Vanvittigt drama

Tað tykist næstan sum um man stóð og hugdi eftir einum filmi, tí hesin dysturin hevði simpulthen alt. Møguleikar, comebacks, reyð kort, mál í seinasta sekundi, bjargað straffi, o.s.f., o.s.f.

Man kann nokk ikki fara so langt sum at siga at hettar var tann mest dramatiski dysturin nakrantíð, tí vit hava ofta verið vitni til neglabítarí inni í Dal. Hinvegin kunnu vit nokk staðfesta, serliga orsaka av stóra týdninginum ið ein eventuellur sigur hevði havt fyri uppflytingarvónirnar, at í nýggjari tíð hava vit nokk neyvan sæð ein meiri øran dyst.

Dysturin byrjar væl fyri heimaliðið. Tað er fyri tað allarmesta okkara, ið sita á spælinum og koma til fleiri góðar møguleikar. Hinvegin tykjast NSÍ vera vandamiklir, serliga tá teir vinna bóltin og fara í kontra. Tað tykist sum bara ein spurningur um tíð áðrenn fyrsta málið kemur, men satt at siga, so var tað ikki púrasta óvæntað, tá runavíksingar leggja seg framum, tí hóast tað mundi vera B71, ið høvdu størru og flestu møguleikarnar, so var tað als ikki sum um NSÍ ikki hóttu okkum í hinum endanum.

Í 37. minutti, tá er tað so 0-1 til NSÍ, eitt sindur heppi, men málið er góðtikið og mótbrekka enn einaferð. Vónirnar eru tó góðar, tí B71 hava vassað í møguleikum og hugsanin kring vøllin um hettar mundi er at tað má fara at bera til at javna fyrr ella seinni. Javnleikurin kemur so ikki í fyrra hálvleiki, hóast einkultur møguleiki er fyri tí.

Annar hálvleikur er ikki meir enn byrjaður, so er pínadoy straffispark til runavíksingar og tað sær mestsum út sum um svartasta óhepni fer at fylgja okkum enn eitt ár í 1. deild. Hesu ferð vildi lukkan, umframt málmanshegni hjá Jóhan Herálvi Hentze í málinum, tað øðrvísi. Ungi sandoyingurin bjargar tveitir seg lágt og til vinstru og parerar skotið, ið verður beint burtur av verjuleikara, og heldur okkum harvið inni í dystinum. Hevði NSÍ skorað um hettar mundi, so er ikki óhugsandi at vit fingu ein heilt øðrvísi dyst.

Stóra stríðið næstu løtuna er um hvat liðið skal fáa yvirvág í spælið, men at enda er tað so B71, ið fær úrtøku av sínum pressið tá, og við vanda fyri at minnast forkert, Alvi Jespersen sendir bóltin innfyri og bólturin verður illani handfarin av verjuleikarunum, støkkir til Jónas Warner, ið sendir bóltin í netið til útjavnandi málið og so er 1-1 inni í Dal!

Skot verða send á yvirleggjara og stong og alt millum himmal og jørð næstu løtuna. Leingi sær tað út til at stigini verða deild millum liðini, hóast hettar hevði bert verið næstbest hjá heimaliðnum at góðtikið, serliga havandi í huga laka úrslitinum í Suðuroynni fyri góðari viku síðani.

Soleiðis skuldi tó ikki vera hesu ferð. B71 trýstir, umaftur og umaftur og umaftur. Vit blaka snøgt sagt "the kitchen sink", ið eingilskmenn plaga at taka til, eftir NSÍ hesa seinastu løtuna. Hugsanin er uttan iva tann at vit hava roynt so nógv, so leingi, at tað gevur onga meining, ikki at taka trý stig úr hesum dysti.

Djúpt inni í yvirtíðini sleppur stóri verjuleikarin Brian Okpala, ið er farin fram at trýsta seinastu løtuna, ígjøgnum NSÍ verjuna og vandi er á ferð. Verjuleikari kemur fyri eitt skot, so hann ger nokk tað einasta rætta og leggur bóltin yvirum, men hóast ein B71 leikari er millimetrar frá at pota hann í kassan, so nær hann ikki avleveringina og nú, tríggjar minuttir í yvirtíðini, kennist hettar sum seinasti møguleiki. Ivaleyst mugu vit til, enn einaferð, at góðtaka eitt skuffandi úrslit.

Knappliga vendist tó alt á høvdið. B71 fær eitt ultimativt álop í fjórða yvirtíðarminutti, ið dómarin segði var allarseinasti minuttur, og aftur er tað Brian Okpala, ið er frammi í sekstanmeturin, skýtir á stongina, er okkum fortalt (alt var ein hurlivasi um hettar mundi, so tað kann vera at okkurt er misskilt á vegnum). Bólturin støkkur út í fimm meturin og tíbetur spurtar Tijani Mohammed, ið er komin inn av bonkinum at jakstra eitt úrslit, inn í sekstan meturin og smekkar bóltin í kassan til leiðslu málið 2-1 til B71, og-alt-eksploderar inni í Dal!

Dómarin letur ein minutt ganga afturat, meðan NSÍ pumpar bóltin fram ímóti B71 málinum, men vit eru fyrstir á bóltinum og lítla løtu seinni, so er leyst og liðugt. 2-1 gerst endaliga úrslitið.


Meir enn eitt mál

Óansæð hvat hendir við kappingarenda, so hevur málið hjá Tijani í dag meiri at siga enn man við fyrsta eygnakast heldur. Sigur í dag tryggjar at vit eru jøvn í stigum við AB og tað garanterar meir ella minni, eina finalu inni í Dal um 14 dagar, har tað verður antin argjamenn ella sandoyingar, ið flyta upp í bestu deildina anno 2022!

Uttan at fara inn í alt millum himmal og jørð sum kann henda, so er tað soleiðis at NSÍ og Víkingur hava ein innahýsis dyst næstu ferð, meðan AB fær vitjan av FC Suðuroy á Argjum og B71 skal á Skála at royna seg ímóti vinnarunum av 1. deild í ár, Skála.

Tað kann sjálvsagt enn enda við at NSÍ og Víkingur enda frammanfyri bæði AB og B71, ið merkir at fremsta liðið av okkum báðum skal út í ein upp- og niðurflytingardyst ímóti næstniðasta Betri deild felagnum, ið enn ikki er endaliga staðfest.

Men í allarvesta førið, so verður hendan sokallaða "finalan" inni í Dal, um annaðhvørt beinleiðis luttøku í Betri deildini í 2022, ella upp- og niðurflytingar dyst, við tí sama fyri eyga. Hettar er fakta og so skal næsta umfar so avgreiðast, áðrenn vit vónandi vita hvørjum tað endar við.


10 ár síðani seinast

Seinast B71 vóru so tætt uppá bestu føroysku fótbóltsdeildina, var í 2011 tá vit fluttu niður úr júst hesi deild. 10 ár seinni, so standa vit loksins á gáttini, eftir nógv ár har ein tílík støða sá heldur ósannlík út. Av tí sama, so er man óvandur við spenningin og serliga óvanur er man við kensluna av at man kann avgera sína egnu lagnu, ikki við atlit til um man sleppur at vera eitt eyka ár í deildini, men um man sleppur undan deildini í í minsta lagið eitt ár, til frama fyri ovastu deildina. Hettar forklárar møguliga hví leikarar leingi ikki hava megna at hildið høvdið kalt tær ferðirnar vit hava verið nær við at taka av, men hava stetlað á málstrikuni.

Í dag stetlaðu vit eisini, men har vit til aðrar tíðir hava mist á stokkinum ella hava verið noyddir at tikið av tí næstbesta úrslitinum, so fingu vit fult stigatal á hesum sinni.

Vónandi kann hettar eggja leikarunum til ta sannroynd at tað ber til. Vit kunnu lúka krøvini, men vit fáa ongar "free rides", so at siga.

Í B71 má og skal man arbeiða. Vil man ikki leggja arbeiðsinnsatsin fyri dagin og risikera at síggja býttur út, um tað miseydnast, so er lítið sannlíkt fyri at vit fara at eydnast nakrantíð. Er man hinvegin sinnaður at síggja býttur út og gevur sítt ítarsta fyri hvønn ein bólt, við óavmarkaðum innsatsi, so kanska; bara kanska, eydnast vit við ársenda.

Nógv kann enn ganga galið, so gleðist um sigurin í dag; hvílið í morgin, men møtið so allir 100% upp til venjing tað sum eftir er. Tað er kravið og framyvir fara vit at vísa at Sandoyggin hoyrir heima har, ið tað allarstuttligast er.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar