Síðsti amerikanarin!
Í ár hava vit, eins og undanfarin ár, verið ein túr í USA og heinta leikarar og seinasta avtalan kom uppá pláss fyri nøkrum vikum síðani og loksins kunnu vit kunngera síðstu avtaluna ordiliga.
Jovanni Garcia er navnið á seinasta útlendska leikaranum í ársins hópi. Frammanundan hava vit fingið tveir amerikanskar verjuleikarar, umframt ein ungan íslendskan áloypara.
Jovanni, ella Gio, ið hann vanliga verður nevndur, er miðvallaleikari, málfarligur, við góðum tekniskum førleika.
Tað var um reppið at vit máttu avblása avtaluna, tá tað vísti seg at verða blivið sera trupult at fáa fólk hendan vegin úr USA, vegna korona foranstaltningar, men loksins glapp og maðurin er nú komin til B71 at vera fyri árið. Hettar hava vit eisini verið sera glað fyri, tí hóast hettar er einasti útlendski leikarin, sum vit ikki kendu til frammanundan, so er hann bæði góður leikari og góður persónur, ið, flestøllum kunnugt, er eitt av tí sum vit framyvir leita eftir og tryggja okkum, tá vit leggja fólk afturat hópinum.
Vit vóna at Gio fær nógv burturúr tilveruni í Føroyum komandi árið og hjálpir B71 upp á ovastu plássini í deildini, ið er málsetningurin fyri 2022.
Hjartaliga tillukku við sáttmálanum Gio!
Drívið á B71!