Sannførandi

B71 leikararnir trýstu allan dystin og vit kundu vunnið so nógv meir enn 2-0, ið tó bleiv endaliga úrslitið við seinasta bríksl.

6, 7, kanska 8-0

Møguliga eitt lítið sindur yvirdrivið, men fyri at fremja forstáilsi. Tað sum liggur í hesum er at vit áttu, um fótbóltur ikki var júst tað óforútsigiliga spælið, ið tað er, vunnið væl meir enn bara 2-0, tá avtornaði.

Press spælið var eitt tað besta leingi og HB leikararnir, ið vóru væl mannaðir við sandoyingunum Dan í Soylu, Pætur Petersen og Klayver á liðnum, umframt teir sum við fyrsta eygnakast møguliga vóru havnamenn, høvdu tað sera trupult og fingu sjáldan fótafesti í dystinum.

í 18. minutti bragdar tá Jónatan Kjærbo fær bóltin úr høgru síðu og kemur at standa púra leysur mitt fyri málið, uttanfyri sekstanmeturin. Hann fær góðar stundir at leggja bóltin væl til rættis og smekkar so til bóltin, ið fer beint upp í trýaran. 1-0 til B71!

Tað skal sigast at HB hevur eina góða periodu eftir málið, har teir hava yvirtakið, tó so, tað verður kempað við "næb og klør" í B71 verjuni, so teir stóru møguleikar vildi man ikki sagt tað blívir til hesa løtuna. Í øllum førum koma teir ikki mær í hug her man situr og skrivar.

Í seinna hálvleiki taka okkara dyggiliga um endan aftur og vóru HB trýstir í fyrra hálvleiki, so hava teir alvorligar trupulleikar í seinna.

Í 51. minutti er aftur galið hjá HB. Jónatan Kjærbo, ið gjørdi sum hann vildi til tíðir, økir, tá vit vinna bóltin aftur frá HB og fara í skjótálop. Jónas Warner fær spælt bóltin í føturnar beint uttanfyri sekstanmeturin og smekkar til á yvirleggjaran. Jónatan Kjærbo er klárur uppá returin, ið hann setur bóltin hegnisliga, lágt og ytst í høgra málhorn. 1-0 til B71 og ikki eitt eyga turt.

Restina av hálvleikinum standa menn nærum í kø at sleppa til møguleikar og fleiri ferðir eru vit púrasta leysir ímóti málverjanum, men misnýta tíverri nakrar gyltar møguleikar. Hóast nógvar møguleikar, so var 3-0 eftir øllum at døma ikki møguligt hesu ferð. Tá Tijani Mohammed verður feldur av málverjanum í seinastu minuttunum og dómarin veipar tað burtur, fyri síðani at geva indirekta fríspark til HB beint aftaná, eftir brokk frá B71, so kann man siga sær sjálvum hvat klokkan er sligin. Gott at vit vunnu, annars vóru hesar tvær avgerðina dystaravgerandi og nógv meiri kritisablar enn tær annars eru. Men eftirsum vit vunnu, so lat tað standa fyri dómarans rokning og samvitsku hesu ferð. Hann helt hettar vera rætt.

Tey torføru, men neyðugu valini

Tað er ein góð kensla, tá tingini loksins byrja at ganga upp í eina hægri eind. Ivamálini hava verið nógv um leistin, leikarar og avrik, ið sum vera man ikki er nakað løgið, eiheldur nakað beinleiðis negativt. Tað er trupult at byrja av nýggjum og at velja at ganga nýggjar leiðir og tað er natúrligt at spurnartekin vera sett til ymsar avgerðir. Hví verða ávisir leikarar valdir framum, meðan aðrir verða valdir frá. Hví velja málslúkar frá og ístaðin brynja seg á øðrum plássum, ið ikki við fyrsta eygnakast er tað mest logiska. Er framferðarhátturin tann rætti. Taka vit ov lítið hædd fyri teimum leikarunum, ið útgjørdu bulin á liðnum í nógv ár. Spurningarnir hava verið nógvir og í summum førum, er tað væl møguligt at spyrjarin hevur grein í sínum málið og vit hava framt mistøk.

Atvoldin til mistøk er hinvegin sjáldan eitt ynski um at summi skulu setast til viks, til frama fyri onnur, við tí úrslitið at felagið líðir undir einhvørjari avgerð. Hettar fáa vit, viðhvørt, tíbetur ikki so ofta, skotið í skógvarnar; hettar at vit virða summi meir enn onnur. Tað er trupult at afturvísa, tí í seinasta enda er hettar ein øgiliga subjektiv kensla hjá mær og tær, hvat er virðiligt, hvat er óvirðiligt, hvat er rætt og hvat ikki er rætt.

Afturat hesum, so kann man heldur ikki altíð vera 100% sikkur uppá at man ikki til tíðir hevur tikið eina avgerð og kanska verði ov treiskur at fasthalda eina avgerð, tá loysnir kanska funnust. Millumvegir og kompromis. Vónandi hava fólk tað fatan at vit í felagsskapinum eru sinnaði til at finna hesar loysnirnar og nógv av teimum afturvendingunum vit fáa frá almenninginum ber eisini brá av hesum. Eina og aleina av tí orsøk, kann man so staðfesta at leisturin yvirhøvir, sum er valdur fyri felagið, er tann rætti. Tí tað er leisturin vit í leiðsluni, í felag við limum okkara, hava góðtikið er tann rætti. Um leiðslan í felagnum og limir okkara vóru grundleggjandi ósamd um hvussu felagsskapurin skal stýrast, so er tað skylda okkara í leiðsluni at fylgja einum nýggjum leisti ella lata aðrar kreftir sleppa framat, ið vilja okkurt annað. Í seinasta enda, eru tingini sára simpul og alt kann broytast við einari demokratiskari tilgongd á árliga aðalfundinum, ið vit tó mugu siga, júst hevur verið. Tað er tíverri soleiðis, at vit kunnu bert bera okkum at á tann hátt, sum vit kunnu persónliga standa inn fyri og tá er tað sjálvandi at ketan loypir av hjá summum, ið hava aðrar mátar at gera tingini uppá, tí vit eru jú øll ymisk, so tað fara altíð at vera tey sum halda at vit gera alt rætt, tey sum halda vit gera tað mesta rætt, tey sum halda vit gera okkurt galið og at enda tey sum halda vit gera alt galið. Soleiðis er veruleikin og fóru vit rúkandi upp úr stólinum hvørja ferð onkur er misnøgdur við avgerðir, so bar als ikki til at leiða nakað felag. Fyri tað allarmesta mugu vit góðtaka at fjøldin má vera tann sum avgerð og lagað okkum eftir tí.

Av og á (og nú koma vit til niðurstøðuna í hesi svadu) kunnu vit eisini finna fram til at fjøldin, tekur feil. Hettar kemur eisini fyri. Tá vit so renna okkum í hettar, so hava vit tvinnar møguleikar. Vit kunnu antin laga okkum til fjøldina, sum vit aloftast gera, fáa rós fyri tað, men gera okkurt, ið ikki tænir felagsskapinum best í longdini, ella, og hettar er tað sum vit vónandi til einhvørja tíð velja, taka tyngru avgerðina, ið vit vita at vit fáa at hoyra fyri, men sum vit samstundis vita fer at tæna felagsskapinum mest í langa løbinum. Tað sum er best fyri felagsskapinum er yvirhøvir sjáldan løtuvinningurin. Hann er tíðum góður. Men stokkutur.

Týdningarmikið, her at enda, at siga at hendan svadan er ikki í samband við nakað ávíst, bert nakrir tankar um gongdina sum hevur verið í nøkur ár, har eitt miðvíst arbeiði hevur verið í gongd, at fáa besta liðs fótbólt hjá B71 upp á rætt kjøl, so eisini hesin parturin av felagsskapinum, sjálvt flaggskipið, eisini dregur felagsskapin á rætta kós og at vit kunnu standa saman og vera errin av øllum felagnum, hvørs mest eyðkenda andlit útatil er besta liðið hjá monnum, og kvinnum, tó at tað seinna tíverri er í bíðistøðu í løtuni. Vónandi fáa vit upparbeitt hendan partin komandi árini, so vit aftur eru kappingarfør í kvinnufótbólti. Fyribils eru vit í ferð við at leggja fundamentið fyri nýggjum og haldførum kvinnufótbólti í Sandoynni. Hettar vilja vit skal eydnast og gera vit tað rætt, so fer tað eisini at eydnast. Yvir tíð.

At enda er at siga at felagsskapurin B71 er í støðugari menning og vit hava øll árini heysta fruktirnar av góða arbeiðnum, ið vóru løgd frammanundan. Vit standa altíð á herðunum hjá teimum, ið vóru undan okkum. Ella í orðum Newton's:

"If I have seen further, it is by standing on the shoulders of Giants."


What's next?

So segði hann.

Næstu dystirnar kunnu vit vinka farvæl til heimavøll, tí tað verða ikki færri enn 3 útivalladystir á rað. Fyrst Vìkingur, síðani ein túr til Suðuroyar at vitja tvøroyarmenn og at enda í Klaksvík ímóti KÍ. Aftaná hettar fáa vit aftur heimadyst, men tá verður tað gudhjálpitúmær ÍF vit spæla ímóti, áðrenn vit aftur eru "on the road", tá ímóti 07 Vestur í Vágunum.

Í grundini kann man siga at tað kann gera tað sama um vit eru úti ella heima í ár, tá sjálvsálitið er í topp. Sum er, so taka vit ein dyst í senn og tann manningini sum er tøk til tann dystin, hevur so til uppgávu at halda 0'ið og at vinna dystir.

Einasta sum er vert at hava í huga er at vegurin er langur enn og komandi tíðin her í 1. hálvu er næstan tann strævnasta, har tað er sera týdningarmikið at vit leggja eyka nógv fyri dagin, trúgva uppá málsetningin og skava so nógv stig sum gjørligt saman. Tað er av sonnum eitt maraton og als ikki ein sprintur. Seta vit stig til eina ferð, so er týdningarmikið at rysta tað av sær og heinta tey innaftur aðrastaðni. Øll lið eru í somu støðu og eins og við eiturkoppum, so eru tey líka bangin fyri okkum, sum vit skulu eitast at vera fyri teimum. Annars eru vit ikki bangin fyri nøkrum í ár.

Bring it on.

Drívið á B71!

 

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar