Fyrsti sigur í hús
Dysturin byrjaði sera væl, men "endaproduktið" sveik til tíðir. 3 stig fingust tó trygt til høldar.
B71 vóru ivaleyst stórfavorittar enn eina ferð, nú vit fyri aðru ferð á rað, tóku ímóti einum uppflytara liði í landskappingini í næstbestu deildini. 14 dagar frammanundan vitjaðu Undrið inni í Dal og megnaðu at fáa ein javnleik við sær norðaftur. Vit vóru sjálvsagt skuffaði yvir at vit ikki fingu øll trý stigini og veður og vindur gjørdi møguliga sítt til at liðið úr Havn kláraði at hóra undan, men sigast skal at mótstøðan var dygg og vit eru tá avtornar nøgd við eitt stig í fyrsta dysti. Ivaleyst koma hesir at spæla hund við nógv lið, áðrenn árið er liðið heilt.
Hesu ferð var túrurin so komin til 07 Vestur, ið somuleiðis flutti upp í fjør. Eitt sindur av forvirringi valdaði hesu ferð; dysturin skuldi leikast fríggjakvøld, so stóð tað okkum í boðið frá FSF at spæla leygardag, men tá avtornaði, so var feilur íkomin onkustaðni og endin var so at vit spældu sunnudag ístaðin.
Veðrið er eitt sindur so sum so, men fyri tað mesta er tað væl spælandi hendan dagin inni í Dal. Væl frægari enn fyri 14 døgum síðani, undir øllum umstøðum.
Tað er týðiligt frá byrjan av, at B71 er betri liðið. Tó merkir slíkur yvirvági ikki altíð, at betra liðið fer at strúka avstað við sigrinum, men tekin eru til at vit koma at skora okkurt málið fyrr ella seinni.
Í 15. minutti bragdar so, tá Suni Herman Petersen gerst leysur ímóti málverjanum, eftir at Kristian Krog Hentze snarar inn á miðjuna og stingur bóltin milum verjuleikararnar. Ungi skálavíksingurin potar bóltin hegnisliga framvið málverjanum til 1-0.
Fimm minuttir seinni í 20. minutti, so sendir Tijani bóltin víðari til Jónas Warner, ið stýrir ímóti málverjanum, eitt sindur úr vinstru síðu, og somuleiðis fær potað bóltin framvið. Hesu ferð er vinkulin eitt vet spískari. 2-0 og tað luktar av meira.
Meira kemur tó ikki í fyrstu atløgu og B71 fer til hálvleiks við 2-0 leiðsluni.
Í øðrum hálvleiki hevði man kanska væntað at okkara fóru ordiliga at leggja trýstið á fyri at skora fleiri mál, men onkusvegna so kemur hettar trýstið ongantíð í gongd. Vit sóu tað eisini eitt sindur í fyrra dystinum, har vit til tíðir síggja út til at vilja lata mótstøðu liðið hava bóltin meir enn neyðugt. Tá mótstøðuliðið nærkast hálvum vølli, so stendur man eitt sindur og væntar at hvør avlevering fer at gerast meir og meiri risikerlig, tí vit hava leikarar, ið trýsta bólthaldaran, í øllum førum rímiliga skjótt. Kanska vit eru ov krevjandi, men tað tóktist at okkara miðvøllur bíðaði ov ofta við at seta trýstið inn.
Í seinasta enda, so kann forkláringin sjálvandi eisini vera taktiska uppleggið, tað kunnu verða misskiljingar, tað kann vera møði. Í stuttum, tað kann vera so nógv. Soleiðis sá tað út frá áskoðaraplássunum av, men hevur man spælt fótbólt, so veit man samstundis eisini at tað kann vera stórur munur á upplivingini hjá teimum sum spæla og hjá teimum sum eygleiða.
Eisini skal sigast at tað vera ikki allir dystir, ið liva fult upp til forvæntningarnar og tí skulu vit gleðast hvørja ferð vit skora, halda mál reint og vinna fótbóltsdystir. At stúra, bara tí man ikki spældi væl í einkultum dystum, vinnur man ikki neyðtyrviliga so nógv við.
Læra tað man kann av mistøkunum man gjørdi og so víðari til næsta dyst.
Næsti dystur verður longu í annaðkvøld ímóti NSÍ á útivølli og so er landsliðssteðgur. Vónandi fæst eitt gott úrslit mitt í viku. Vit eru komin væl frá byrjan, men vegurin fer at vera langur og knortlutur.
Drívið á B71!
Gerandiskvøldsdystir
Eftirsum vit nema við evnið, so kunnu nøkur orð kanska skrivast um avbjóðingina við at spæla dystir mitt í viku og hví hettar er ein ábending um ein størri trupulleika.
Vit hoyra frá Fótbóltssambandinum og klókum høvdum kring landið, at tað er fótbóltin í Føroyum til frama, at spæla mitt í viku. Fleiri dystir kunnu avgreiðast og hendan famøsa "luftin" fæst í dystarskránna siga tey.
B71 hevur tíverri ongantíð fingið nakran serliga fordeil av at spæla dyst gerandiskvøld. At biðja "amatør" leikarar spæla dystir aftaná annaðhvørt ein harðan arbeiðsdag, fullan skúladag ella eitthvørt annað, og so ferðingin afturat, um dysturin liggur á útivølli, tá kann man siga sær sjálvum, at fortreytirnar fyri einum góðum dysti, eru ikki tær allarbestu.
Í ár hava vit so enntá fingið at vita at tað allarbesta fyri føroyskan fótbólt, er at umfør í Betri deildini verða spjadd yvir bæði leygardag og sunnudag, og tá vit so hava dystir ímóti einum næstbesta liðið hjá einum felagið við liðið í Betri deild og hesin dysturin verður lagdur leygardag, har vit vanliga spæla í 1. deild, so verður dystur okkara millum bara fluttur til fríggjadag. Sama hjá nógvum av okkara kappingarneytum í 1. deild, ið somuleiðis, uttan ávaring ella hoyring, hava dystir fríggjakvøld, eina og aleina tí Betri deildin skal raðfestast, eisini yvir feløg, ið hava lið í næstbestu deildini.
Manglandi virðingin fyri feløgunum uttanfyri Betri deildina, er tíverri alt ov týðilig, alt ov ofta og tíverri eru vit komin hartil at vit bara góðtaka tað, tí tað verður ikki øðrvísi.
FSF hevur sett sær fyri at raðfestingin eru Betri deild liðini og hini liðini mugu so berjast um rest. Haðani kunnu tey so siga tað tey vilja um at vilja breiddarfótbóltinum væl, men so mugu tey taka í egnan barm og byrja at viðurkenna kritikkin, ið livir úti í feløgunum.
Ein partur av hesum kritikki er tíverri eisini ógrundaður. Grenj livir meir enn so í "bedste velgående" og ja, tað kemur meir enn so fyri at vit í B71 grenja.
Hettar merkir hinvegin als ikki at allur kritikkur skal feiast av borðinum, tí móttakarin ikki megnar at skyna rætt ímillum hvat er veruligt og hvat er frustratión. Helvtin av tíðini vita vit tað ikki sjálvi, tí tað kennist sum um her eru ov nógv dømir um at vit eru uppá kant við avgerðir tiknar í Fótbóltssambandinum.
Allarstørsti trupulleikin er kanska eisini tann, at vit kenna okkum ikki hoyrd. Vit duga ikki at síggja, at tá vit veruliga kenna okkum órættaði, so kunnu vit fara til Fótbóltssambandið at kæra okkara neyð og fáa viðhald. Hettar hevur verið soleiðis í nógv ár og tað stendur við og versnar.
Eitt sindur av sjálvsrannsakan og ein kúvending av hvussu Fótbóltssambandi handferð konfliktir úti í feløgunum, hevði lætt um, tí tíðarandin er tann at feløgini standa ikki saman um serliga nógv ting. Alt er blivið til kapping og tónin er harður. Eisini her frá.
Dystir gerandiskvøld, ið skumpa smærri lið út í periferiina at kappast er í seinasta enda bara enn eitt symptom uppá ein ov vánaligan hugburð til rættvísa kapping. Men tað er okkara meting at vit burdu spakuliga, men vissiliga framt eina hugburðsbroyting og arbeitt uppaftur meira út frá at tryggja breiddarfótbóltin og raðfesta samanhald og fair play millum føroysk feløg. Í løtuni tykist hesin parturin steindeyður.
Við vón um batnandi viðurskiftir fyri framman.