Víðari úr "semi-finaluni"

Endin av hesum kappingarárinum kenst yvirhøvir ikki sum endin av einari landskapping, men meir sum ein steypakapping. Seinasti dystur verður finala!

Eitt stig á Skála. Tað er nóg mikið til at seinasti dystur inni í Dal verður ordiligur gysari, har AB kunnu vera nøgdir við javnleik, meðan B71 skal vinna.

Hettar eru staðfestu treytirnar eftir at 26 leikumfør eru leikt í næstbestu deildini.


Skála slapp ikki framat

Hóast onkur sikkurt vil vera við at Skála var betra liðið, so var tað ikki fyrrenn, kanska síðstu 10-15 minuttirnar, at álvarsamir trupulleikar í verjuni byrjaðu at síggjast. Uppleggið var gott verjuspæl allan dystin á tamb, har mistøkini frá undanfarnu dystunum vóru rættaði og holini typt. Skála kom fram til ymsar hálvar kjansir og langskot, men vóru ongantíð veruliga farligir í stórar partar av dystinum. B71 hinvegin legði seg á odda longu í 8. minutti, tá Brian Okpala setir bóltin í netið og Joel Vazquez skuldi í grundini havt søkt skálamenn longu 10 minuttir seinni, men fær akkurát ikki skotið av, aftaná at hava runnið sjálvur ímillum tveir verjuleikarar, púra leysur ímóti málverjanum.

Annars má viðurkennast at støðurnar hjá báðum liðunum viðvirkaðu sikkurt til ein, til tíðir, taman dyst. Skála hevði onki eftir at spæla fyri og B71 hevði alt eftir at spæla fyri. Longri tað leið út, minni legði B71 fyri dagin frameftir, møguliga eitt sindur nøgdir við 1-0 leiðsluna. Hettar áttu vit kanska eisini at klára at koyrt heim, um tað ikki var fyri eitt sindur av heimadómarí, tá eitt møguliga ivasamt straffi verður dømt í 87. minutti. Ivasamt var tað serliga tí undanfarnu 20 ferðirnar allir møguligir leikarar høvdu søkt ymisk fríspørk og straffir frammanundan, var alt veipað burtur av dagsins dómara, men so kemur hendan sjúkan framaftur, ið altíð lúrir í bakhøvdinum á føroyskum dómarum: Góðir 5 minuttir eftir, so nú er møguleiki fyri at fáa dystin at enda javnt.

Dómarin ger tað klassiska og dømir knappliga heilt øðrvísi enn hann annars hevur gjørt 100% av tíðini frammanundan og floytar fyri brotsspark eftir at Skála maðurin ger nógv burturúr at detta um beinini á verjuleikara hjá B71. Møguliga straffi, hvør kann veruliga nakrantíð vita tað, men dómarar, dómarar, sigur man bara viðhvørt og rystir við høvdinum.

Niels Pauli Danielsen hjá Skála verður settur at skjóta ímóti Jóhan Herálvi Hentze í B71 málinum, ið dystin frammanundan stórbjargaði einum brotssparkið og skálamaðurin skýtir lágt til vinstru. Hóast Jóhan Herálvur gitar røttu megin, so nær hann ikki niður til bóltin og so er javnleikur 1-1.

Næsta løtan er kaotisk og høvuðsdentur verður lagdur á ikki at tapa, tí so gerst uppgávan um eina viku ímóti AB, ikki ómøgulig, men ótrúliga nógv meiri torfør. 6-1 sigurin hjá argjamonnum og eitt tap á Argjum, hevði merkt at málmunurin hevði komið upp á 9 mál til frama fyri AB, ið samstundis hevði merkt at B71 hevði verið noytt at knúst AB av við 5 máls leiðslu á heimavølli fyri at koma uppum teir í stigatalvuni.

Alt hettar gjørdist tíbetur ikki neyðugt, tí dómarin floytar dystin av og javnleikurin er staðfestur, hóast Skála hevði ein ótrúliga góðan møguleika í yvirtíðini at stjala øll stigini. Hettar hendir ikki og øll eygu venda ímóti Sandoynni um 7 dagar.


Hvat gera miðlarnir?

Í øllum hesum her, er kanska relevant at spyrja seg sjálvan, hvar fáast miðlarnir og tey ið dekka ítrótt kring landið?

Vit hava leingi havt eina vanvittiga tætta 1. deild, har ið lið nærum dag um dag skiftu pláss og bardust um at liggja best fyri. Nú tað stundaði til endan av kappingarárinum, so hava vit í nógv umfør vita at harður bardagi verður millum B71 og AB um uppflytingarplássið, umframt at Skála ikki tryggjaði sær Betri luttøku fyrrenn beint her fyri, meðan niðurflytingin eiheldur hevur verið givin fyrrenn í dag í grundini.

Ístaðin fyri at varpa eitt sindur av ljósið á viðurskiftini í Vági, Sandoynni, Argjum og Skála, so fara miðlarnir dagliga alla aðrastaðni og práta við klaksvíksingar, ið hava verið Føroyameistarar í, hvat tykist verða, helvtina av kappingarárinum eftirhondini og gera innslag omaná innslag um Betri deildina, hóast tey flestu plássini og viðurskiftini hava verið meir ella minni avgreidd í longri tíð.

Á Sandoynni búgva eini 12-1300 fólk og kanska eitt sindur meira í Vági. Á Skála góð 600 fólk, meðan yvir 2000 fólk búgva á Argjum. Hettar eru í minsta lagið 5000 fólk, ið kundu havt áhuga fyri 1. deild og tað er áðrenn man telur tey við sum spæla við næstbestu liðunum í næstbestu deildini og teirra vinir og kenningar, umframt teir sandoyingar, vágs-, argja og skálafólk, ið búgva aðrastaðni, men enn fylgja við í tíðindum um heimstað teirra og feløgini, ið hartil hoyra.

Tað er óskilligt fyri mær at ongin miðil fór á Skála í dag at práta við skálamenn um uppflytingina og sandoyingar um møguligu uppflytingina, umframt at eg ivist onga løtu í at ikki ein kjaftur hevur ómakað sær út á Argir at práta við argjamenn um møguliga uppflyting og nú staðfestu niðurflytingina hjá FC Suðuroy.

Møguliga tað eru ikki sexut tíðindir, men seriøst; hvør leggur í at KÍ gerast staðfestir vinnarar av Betri deildina í sein-oktober, tá tað hevur verið staðfest áðrenn 2. helvt yvirhøvir fór í gongd aftur eftir summarferiuna? Klaksvíksingar halda sikkurt tað er ræðuliga stuttligt, men eftir sjeyndu greinina hettar vikuskiftið og 30. ítróttarsending, ið viðgerð akkurát hvussu nógv teir klára at vinna Betri deildina við og ikki um teir fara at gera tað, so blívir man eitt sindur "meh" fyri at brúka eitt moderna útrykk.


Tá onnur ikki tíma, so mugu vit

Alt hettar skrivaríið um dovnar tíðindamiðlar er tó ikki bert grenj. Hettar er so ein staðfesting um at tá letingarnir ikki vilja gera nakað burturúr, so mugu vit gera tað fyri teir og tað gera vit hinvegin gladligani.

Í dag bórust so tíðindir um óvanliga høgt smittutal av koronu, tískil er spurningurin hvat hendir í komandi viku, ið møguliga fer at ávirka hvussu karmarnir rundanum dystin verða skipaðir og í versta førið, um tað yvirhøvir verður nakar dystur komandi leygardag.

Vit vóna tað fer at lata seg gera og at áskoðarar sleppa til kanska mest spennandi dyst í næstbestu deildini nakrantíð. Sjáldsamt at so nógv hevur staðið uppá spæl og so nógv viðurskiftir, ið gera eina uppgerð ímillum júst AB og B71 til ein óvanliga áhugaverdan dyst at møta upp til og hyggja at.

Í kvøld staðfesta vit tó at kappingarárið er nærum yvirstaðið og B71 er, eitt sindur "against the odds" væl við í uppflytingarstríðnum og nú er tað loksins okkara avgerð um vit traðka inn í Betri deildina eftir 10 ára fráveru, ella um vit vera noyddir at bíða longri enn. Vit avgera. Men latum okkum nú fara eftir øllum, við øllum vit eiga!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar