Savnsmynd

Ikki tapt enn

Hóast tað higartil ikki hevur verið ótrúliga sannførandi, so er B71 komið rímiliga væl frá byrjan og javnleikurin ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ í landsliðssteðginum var góðtikið.

Undan dystinum ímóti NSÍ, ið um tað mundi ikki hevði vunnið sær eitt stig, hevði B71 vunnið sær 4 stig. Eitt ímóti Undrinum í allarfyrsta dysti og trý ímóti 07 Vestur.

NSÍ sær út til at hava tað trupult í hesum døgum og besta liðið hevur eiheldur verið sannførandi higartil. Dysturin í farnu viku var fyriskipaður í landsliðssteðginum, eftir umbøn frá B71, ið hevði havt trupulleikar at mannað lið fyrrenn tá, orsaka av at nógvir leikarar vóru burtur á námsferð. Ynski var gingið á møti og av tí at vit kortini ynsktu at skifta dystir ímóti runavíksingum um, so besta liðið kann spæla heima Kristi Himmalferðardag, tá vit vanliga hava maratonfótbóltstiltak okkara, so fingu vit útidyst hesu ferð ístaðin.

Tað er eisini ein ávísur vandi at spæla ímóti teimum næstbestu hjá einum Betri deild felagið í landsliðssteðgi, tí tað merkir at besta liðið ongan dyst hevur, ið sostatt eisini merkir at man kann risikera at koma at hitta einum væl sterkari liðið enn annars hevði verið tilfeldið. Soleiðis var nokk eisini hettar kvøldið í Runavík, men tá avtornaði, so vóru okkara raskir og stóðu seg væl ímóti leikarum, ið annaðhvørt spæla í bestu deildini, eru fastir útskiftarar har ella eru á veg aftur frá skaða og aðrari fráveru.

Frá dystarbyrjan sá tað tó út til at vit høvdu forroknað okkum, tí runavíksingar sita tungt á øllum spælinum og tað er um reppið at hettar gevur úrslit. Hóast stóra yvirvágin, so er tað B71, ið fær fyrsta málið, tá Kristian Krog Hentze skýtir eitt hornaspark beinleiðis í málið og ger tað til 0-1 í 44. minutti! Eitt serstakt mál, má sigast.

Í øðrum hálvleiki skiftir NSÍ nakrar av aktuellu Betri deild leikarunum út og hettar ger dystin væl javnari. B71 er nógv meiri við í 2. hálvleiki, men eru tíverri ikki heilt vaknaðir fyrst teir eru útkomnir, tí í 52. minutti fær NSÍ fatur á bóltinum, reka inn í sekstanmeturin og sleppa heldur lættliga at senda bóltin innfyri til Hans Marius Davidsen, ið ger tað til 1-1.

Sum sagt, so er B71 tó sum heild betri við og har eru eisini nakrir møguleikar at økja og fáa leiðslu málið.

Áki Hentze, Fríðálvur Kjærbo og Mads Hentze verða skiftir inn í 2. hálvleiki og hevur hettar eisini eina stóra ávirkan beinanvegin.

Mads Hentze, ið hevur nógvar royndir á besta liðnum hjá B71 móttekur eina fína sending inn í NSÍ brotssteigin og kemur at standa púra fríur, men fær tíverri ikki nakað líkinda skot á mál. B71 eru hóttandi, men meiri kemur tíverri ikki burturúr og dysturin endar 1-1.


Sjúka forstýrar fyrireikingarnar

Spurningurin er hvussu støðan er kring landið, men í løtuni kenst tað sum um allir sandoyingar liggja bakk við sjúku av einum ella øðrum slag. Leikararnir hjá B71 skiftast um at vera sjúkrameldaðir og hettar forstýrar sjálvsagt fyrireikingarnar til útidystin í vikuskiftinum ímóti B36. Vónandi verða menn frískir aftur skjótt, so vit kunnu venda aftur til regluliga venjingar og fyrireikingar.

Higartil hava úrslitini verið á eini leið, men givið er at sterkara mótstøðan er í væntu komandi tíðina og tá skulu vit gjarna hava eitt væl samanspælt og kappingarført lið.

Vit fyrireika okkum so væl sum til ber. Raðfestingin beint nú er at tryggja at vit fáa tey næstu trý stigini tá vit fara ein Havna túr leygardagin og hitta B36 í Gundadali.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar