Avgjørt í fyrra hálvleiki

B71 sá út til at vera væl við fyrstu 20 minuttirnar. Næstu 25 minuttirnar vóru vit hinvegin rendir yvir enda og tað var tað fyri okkara luttøku í Løgmanssteypinum í ár.

Nemmasti máti at síggja dystin uppá man vera at ÍF var væl betra liðið í periodum, meðan vit spældu væl í ein lítlan tíma tilsamans. Fyrstu 20 minuttirnar var tað onki sum boðaði frá einum stórtapi, men restina av 1. hálvleiki var onki skil á og barnaktigir feilir og nervøsitetur sær út til at gera um seg. Úrslitið er at ÍF tekur av nærum hvørja ferð og ger tað til 4-0 og so eru vit at kalla úti úr kappingini áðrenn farið verður til hálvleiks.

Rós til leikarnar at finna stevið aftur í 2. hálvleiki og binda fast um, tí her koma ikki fleiri mál í dystinum og endaliga støðan er 4-0 til ÍF, ið fær minst ein dyst afturat í steypakappingini.


Eitt bakkast fyri sjálvsálitið

Tað hjálpir ikki nógv uppá vónirnar at spæla ein tílíkan dyst, sum ein slags "upphiting" til veruligu royndina 2. páskadag. Um hettar hevði verið úrslitið av fyrsta dysti okkara millum, so er tað kanska líka frægt at ÍF, í lag við Fótbóltssambandi, pástóðu at fonnirnar lógu tjúkkar inn á vøllin hin dagin farna vikuskiftið og fingu dystin útsettan til aftaná hesa uppgerðina.

Lorta úrslit, men dysturin er sera týdningarmikil lærupengi. ÍF er eitt gott lið og tað nyttar onki at standa for nógv og hyggja at meðan teir hava bóltin. Sjálvir fluttu vit bóltin alt, alt, alt í verðini for seint. Úrslitið er at teir vinna nærum allar 50/50 duellirnar, tí okkara seta ikki taklingarnar inn og liggja og ivast í hvat teir skulu gera tá teir móttaka bóltin. Hettar er ikki gott nokk og skulu vit vinna seinnu og týdningarmiklu uppgerðina okkara millum (hvørt vit saktans kunnu, um vit rætta feilirnar), so skulu vit fanime vilja vinna. Nógv for nógvir spardu seg í gjár og tað var okkara bani. Um teir spardu seg til dystin mánadagin, tað er ilt at vita, men vit løgdu ikki líka nógv fyri dagin sum heimaliðið.

So fer tíðin at vísa um hettar kanska eisini fer at vera til okkara fyrimuns ella um tað bara vóru tilvildarligheitir.

2. hálvleikur var tó meiri soleiðis sum vit eiga at spæla ímóti einum liðið, ið møguliga, møguliga ikki, eigur munin í ár. Teir hava royndar leikarar, mótvegis okkara blaðungu manning og av tí sama, so eru okkara meiri móttakiligir fyri nervum og mistøkum. Hettar sá man nógv minni í seinna hálvleiki, hvørt sigur mær so mikið sum at tað er ikki tí vit ikki kunnu spæla upp ímóti teimum. Spurningurin er meiri, klára vit at halda fokus í 90 minuttir?

Klára vit tað; so klára vit tað!

Síggjast aftur í sama stað 2. páskadag!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar