Loksins!

Tað skuldu 20 dystir til, áðrenn tað endiliga bragdaði hjá kvinnunum. Men tá var tað hinvegin ein fínur 2-1 sigur ímóti HB, ið enntá kundi verið størri.

Dystarfrásøgnirnar hjá kvinnunum hava tíverri verið rættuliga fáar seinasta árið, tað skal beinanvegin sigast. Orsøkirnar eru simpulthen at úrslitini hava verið so konsekvent ring, at tað kendist sum at man snaraði knívin runt í sárinum, við at blíva við at tosa um úrslit aftaná úrslit, ið ikki livdu upp til forvæntningarnar, hettar kappingarárið.

Man kann akkurát tað sama vera erligur og siga at árið í ár hevur als ikki livað upp til tað vit settu okkum fyri við ársbyrjan. Ov nógvir mistøk eru gjørd hen ad vejen og tíverri hava vit snøgt sagt ikki duga líka væl í ár, við umstillingini til eini hægri deild og einum broyttum samstarvsleisti millum feløgini.

Alt hettar og meira afturat hevur so elvt til eina røð av verrið og verrið úrslitum.

Inntil í vikuskiftinum. Kvinnurnar vóru sum hamskiftar og tað var ein øðrvísi dámur rundanum, ið elvdi til at tær vístu tað stórspæl, ið vit gingu og droymdu um við ársbyrjan og sum tað kanska kundi verið blivið til, um bert fyrireikingarnar høvdu verið øðrvísi og kanska týdningarmest; betri.

Feløgini bæði mugu taka í egnan barm og koma við einum betri útspælið til komandi kappingarár, tí bæði úrslitið í ár og tey jaligu tingini, ið hóast alt hava verið at sæð, árið ígjøgnum, boðar frá at samstarvið hevur lív lagað, men hevur fingið eina ridsu í lakkið, ið nú má gerast aftur. Eitt trupult ár viskar hóast alt ikki 4 ár við fyrireiking burtur av sínum eintingum. Nú skal árið endast uppá bestan hátt, hóast vit enn hava ein sera truplan útidyst eftir ímóti KÍ á útivølli, áðrenn fyrireikingarnar til kappingarárið 2022 kunnu fara av bakkastokki av álvara.


Hagtøl

Tað er lítið at siga til at 19 ósigrar á rað við -112 í málmuni, kann ikki sigast at vera nakað vert yvirhøvir. Gekk liðið eitt heilt kappingarár við 21 ósigrum, so var tað ikki bara eitt óynskt met, tað hevði av álvara gjørt tað trupult at selt hugskotið um at samstarvið var vert at halda fast í. Eisini hóast tað kortini hevði verið fatanin hjá ivaleyst báðum feløgunum, tó við eini yvirháling til komandi kappingarár.

Yvirhálingin má tó ske kortini og broytingar mugu so henda til komandi kappingarár, hóast vit í seinastu løtu bjargaðu okkum eitt úrslit, ið aleina ger tað at vit ikki koma at taka metið fyri minst stigatal í einum kappingarárið hjá kvinnum. Eitt sindur av leiting aftur til 2016, so síggja vit at B68 eisini hevði eitt vánaligt kappingarár við einum javnleiki út av 20 dystum. Málmunurin har var -114 mál. Í 2012 var umleið sama skil hjá FC Suðuroy og hjá VB/Sumba í 2008. Hesi endaðu eisini árið við einum stigi, men við ávikavíst málmuninum -105 og -78.

Metið í fægst stigum eigur tó Skála, MB (2 ferðir), NSÍ og enntá KÍ í felag, tó at vit mugu viðmerkja, at hesi leiktu so bert ávikavíst 12 og 14 dystir tey harrans árini í 1998, 1991, 1989 og 1987, tá úrtøkan gjørdist 0 stig og málmunurin -83 hjá Skála, -60 hjá MB í 1991 og -51 í 1986, og at enda -67 hjá NSÍ.

At enda er vert at viðmerkja at hesi 36 árini, so eru AB við av og á, viðhvørt sum felagslið við m.a. B36 og viðhvørt sjálvi og B71 upptraðkar tí einu ferðina, í 2001, tá liðið flutti upp til endaspæl úr 2. deild og megnaðu ein sigur út av 12. Dysturin var tó vunnin uttan dyst, tá mótstøðuliðið ikki møtti upp inni í Dal. Mótstøðuliðið var, ótrúligt nokk, ta ferðina eisini HB! Á liðnum um tað mundi finna vit m.a. bæði Gerdu, Sólrun, Jónu, Hjørdis, Elin og Fríðgerð, ið allar hava verið við til at mynda AB/B71 felagsliðini í fleiri ár.


Forloysandi sigur

Málini hjá AB/B71 skora Rebekka Klein Olsen í 78. minutti og síðani Judith E. Rasmussen í 81. minutti, eftir at Ása Carlsen annars hevur lagt seg á odda í 41. minutti. Ása Carlsen verður harafturat rikin av vølli í 88. minutti.

AB/B71 hevði afturat øllum ríkiligt av møguleikum hendan dagin at skora uppaftur fleiri mál, men trúgvi tær eru nøgdar hóast alt við tey bæði málini sum at enda vunnu teimum dystin og tey ótrúliga týdningarmiklu stigini, ið drógu okkum upp frá einum null talið á stigatalvuni.

Sum tit hava lisið í gjøgnumgongu okkara av hagtølunum, so er tað hóast alt ikki óhoyrt at fáa fá stig, enntá 0, men tað er lítið at siga til at eitt samstarv, ið annars hevur verið ein sólskinssøga fyri feløgini bæði, fær illa brúkt eitt somikið vánaligt ársúrslit til nakað. Tað sigur seg sjálvt, hóast sigurin kom seint, so hevur hann týdning fyri sjálvsálitið hjá leikarunum, serliga við atlit til at vit nú mugu byggja uppaftur til vónandi okkara næsta ár í bestu deildini, við bæði betri spælið, men helst eisini fleiri stigum og munandi betri málmuni.

Alt í alt, so kann staðfestast at hóast árið valla kundi gingið verrið, so hava nógvar kvinnur víst ótrúligan hugburð at blíva við og við og við, eisini tá tað hevur gingið bart út sagt av helviti til. Ongin dámar at vera "prygelknabe" og mótstøðuliðini hjá okkum sóu viðhvørt og tíverri eisini eitt sindur út til at dáma at filla okkum sundir, gjarna so nógv sum gjørligt. Hettar er so teirra val og man kann so siga at í eini deild har so nógv mál blíva skoraði, hevur hvørt eitt mál afturat stóran týdning, tá tað meir enn so kann gerast avgerandi millum t.d. 1. og 2. plássið, skuldi tað verið javnt í stigum.

Men! Skít so. Vit vunnu og nú hava vit tryggjað okkum at kappingarárið alt ikki fór fullkomiliga eftir reyv. Vit eru enn langt aftast, men tíbetur kunnu vit vísa á onkrar dystir har kvinnurnar spældu væl og í minsta lagið ein, har góða spælið gav úrslit.

Vit síggja frameftir til komandi kappingarár. Støðugt framá og støðugt betri!

Drívið á AB/B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar