Enn ein ungur skálvíksingur

Enn ein ungur evnaríkur maður úr Skálavík. Fríðálvur fylti 16 ár hósdagin og skrivaði undir á føðingardegnum.

Tað gleðir okkum almikið at kunngera enn ein ungan mann, ið framyvir kemur at bera B71 frameftir á leið. Kappingarárið 2022 er sjáldsamt uppá nógvar mátar, ikki minst við atlit til hvussu ungur besta liðs hópurin er í ár. Flestallir liggja undir, beint undir ella beint yvir 20 ára markið og tað eru bert fáir, ið eru eldri enn tað sama. Tað er sjálvsagt gleðiligt at vit megna eitt so ungt og evnaríkt lið, men tað er vandi í hvørjari vælferð. Man freistast sjálvsagt til at hugsa tankan um hópurin er nóg búgvin at kappast ovarliga í deildini í ár, men tá man hevur hugt eftir venjingardystum og samstundis veit tað at heilt nógvir av hesum ungu hava 1 ella fleiri ár á bakið í næstbestu deildini, so eru vit hóast alt ikki so bangnir fyri at ungu leikararnir, saman við teimum eldru og meiri royndu leikarunum, ið eisini finnast á liðnum, fara at knógva nógvu avbjóðingunum á leiðini.

Í dag hava vit so lagt enn ein evnaríkan 16 ára gamlan til hópin, ið longu nú hevur víst sínar dystir í venjingardystum. Spennandi verður at síggja framatrættaða leikaran úr Skálavík vísa síni kynstur og mennast hettar kappingarárið.

Vit vilja hiðani ynskja Fríðálvi alt tað besta og hjartaliga tillukku við sáttmálanum við barndómsfelagnum!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar