Ungur íslendskur álopsleikari

Triðji útlendski leikarin skrivaði undir nú ein dagin og skal eftir ætlan spæla við besta liðnum í kappingarárinum 2022.

Ágúst Jens Birgisson er 18 ára gamal, verður 19 ár í november í ár. Ungdómsárini hevur hann leikt við íslendska FH, har hann hevur fingið góð skoðsmál sum málskjútti.

Hettar er tó ikki fyrstu ferð at Ágúst er í Føroyum, tí í fjør bjóðaði hann seg fram at koma til royndarvenjing, fyri at vita um hettar var nakað fyri hann og síðani hava vit hildið sambandið við líka, ið so er enda við at vit gjørdu av at royna eitt samstarv fyri árið í ár.

Ágúst sigur seg vera spentan uppá at sleppa at royna seg í vaksnamannafótbólti og metir at eitt kappingarár við B71 í 1. deild er ein góð byrjan. Somuleiðis meta vit at Ágúst kann geva eitt týdningarmikið íkast til álopspartin og tí var avgerðin at flúgva mannin heim, ein løtt avgerð.

Ágúst er høgur og kvikur, og sum áður nevnt, so hevur hann máltev. Vit vóna at uppihaldið fer at eydnast væl og at maðurin fer at trívast í okkara lítla týdningarmikla felagi.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum, Ágúst og blíðan byr!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar