Ein mistur møguleiki

Onnur spáddu B71 ein nemman sigur, enntá suðuroyingar sjálvir, men tað gekk ikki akkurát sum flest væntaðu.

Tað var ein ógvuliga tómlig og onkisigandi kensla man sat eftir við eftir loknan dyst í Vági í gjár. B71 var betra liðið, men taptu kortini. Leikararnir tóktust uppsettir, men ávirkaðir av hvussu leingi dysturin hevði verið ávegis og hvussu stóran týdning hann nú tóktist at hava. Feilir omaná feilir loyvdu suðuroyingum framat málinum og skjótir vóru teir at straffa okkum, hvørt vit høvdu reiðiliga uppiborið við jonkasligum spælið og avgerðum.

Favorittar ella ei, í gjár megnaðu vit ikki at liva upp til leiklutin og tað kostaði okkum møguleikan at leggja okkum framum argjamenn og á uppflytingarplássið.

Møguleikin er tó enn til staðar og hesin ósigurin hevur í grundini bara gjørt tað eitt sindur truplari at røkka málsetninginum um at liggja á uppflytingarplássið við ársenda, men man má vera erligur og siga at hesin ósigurin svíðir. Óansæð um suðuroyingar vóru tendraðir og bardust manniliga fyri lívinum í deildini, so eru vit tað betra liðið í deildini, tað hava vit verið undanfarnu dystirnar og tað hava vit eisini víst á stigatalvuni. Men í gjár, tá leveraðu vit tíverri eitt undir miðal avrik.

Tað byrjar sum ikki eina ferð av skriðini til hjá B71, ið hóast alt kann taka tað eitt sindur meiri róligt enn mótstøðuliðið, har tað antin má bera ella bresta í hesum dysti. Longu í 6. minutti sleppur ein leikari at renna rímiliga ótarnaður ígjøgnum verjuna og smekka bóltin, rættuliga hegnisliga upp í handara málhorn. Ongin møguleiki hjá málverja okkara Jóhan Herálvi Hentze og so er mótbrekkan longu tung.

Tað tekur okkum eina góða løtu at finna stevið, mistøkini eru enn mong og tað skuldi vísa seg at vera eitt generelt trekk allan dystin ígjøgnum hjá B71. Tijani Mohammed fær tó ein risa møguleika miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá hann stendur frammanfyri víðopnum málið inni á fimm metrinum eftir eitt flatt innlegg úr høgru, men málverjin loypir fyri í síðstu løtu og stórbjargar á strikuni.

FC Suðuroy hevði eisini eina naska roynd uppá fríspark, áðrenn hálvleik, tá bólturin brestir í stongina og hóast ein FCS leikari móttekur bóltin beint eftir tætt uppundir málinum, so gongur alt so skjótt fyri seg at hann megnar bert at senda bóltin uppum.

Í 30. minutti verður Clayton Soares so feldur í brotssteiginum og sleppur sjálvur at skjóta bóltin í málið til 1-1 og so er meiri ró á gemyttirnar. 11 minuttir seinni er Clayton aftur á blettinum og økir til 1-2 og vit kunnu fara til hálvleiks við tí leiðslu vit vónaðu, áðrenn dystarbyrjan.

Av røttum so skuldi man trúð at B71 kundi koyra dystin trygt heim eftir hettar, men av eini ella aðrari orsøk, so eru nervarnir eitt sindur flossaðir. Akkurát hvat tað er sum ger tað, er ilt at siga, men tað eru suðuroyingar ið trýsta okkum og vit megna lítið og onki, hóast man skuldi trúð at nú sótu vit við essinum í ermini. Ístaðin sær tað út sum um vit eru aftanfyri 3-0 og hava mist trúnna. Hendan óskiljandi lítilátinheitin verður eisini okkara bani, tí vertirnir javnað til 2-2 og økja til 3-2 í 75. minutti og hóast hettar ikki í sær sjálvum er nøkur katastrofa, tá tíð enn er eftir, so verða síðstu 15-20 minuttirnir eitt virvar av ringum avgerðum og betri ógjørdar gerðir. Fyrst tekur Gunnar Lydersen eina skeiva avgerð, tá hann fellir ein mann á veg í álop, hóast hann longu hevur gult kort. Lítið annað at vænta tá enn at man fær tað seinna gula og nú jakstra vit dystin við einum manni í undirluta. Tað gongur tó eina løtu, men royndirnar undirmannaðir frameftir hava tað við at loyva skjótálopum ímóti og tað resulterar eisini í at FC Suðuroy fáa lagt seg 4-2 framum við smáum 5 minuttum eftir at leika.

Jónas Warner fær smekkað bóltin í málið útifrá og minkar um munin til 4-3, men hóast vit royna, so megna vit ikki at fáa eitt týdningarmikið útjavnandi mál, ið kundi bøtt eitt sindur uppá vánaliga avrikið hendan dagin.

Sum maðurin tók til eina ferð; tá tað fer at ganga illa, so gongur tað eisini av helviti til, og hettar eru sannleiksorð. Seinasta atsókn frá suðuroyingum í dystinum og Victoriano Fragola, ið meir ella minni er komin fyri seg eftir drúgva skaðafráveru, fer hart inn í eina takling, har møguliga hann skuldi havt trekt seg. Hvørt tað gula kortið var neyðugt, er ilt at siga. Suðuroyingar liggja og vena seg allan dystin og spæla ríkiliga nógv uppá hettar eisini. Gult kort fær argentini so og tá tað er tað seinna, so er tað av vøllinum fyri aðru ferð. Snøgt sagt, ikki gott.

 

Hvat fanin nú?

So er tað tað! Hvat er so status aftaná ein snøgt sagt katastrofalan dyst í Vági, ið kundi havt verið so nógv øðrvísi.

Alt er tíbetur enn víðopið. Einasta sum er ordiliga keðiligt við dystinum í gjár, vóru tey reyðu kortini. Um vit taptu dystin, men høvdu góða manning til dystin inni í Dal ímóti NSÍ, so var tað sum so ongin skandala. Tað keðiliga liggur í mátanum vit tapa dystin og ikki so nógv tað at vit tapa ein dyst, ið man kann vænta fer at henda, eisini tá vit eru stórfavorittar. Fótbóltur er fótbóltur og tað gongur sum vera man upp og niður.

Júst av hesi orsøk, kann man so siga, at tað er ein gyltur møguleiki at reisa seg aftur og vísa at man er ikki tað ein vísti í gjár. Í gjár var man ikki uppgávuna vaksin, tað er vist. Men alt kann broyta seg uppá eina viku. Menn kunnu venja hart og miðvíst og vísa seg frá síni bestu síðu leygardagin ímóti runavíksingum og so er longu alt á røttu kós aftur.

B71 er á fjórða plássið, tvey stig aftanfyri AB. Vit leggja sum so onki í hvat argjamenn gera um hettar mundi. Einasta sum hevur týdning er at vit royna at vinna næsta dyst. Tá tann dysturin er spældur, so konsentrera vit okkum um næsta dystin aftur. Og fyrst tá tann dysturin er spældur, so er relevant at konsentrera okkum um AB, tí tað eru júst teir, ið eru mótstøðumenninir á seinasta leikdegi.

Spekulere, spekulere.

Latum okkum síggja hvat morgundagurin hevur at bjóða.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar