Framgongd

Enn manglar eitt sindur í, men dyst fyri dyst gerst liðið tryggari og tryggari. Ikki tapt enn.

Higartil í ár hava vit leikt fýra dystir og jú, allir fýra eru ímóti liðunum ið, í løtuni liggja nr. 7-10 á stigatalvuni. Hettar nýtist tó ikki merkja at tað er her liðini koma at liggja við ársenda, men vit mugu tó ásannað at vit kanska hava havt eina bleytari byrjan. Tá tað so er sagt, so hava vit hitt Undrinum, ið hevur givið bæði okkum og kappingarneytum okkara í ovara endanum av stigatalvuni, skarpan gang, umframt einum sterkum NSÍ liðið á útivølli. Hinar báðar dystirnar ímóti mótstøðu, ið vit "eiga" at vinna, hava vit eisini vunnið. Vit hava undanfarin ár, havt tað trupult við at taka av, tá vit hava verið skýrdir favorittar. Í grundini eru tað í hesum dystum at vit veruliga hava hokna í knøunum og ikki avgreitt setningin. Av júst hesi orsøk, trúgvi eg ikki vit nýtast stúra fyri dystinum í vikuskiftinum ímóti oddafiskinum ÍF, ið higartil hevur vunnið allar sínar dystir.


Stýrdu dystinum

Kanska tað allarmest jaliga við dystinum leygardagin var hvussu spælstýrandi B71 liðið var frá byrjan av. Tað vóru ávísar løtur, har vit saktans kundu havt latið mál inn, men har stendur Símun Rógvi Hansen tó stinnur í málinum og verjan gjørdi annars eitt rimmar arbeiði hendan dagin.

Vit trýsta B36 liðið hart og leingi, og í 27. minutti gevur tað úrslit. Carter Beck svingar eitt innlegg innfyri úr vinstru síðu og beint í høvdið á Tijani Mohammed, ið klikkir bóltin víðari, uppum málverjan og inn í málið. 1-0 til B71. Tíverri sær tað út til at Tijani hevur fingið ein snudd í dysti um bóltin og má eisini skiftast út, stutt eftir leiðslumálið.

Tað gongur ikki long tíð, áðrenn B71 fær seinna málið og í 35. minutti kann Hans O. Hentze seta punktum á eitt væl spælt álop, tá hann smekkar bóltin í málið til 0-2. 

Fleiri mál koma ikki í 1. hálvleiki og hann endar 0-2 til B71.

Í øðrum hálvleiki halda vit áfram har vit sleptu og tað er lítil orsøk at stúrast fyri at sigurin gleppur okkum av hondum. Hettar merkir tó ikki at tað ikki kundi hent seg, um vit steðgaðu við at arbeiða, men B71 spælir eftir eini greiðari ætlan og trýstir B36, so teir ikki sleppa framat nøkrum merkisverdum.

Fyri nøkrum vikum síðani styrktu vit hópin við einum ungum íslendskum áloypara, ið leitar sær til Føroyar at fáa møguleikan og royndirnar í vaksnamannafótbólti. Hesin ungi maðurin mennir seg, eins og hansara javnlíkar á liðnum og fyrsta úrslit kom so í gjár, tá hann skoraði fyrsta málið. Símun Rógvi Hansen í málinum sendir bóltin langt fram á vøllin, upptil Ágúst í álopinum. Hann og verjuleikarin hjá B36 dystast um bóltin og sterki áloyparin brúkar kroppin og flytir mótstøðumannin og vinnur harvið bóltin á lógligan hátt. Nú er hann fríur ímóti málverjanum og hann plaserar bóltin kalt og kyniskt vinstrumegin málverjan og bólturin trillar inn, ytst við stongina.


Byrjar at líkjast

Tað er týdningarmikið ikki at fara upp at gartera, áðrenn vit hava sæð hettar liðið leikt ímóti sterkari mótstøðu. Innanhýsis ivast vit ikki í at tað býr so nógv í leikarunum í hópinum at teir kunnu saktast spæla uppímóti teimum bestu í deildini og vinna, tí vit meta at vit eru eitt av hesum "bestu" liðunum, í øllum førum, um vit halda á fram at arbeiða og mennast.

Men tað nyttar lítið at siga tað. Hettar má prógvast, og fyrsti møguleiki at prógva at vit koma at kappast um uppflytingina, er við at fáa eitt gott úrslit ímóti ÍF á útivølli komandi leygardag. Hettar skal eitast at vera strævnasta royndin og hana fáa vit enntá tvær ferðir á rað, tí næsti dystur, skírishósdag, er somuleiðis ímóti ÍF á útivølli, orsaka av at vit hava trekt teir í steypakappingini eisini.

Tað verður spennandi at síggja B71 liðið ímóti harðastu mótstøðuni í deildini. Ivaleyst klára vit at vera við. Spurningurin er bara, klára vit at taka av og taka øll trý stigini í einum tílíkum dysti.

Livst so spyrst.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar