verður á hvussu leikt verður í næstbestu deildini. Ofta enda vit at spæla gerandiskvøld, 1 heilan mánaða á útivølli og síðani 1 heilan mánaða á heimavølli, meðan mótstøðulið hjá okkum fáa ymsar fyrimunir, ið vit ikki síggja í halaferðina av nakra staðni í kappingarskránni. Djúpt besyndarligt og átaluvert, men FSF hevur tað nú eina ferð við at taka avgerðir, ið gagna toppinum mest og restin má so royna og klára seg sum frægast. Lystir okkum at vita hvussu hesin felagsskapurin, ið letst hava áhuga í "breiddini", yvirhøvir veit hvat tað merkir. Kanska tey sum taka avgerðirnar burdu brúkt minni tíð at ferðast runt klótina við øllum landsliðum og til allar ráðstevnur og heldur farið og gjørt okkurt sjálvboðið arbeiði, so tey minnast hvat tað er tey standa á odda fyri. Go figure.


Dysturin

Treystið var gott ávegis til Klaksvíkar at spæla dyst, men hópurin er uppaftur smalri enn undanfarnu dystir, ið er trupult, tá man veit hvussu smalur hópurin at byrja við var. Soleiðis er tó veruleikin og dystir skulu leikast, eisini við vánaligari fortreytum enn man kundi ynskt sær. Hendan veruleikan tóktust leikararnir eisini at hava sæð í eygini við dystarbyrjan, tí menn bardust veruliga í fyrra hálvleiki og trýstu væl. KÍ hevur havt rímiliga góð úrslit og eru eitt av sterkaru næstbestu liðunum í næstbestu deildini. Á heimavølli eru teir harafturat truplir at basa, enntá um vit møttu við allarsterkastu manning. Í dystinum leygardagin manglaðu nógvir. Símun Rógvi Hansen og Suni Herman Petersen vóru báðir burturstaddir, Carter Beck hevði smávegis trupulleikar og mátti hvílast hendan dystin, Wenningsted Ørvarodd er sum kunnugt skaddur alla fyrru hálvu, Kristian Krog Hentze og Hans Hentze eru báðir úti komandi dystirnar, meðan Fríðálvur Kjærbo er enn ikki klárur at leika. Av tí sama, so vóru ikki so nógvir útskiftings møguleikar, sum man kundi ynskt sær. Hinvegin, so var møguleiki at síggja Jóhan Herálv Hentze aftur millum stengurnar, ið hevur sitið nógv á bonkinum seinastu tíðina, síðani Símun Rógvi Hansen valdi at venda heimaftur til felagið. Jóhan Herálvur er ein frálíkur málverji og tað prógvar hann hvørja ferð heitt verður á hann. Hendan dagin í Klaksvík hevði hann fleiri týdningarmikil inntriv og serliga seinastu løtuna, tá leiðslan skuldi verjast heim, mátti hann traðka í karakter og gjørdi tað eisini. Á bonkinum høvdu vit harafturat enn ein kapasitet í Gerhard P. Lognberg, sum eykamálmann. Tað er yvirhøvir fantastiskt at vita at hóast málverjin, ið hevur staðið í mál flestu dystirnar higartl, ikki er við, so hava vit góðar mans ið yvir og eru klárir. Týdningurin av at hava fólk, ið til einhvørja tíð kann vera biðið loypa inn og gera eitt arbeiði til lítar, hvørki kann, eiheldur skal undirmetast. Somuleiðis mugu vit minnast til at nevna unga Berg Simonsen, ið er ein av okkara yngstu leikarum og sum fær fleiri og fleiri minuttir á besta liðnum og longu nú er mentur nógv. Hesin og aðrir koma at vera týdningarmiklir longri tað líðir út á kappingar árið.

Hóast góðar taktir fyrstu løtuna í dystinum, so er tað KÍ, ið stjelur leiðsluna, tá teir eftir vunnan bólt á miðjuni kunnu fara í skjótálop og spæla bóltin ímillum verjuleikararnar hjá B71 til ein fríðan Silas Gaard í KÍ álopinum, ið smekkar bóltin framvið Jóhan Herálvi í B71 málinum, ið onki fær gjørt at forða málinum. Spurningurin er um ikki hesin Silas var smávegis offside tá hann bleiv spældur fríur og hendan støðan var eiheldur einasta dømi um eina offside støðu, ið linjuverjin á síðuni har benkurnir eru, ikki dømdi. Annars var dømingin hjá Kára á Høvdanum og co. á eini leið allan dystin.

1-0 til KÍ í 32. minutti, men hettar heldur tíbetur ikki leingi. Í 39. minutti vinnur B71 eitt fríspark úti í høgru síðu. Jovanni Garcia og Jónas Warner standa báðir við bóltin, báðir góðir frísparksskjúttar. Jovanni, ella Gio, skýtir við vinstra beininum og svingar hann inn ímóti málinum, málverjin hevur traðkað ov langt út og er á veg úti høgru síðu, men skotið ferðast høgt uppum málverjan og dygst upp í vinstru málhorn. Eitt frálíkt frísparksmál og javnleikur 1-1.

Í 44. minutti, beint fyri hálvleik vinnur Tijani Mohammed eitt brotsspark og hann tekur sær av tí sjálvur. Skotið er tó heldur vánaligt og málverjin hjá klaksvíksingum bjargar. Tíbetur fyri okkum, hevur linjuverjin flaggið á loft, ið merkir at málverjin hevur gjørt eitthvørt hann ikki skuldi, allarhelst farin av linjuni. Skotið skal takast á nýggjum og hesu ferð greðir Tijani setningin lýtaleyst og sendir málverjan skeivan veg. Man skal vera kaldur at brenna eitt straffi og síðani taka umaftur, so stórt rós fyri hettar. 1-2 til B71 og nú eru vit á sigurskós.

2. hálvleikur bjóðar ikki uppá fleiri mál, og einkultar málmøguleikar. Yvirhøvir sær tað ikki út til at klaksvíksingar fara at klára at hamla upp við B71 á degnum, men tað er so inntil eina tilvildarliga hendin í yvirtíðini. KÍ spælir bóltin høgt frameftir. Bólturin verður skallaður og hettar tykist snýta Áka Hentze, ið vikarerar í verjuni í løtuni. Hann roynir at skalla, men rakar ikki bóltin, ístaðin fær ein KÍ leikari, ið rennir afturum hann eitt slag á beini og hann fluktar eftirfylgjandi beinini undan sær sjálvum, so tað skal síggja út av meira. Áki hevur longu havt eitt gult kort frá 2. minutti í dystinum og nú 90 minuttir seinni fær hann so tað seinna gula og verður rikin av vølli. Sostatt verður hann ikki við í Vágunum, komandi leygardag.

Sigurin hevur tó somikið nógv at siga, so gleðin er hóast alt stór tá dómarin bríkslar dystin av. 3 stig eftir tvey soltin vikuskiftir frammanundan og 15 stig í alt í fyrsta triðingi. Eitt fjórða pláss fyri fyrst, men enn eru 18 dystir eftir at leika og 54 møgulig stig. Tann sum heldur at hettar var tað, tann má seta seg niður aftur, tí sum René Dif sigur í sanginum "Barbie Girl" á sínum allarfrægasta dansk/enska málið:

"We're just getting started!".

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar