Ongin uppflyting hesu ferð

Vit taptu ongantíð ímóti AB, men javnleikur var ikki nóg gott á seinasta leikdegi.

Árið 2021 fara vit nokk at minnast á ymsan hátt. Summi fara at minnast at hettar var enn eitt ár við korona farsótt og trupulleikum av alskyns slag í hesum sambandi. Onnur fara at minnast hettar sum árið tá besta mansliðið hjá B71 loksins aftur blandaði seg ovarlaga í føroyskum fótbólti, umenn bert tí einu løtuna. Í góðar 24 minuttir vóru sandoyingar aftur í bestu deildini fyri fyrstu ferð í 10 ár, men tá avtornaði, so manglaði tað seinasta í hjá okkum. Vit mugu ístaðin brynja okkum væl til 11. árið á rað uttanfyri bestu deildina. Vónandi gerst 11. árið, seinasta árið hettar umfarið.


24 minuttir í Himmiríkið

Longu í 11. minutti í seinasta dysti, løgdu sandoyingar seg á odda inni í Dal sunnudagin. Tijani Mohammed verður spældur leysur ímóti málverja og við verjuleikara í hølunum, er frægasta loysnin at skjóta. Skotið er lágt og til høgru fyri málverjan, ið sær út til at vera fangaður eitt sindur á skeiva beininum, tí hóast hann fer niður eftir bóltinum, so er hann ov seinur og skotið støkkur undir hann og inn í málið til 1-0.

Hóast ongir fjepparar sluppu at vera inni á økinum, so høvdu nógv tikið av møguleikanum at stilla sær bilin á parkeringsøkið nærhendis, meðan loyvdu hjálparfólkini sjálvsagt vóru til staðar kring vøllin. Stór frøið á heimafólkinum, nú vit hesa løtuna stýrdu ímóti bestu deildini.

Tað heldur eina løtu, men tíverri ikki meir enn til 24 minuttir seinni í 35. minutti, tá AB vinnur sær fríspark í vinstru síðu og skotið verður sent hart og direkta ímóti høgru málstong. Skotið tekur í stongina og støkkur innaftur, eitt sindur av manerering inni á málstrikuni endar við at bólturin endar aftanfyri málverja okkara Jóhan Herálv, ið fær hapsa bóltin til sín, men eftir nógvan forvirring og gleði og vreiði hjá báðum liðum, so verður málið dømt inni og javnleikur inni í Dal.

Javnleik kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst hendan dagin, so uppgávan í 2. hálvleiki var at royna at bróta ígjøgnum verjuna hjá AB og fáa leiðslumálið.

Hettar gongur illa. Klayver hevur ein stóran møguleika tá hann skallar bóltin tvørturum málið, ístaðin fyri í málið, men burtursæð frá hesum, so vóru okkara heldur ófarligir í stórar partar av 2. hálvleiki. Petur Reinert, ið fær nógv rós fyri sítt dómara avrik hendan dagin, loyvdi hørðum spælið, til tíðir alt í verðini for hørðum spælið og hettar passaði týðiligvís betur til argjamenn, enn okkum. Vit vóru tíverri ov slappir at svara aftur, tá AB buldraði inn í rygg og traðkaði niður á hælssinur. Tá dómarar loyva slíkum, so má man forsvara seg, men hvussu so var og ikki, so gjørdu vit ikki tað til lítar og úrslitið var at vit fingu onki tak á dystin.

Endaliga úrslitið verður 1-1 og tá bríkslað verður við dystarenda, so mugu okkara taka til takkar við at tað verður enn eitt ár í næstbestu deildini, meðan argjamenn sleppa inn í lovaða landið hesu ferð.


Hvussu so nú?

Nú eru nakrir dagar síðani uppflytingardyst inni í Dal og kanska tað riggar betur hjá okkum at reflektera yvir støðuna, um vit lata eitt sindur av tíð fara afturum.

Man kann so staðfesta nøkur ting, ið eru sera jalig.

M.a. kunnu vit staðfesta at liðið er nærum gott nokk at flyta beinleiðis upp í bestu deildina. Tá avtornaði, so vóru vit bert 4 stig frá beinleiðis uppflyting á einum 2. plássið.

Harafturat kunnu vit staðfesta at liðið hjá okkum er sera ungt, samstundis við at teir allarflestu ungu ikki leiktu fyri fyrstu ferð í vaksnamannafótbólti í ár. Nógv, nógv teir flestu av stamleikarunum eru í 20unum; nógvir eru í fyrru helvt av tjúgunum, umframt at fleiri eru ikki eingong blivnir 20 enn. Afturat teimum, hava vit havt onkrar royndar leikarar, ið hava verið leiðandi figurar á einum liðið av sera sterkum unglinga leikarum. Hendan samansetingin av eldri og royndum leikarum, ungum og royndum leikarum og ungum óroyndum leikarum, hevur onkuntíð víst seg at verið orsøkin til nakrar byrjunarfeilir, ið hava kosta stig, men minst líka so ofta, um ikki oftari, hevur tað verið viðvirkandi til at vit hava vunnið fótbóltsdystir og stig. Eitt ár afturat í næstbestu deildini kann, tá avtornar, vera gott fyri nógvar leikarar, eisini hóast vit heldur høvdu tikið uppflytingina, um hon enn stóð í boðið.

Tá alt kemur til alt, so sær tað ikki so galið út. Fyrireika vit okkum optimalt nú í vetrarhálvuni, so kann tað enntá koma at síggja sera gott út við kappingarbyrjan í mars mánaði 2022. Tað fer at krevja ein miðvísan innsats frá øllum, men grundarsteinarnir eru lagdir fyri nakað heilt serligt. So er spurningurin hvussu nógv vit vilja tað.


Nakað heilt serligt

Í 2022 mugu vit fara miðvíst eftir uppflyting, sum tað sær út nú. Tað kann meldast út longu nú, fýra dagar eftir lagnudystin. Eftir spælinum í ár, samansetingini av hópi, umframt tí arbeiði, ið var lagt fyri dagin, at døma, so kunnu vit valla koma til nakra aðra niðurstøðu. Okkara mugu leggja seg í selan og fara aftur til verka skjótast gjørligt, at fyrireika seg til uppstartin og so leggja vit í vaðið at gera okkum til reiðar til fyrsta dyst, hvør hann so enn man vera.

Komandi kappingarár fáa vit tveir spildurnýggjar og torførar kappingarneytar niður í 1. deild at kappast við. Vit skulu ein túr til Tvøroyrar í minsta lagið eina ferð, umframt í minsta lagið eina ferð til Fuglafjarðar, afturat tí at Undri flytir upp, møguliga draga teir FC Hoyvík við sær, nú samanlegging er uppá tal hjá teimum, og afturat hasum, so koma teir næstbestu hjá vágamonnum eisini upp í deildina, so tað verður aftur eitt kappingarár við túrum vestur í Vágarnar. Nógv forvitnisligt á skránni og tað einasta sum er keðiligt beint nú, burtursæð frá tí sannroynd at vit mugu út í enn eitt ár í næstbestu deildini, er at kappingarbyrjan er somikið langt burturi í tíð. Stóð tað til mín, í hesu løtu, so byrjaðu vit aftur beinanvegin, so vit ikki nýttust bíða. Men sikkurt er tað gott at vit viðhvørt mugu tálmað okkum og fyrireika okkum á nýggjum.

Vit dríva á aftur fyrsta dagin og síðani leggja vit til brots aftur í nýggja árinum!

Drívið á B71!

 

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar