Bylgjaði aftur og fram

Tað var torført at spáa um hvat liðið fór at draga longra stráið, longu frá fyrsta bríkslið leygardagin í Lervík.

Mangan hevur tað verið strævið at fylgt við B71 til Leirvíkar at spæla og ofta hava vit eisini seinastu árini verið við undirlutanum uppi í Brekku. Hóast hettar, so var fyrsti dysturin eg nakrantíð var við besta mansliðnum í Leirvík og hugdi at, eitt gleðiligt upplivilsi. Tann dysturin var leiktur seinasta umfar í 2006 ímóti LÍF, ið tað sum kunnugt æt, áðrenn felagsliðið Víkingur var stovnað nøkur ár seinni.

LÍF lá tá á 3. plássið og uppflytingin var tryggjað, saman við AB, ið lá á 2. plássið. Einasta sum var eftir at staðfesta, var hvørt B71 ella AB skuldu vinna deildina. AB vann sín dyst hettar seinasta umfarið 0-6 ímóti SÍ og tí mátti B71 vinna í Leirvík fyri at tryggja fyrsta plássið, hvørt teir eisini gjørdu 0-2. Bæði málini skoraði Clayton Soares, ið hóast hann ikki skoraði í vikuskiftinum, var á vøllinum og viðvirkaði, m.a. við einum uppleggið til fyrsta málið, til at vit enn einaferð kundu kenna søta sigurin í Leirvík.

14. oktober 2006 fyri næstan 15 árum síðani vunnu vit 1. deild í Leirvík og dagurin var góður. Árini eftir vóru eisini sera góð og gevandi, men so kom stígur í og ein sonn oyðimarkargonga, har vit fluttu niður fyrst í 1. deild og síðani í 2. deild, síðani upp aftur og so niðuraftur, áðrenn vit fyri 4 árum síðani vunnu okkum sæti í næstbestu deildini aftur. Komandi fýra árini hava verið ein langur kampur fyri at leggja eina nýggja kós fyri felagið og finna ein arbeiðssetning, ið ikki bert tryggjaði at vit uppá sikt kundu blanda okkum uppí teimum bestu aftur, men eisini at vit framyvir kundu tola afturstig, uttan at fara fullstendiga aftureftir hælið sum felag.

Hettar arbeiði er verrið enn so liðugt og enn eru nógvir manglar í felagnum, ið vit framhaldandi mugu arbeiða uppá. Men arbeiðið heldur á fram og verður gjørt av hugaðum fólkum, ið leggja sera nógv fyri dagin. Hetta vita vit eisini at fólkið her suðuri seta prís uppá, tí tað ber betri væl til í hesum døgum, at heita á stuðlar um at rætta felagsskapinum eina hjálpandi hond. Tá vit øll lyfta í felag, tá er hugaligt at arbeiða.

 

Svingandi spæl, men gott úrslit

Hóast vit kunnu gleðast um tey trý stigini, serliga havandi í huga at nærmastu kappingarneytar okkara snávaðu enn einaferð, so mugu vit framhaldandi vera eyðmýkir og viðurkenna at so skjótt vit sleppa spitaranum, so lúrir deyðin í durunum.

Fyrri hálvleikur bjóðar uppá nakrar málmøguleikar til bæði liðini, har kanska tann størsti fellir til Víking, men málleyst er tá dómarin bríkslar eftir trý kvarter av fótbólti. Víkingur er tó liðið, ið trýstir B71 meira og ikki umvent.

2. hálvleikur byrjar tó heldur betur fyri okkara viðkomandi. Jónas Warner skorar longu eftir 3 minuttir av spælið, eftir upplegg frá Claytoni Soares.

Hereftir er tað nokkso nógv B71, ið dikterar spælið næstu løtuna, men missa tíverri takið aftur og tá er tað Víkingur fær gagnnýtt trýstið og javnar til 1-1. Eitt skot útifrá rakar stongina og bólturin støkkir út til ein Vìkinga leikara, ið lættliga fær skotið bóltin framvið Jóhan Herálvi í málinum.

Síðani er tað nærum einvegis ferðsla hjá Vìkingi ímóti B71 hálvuni, men vit standa eisini aloftast væl og dúva uppá skjótálop. Leingi sær tað út til at vit nokk mugu brynja okkum til at vera nøgd við eina stigið, men hettar broytist alt síðstu 10 minuttirnar, tá B71 enn einaferð fær yvirvág í spælið og tað endar við at Joel Vazquez kann leggja B71 framum í 85. minutti, eftir upplegg frá Jónasi Warner.

3 minuttir seinni er aftur galið hjá Víkingunum, tá ungi Suni Herman Petersen strýkir ígjøgnum verju teirra í høgru síðu, ímóti baklinjuni og flestøll vænta at hann fer at leggja bóltin tvørturum og tætt uppundir mál, har ein B71ari stendur. Tíbetur sansar ungi skálavíksingurin at maðurin er for væl uppdekkaður og velur ístaðin at leggja bóltin afturum í sekstanmeturin til ein púra ódekkaðan Tijani Mohammed, ið kann smekka bóltin í kassan og so er 1-3 til B71, eitt sindur óvæntað, men bestemt ikki óuppiborið.

Nærum onki er eftir av dystinum og kanska slappa vit for nógv av hesa løtuna, í øllum førum so spæla vit bóltin frameftir høgra vongi, men missa hann í uppspælinum og so gongur tað skjótt hinvegin og yvir í øvugtu síðuna, har ein Víkinga leikari megnar at smekka bóltin ovarliga í vinstru síðu av málinum hjá B71, frá einum smáspískum vinkuli.

Ein strika í rokningini og hóast tað bert er ein ella tveir minuttir eftir, so verður síðsta løtan dekan ov spennandi. Vit halda tó stand og sigurin er staðfestur.

 

Don't mention the war

Soleiðis ljóðar sitatið frá einum sera kendum parti av Fawlty Towers har høvuðspersónurin Basil Fawlty av øllum alvi roynir at halda arbeiðsfólki sínum frá at nevna seinna Veraldarbardaga, orsaka av týsku gestunu á gistingarhúsinum har tey arbeiða.

Nakað soleiðis haldi eg fólk hugsa tá vit skriva dystarfrásøgnir og práta nokkso frítt um møguleikan fyri at flyta upp, tí tey hava onkra sannføring um at verður for nógv fokus sett á uppflyting, so "jinxa" vit onkusvegna alt.

Hóast væl skilligt, so kann eg heilsa og siga at um fótbóltssleikarar vera koyrdir av sporinum, orsaka av at man klárar seg væl og tað tískil er vandi fyri einum óvanliga góðum úrsliti, ið man ikki skal nevna við einum orði, so er spurningurin um man er mentalt til reiðar at geberda seg millum tey bestu.

Er man í oddinum í 1. deild og arbeiðir seg fram til at uppflyting er ein møguleiki, so skal man sjálvandi ikki rysta í brókunum hvønn einasta dyst, har úrslitið saktans altíð kann blíva javnleikur og tap, eins væl og sigur. Hettar er spælið og realitetirnir. Eru vit góðir, so skulu vit eisini hava álit á at tað sum vit hava gjørt í langa tíð riggar og fer at rigga framyvir og kann saktans bera okkum allan vegin fram á mál.

Eg vil enntá fara so langt sum at siga at er man nóg góður til at møguleikin fyri uppflyting er til staðar eftir 22 leikumfør, við 5 umførum eftir, so eigur man ikki at óttast at viðgera møguleikarnar fyri at man eftir síðstu 5 umførini er í bestu deildini. Sjálvandi kann alt enn ganga galið og ger tað tað, ja so skal man ikki koma við eini vánaligari umbering at vit prátaðu for nógv um tað teoretiska. Um tað var tilfeldið, so legði man ongantíð ein taktikk í einum dysti, tí man leggir vælsaktans ein taktikk og prátar um hvat møguliga fer at henda í dystinum, alt við tí endamálið at vinna áðurnevnda fótbóltsdyst.

Tað sum man tó kann ásanna, her ímóti endanum av longu greinini um alt og onki, tað er at vit vinna sjálvandi ikki uppflyting her og nú. Tað eru 5 dystir eftir og vit leika ikki allar 5 í einum. Fyrst má man hugsa um KÍ á heimavølli og royna at fáa líkinda úrslit í tí dystinum. Tá tann dysturin er liðugur, so kann man skifta fokus til næsta dystin í røðini und so weiter.

Hava vit lært nakað av seinastu tveimum vikunum, so er tað at onki er liðugt fyrrenn alt er liðugt, vit kunnu enn missa alt á gólvið, um vit slappa for nógv av og at enda, vit eru fult so góðir sum eitthvørt annað lið í hesi deildini og tað kunnu líkasovæl vera vit, ið spæla í Betri deildini í 2022, sum kappingarneytar okkara.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar