Hildu stand í ein lítlan tíma

Ein dómarabrølari og ein fótfeilur var einasta sum syrgdi fyri at HB fóru til hálvleiks við eini 0-1 leiðslu. Tað kundi havt verið øðrvísi.

Tað vóru ongantíð útlit til at B71 fóru at skapa nakra sensatión hettar mikukvøldið inni í Dal. Fortreytirnar at spæla, nú tað líðir ímóti endanum av landskappingini, eru ikki tær allarbestu og av tí sama, so vóru kortini blandaði til steypakappingardystin, ið satt at siga, hevði minni týdning enn dysturin í morgin ímóti KÍ í 1. deild.

Tó so, nógv var lagt fyri at tryggja at HB ikki bara kundu koma til Sands og spáka ígjøgnum verjuna hjá okkum. Allan fyrra hálvleik á tamb lógu okkara menn djúpt og dúvaðu uppá langar sendingar og snarálop og dugdu sum heild ógvuliga væl at fáa sum mest burturúr. Tíverri tardi hettar eisini uppá kreftirnar, at spæla á hendan hátt og tað var nokk eisini hendan møðin, ið gjørdi seg galdandi tá 65 minuttir vóru spældir og HB loksins fingu seinna málið, ið teir høvdu arbeitt leingi fyri. Næstu 12 minuttirnar løgdu teir seg bæði trý, fýra og fimm mál framum. Tíbetur steðgaði tað har. HB hevði møguliga fingið tað teir vóru komnir eftir og okkara fótaðu sær eitt sindur betur.

Tað var annars vandi fyri at dysturin fór at koppa rættuliga nógv til okkara fyrimuns í allarfyrstu minuttunum, tá ein long sending fram til áloypara okkara Joel Vazquez, ið jakstrar bóltin við einum HB verjueikara í síðuni, B71arin sær út til at sleppa forbí og málverjin er tískil komin út at beina bóltin burtur. Ístaðin er tað Joel, ið fær prikað bóltin forbí og skal til at renna ímóti opnum málið tá hann verður rivin niður, fríur ímóti málinum. So er spurningurin bara hvat fyri kort skal gevast og ongin ivi er á heimaáskoðarunum, at ivaleyst eigur tað at vera reytt.

Vit vera tó slemt skuffaði, sum danir siga, tí dómarin Rani Skaalum velur ikki at geva nakað kort, ikki eingong eina átalu, sprænir eitt merki í vøllin har bólturin skal liggja og telir metrarnar yvir til har múrurin skal standa.

At siga at áskoðarar stóðu spyrjandi er eitt undirdrívilsi av teimum heilt stóru. Men hettar var avgerðin, ið sjálvsagt var sera populer millum HB áskoðararnar og sikkurt leikarar eisini, ið sluppu snikkaleysir. Løtu seinni og hinumegin fær okkara málverji ikki somu sømdir, tá dómarin metir at hann hevur mist bóltin, ið hann stóð og driblaði, og sum hann tískil tók uppaftur fyri aðru ferð. Indirekta fríspark, ið verður rættað av í múrinum og endar í netinum, so er 0-1 til HB. 

Tað er torført ikki at kenna seg illa viðfarnar í tílíkum førum, men vit eru von við at størru liðini fáa avgerðirnar, so hettar var bara enn eitt dømi um tað sama.

 

Spennandi í landskappingini

Hóast vit eru úti av steypakappingini, so eru vit væl við í landskappingini. Tvey stig aftanfyri AB og ein dyst færri í skrivandi stund.

B71 tekur ímóti KÍ á heimavølli, meðan AB skal til Streymnesar á vitjan hjá EB/Streymi, ið berjist ímóti at rykkja niður í 2. deild.

Sum ikki eina ferð, so vóna vit alt tað besta fyri okkara menn, tó at vit viðurkenna at KÍ, ið liggur langt á odda í bestu deildini, hava allar møguleikar at stilla við einum góðum liðið í okkaru deild og av tí sama, so er ikki at ganga og halda at hettar verður nøkur væl yvirkomilig uppgáva. Allir dystir, ið eru eftir, eru finalur og torførir frá fyrsta bríksli. Vit skulu halda gjørdar avtalur og kempa frá fyrsta bríksli. Gera vit ikki okkara besta, so hava vit ikki uppiborið meir enn næstbest.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar