Spakulig byrjan

Tað sást at hettar var fyrsti dystur í nýggja árinum við nógvari útskifting.

Málsetningurin fyri árið er uppflyting. Lat tað bara vera staðfest beinanvegin. Man kann tosa langt og leingi um at vit hava útfordringar av ymsum slag, smalan hóp, ungt fólk, hvat skal gerast við fysisku karmarnar o.s.f., o.s.f., men skal man gera sær vónir um at Sandoyggin skal hava sítt besta manslið í bestu deildini og bygt á einum tryggum grundarlagið við lokalum spælarum, ið vilja felagnum alt tað besta, so er hettar tíðin at sláa til. Grundarlagið er har og man kundi kanska ynskt sær alt millum himmal og jørð, men vit hava arbeitt út frá tí fatan at tá vit vóru so nær við, sum vit vóru í fjør, so mugu vit kunna krevja at tað ber í ár, og ikki brestir.

Tá tað so er sagt, so er vegurin langur. Vit eru ikki blindir fyri teimum avbjóðingum sum liðið kemur at hava, yvir eitt heilt kappingarár, men hesar avbjóðingar mugu vit konstant loysa sum frægast og gera vit okkara arbeiði til lítar øll somul, so kann tað væl vera at vit náa málsetninginum um uppflyting fyrr ella seinni í árinum.

Dysturin í gjár var trupul. Spurningurin er, um tað var nakað kupp at hitta eitt uppflytaralið, ið kom ógvuliga málbevíst suður, at prógva tað at teir hoyra heima í deildini. Kanska tað hevði verið frægari við øðrvísi mótstøðu, men hinvegin, so er dysturin spældur og hóast vit ikki rukku málinum í gjár, við at vinna og fáa fyrsta sigurin í hús, so spældu leikararnir til tíðir væl, í hvat bara kann kallast, forferdilig líkindir. Nógvur vindur allan fyrra hálvleik og eitt sindur inn í 2. hálvleik.

Ringu líkindini ávirkaðu dystin og vóru nokk eisini viðvirkandi til fyrsta málið, tá nýtilkomni Carter Beck er dekan ov ivrigur eftir at vinna eitt innlegg í okkara sekstanmetur og brestir inn í ein leikara frá Undrinum, ið sjálvandi fer niður í feltinum. Brotsspark verður dømt og rætt er tað.

Brotssparkið verður tikið, Símun Rógvi Hansen í málinum velur sína vinstru síðu, men bólturin verður skotin í høgru og so er 0-1 til uppflytaraliðið úr Havn.

Tað sum so ofta hendir í tílíkum støðum, tá man er favorittur, er at man verður nervøsur og hettar ávirkar ofta spælið. Fyrsta løtan í 2. hálvleiki ber eitt sindur brá av hesum panikki, men tað blívir frægari og frægari, inntil 66. minutt, tá B71 javnar eftir eitt sindur av klumpspælið, so gongur heldur betur.

B71 er meiri við í 2. hálvleiki og fleiri ferðir kann talan vera um leiðslumál, men bólturin ferðast tíverri ikki allan vegin innum linjuna. Terji Brynjarsson, ið áður hevur leikt við B71, stóð ein sannførandi dyst í mótstøðumálinum.

1-1 er endaliga støðan tá avtornar og Undrið mundi vera meiri nøgt við støðuna sum hon var, hóast B71 kann liva við eini spakuligari byrjan, í seinasta enda.


Samhugi við Ukraina

At enda, so er vert at nevna syndarligu heimsstøðuna í løtuni. Hóast vit liggja væl goymd í Norðuratlantshavi, so er tað ikki soleiðis at kríggj í Ukraina ikki rakar tætt at okkum her heima. Kona venjaran hjá B71, Helen, er úr Ukraina og í løtuni liva foreldur, beiggi og svigarinda hennara, undir óhugnaligum korum í heimbýi hennara Mykolaiv.

Í samband við heimadystin í vikuskiftinum, høvdu vit í felag skipa fyri einum samhuga átaki við Ukraina, nú kríggið er komið so tætt uppá okkum øll. Leikarar og venjarar á báðum liðum, umframt dómararnir vóru allir í bláum og hvítum arbondum, ið Helen hevði flættað, umframt at bóltgentur og bóltdreingir bóru eitt ukrainskt flagg inn á vøllin. Hereftir varð felagsmynd tikin. Samhugi og felagsskapur skuldu eyðkenna hesa løtu og vit ynskja Helen v. familju og ukrainum alt tað besta og eitt ynski um at friður má valda aftur í økinum skjótast gjørligt.

Við vón um frið.

Sandoyar Ítróttarfelag B71

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar