Vendu tap til sigur

B71 hevur meir enn einaferð havt sítt stríð av hvít/svørtu havnamennirnar úr B36. So var eisini hesu ferð.

Kappingarárið 2021 hevur meir ella minni vent allar vegir. Vit byrjaðu við at vera botnproppur, so vóru vit nummar 2 ein yvirgang, síðani raslaðu vit niðureftir stigatalvuni og nú eru vit so aftur í hølunum á uppflytingarstríðnum, hóast tað skal nokkso lítið til at vit aftur dragna í so máta.

Eitt sindur óstabilt kann man siga, men vit sum hava sæð dystirnar og fylgt við liðnum, hava samstundis eisini sæð at her er útlit til meira enn hvat úrslitini aleina siga. Tá vit spæla væl, so spæla vit sera góðan fótbólt og bert hendingarferð hava menninir leikt direkta illa. Vil enntá fara so langt sum at siga at tað nærum bert er hent eina ella tvær ferðir at man er farin av dysti við tí kensluni at vit als ikki vóru við. Í so máta, so hevur árið í ár longu verið sera væleydnað, eisini um tað við ársenda vísir seg at vit ikki flyta upp. Tó skulu vit hava tað sum málsetning at í minsta lagið gera tað so tætt sum gjørligt til seinasta leikdag, tí sum vit hava borið fram áður, so kunnu vit, á einum góðum degi, vinna eitthvørt lið í hesi deildini.

Hóast alt hettar, so eru tað í einstøku dystunum at man skal vísa sítt virði og leygardagin spældi B71 á heimavølli ímóti B36. Sum skilst, so høvdu vit okkara møguleikar í fyrra hálvleiki, men tað eru havnamenn, ið taka fara framum at byrja við í 11. minutti.

2. hálvleikur er munandi hugaligari. Tijani Mohammed javnar fyri B71 í 55. minutti, áðrenn Jónas Warner økir í 63. minutti. Joel Vazquez økir til 3-1 í 75. minutti og so er dysturin vónandi lukkaður.

Hettar vísir seg eisini at vera endaliga úrslitið og B71 kann, eftir eitt sindur av sveittabrotið, tryggja sær øll trý stigini, ið skuldu vísa seg at vera ikki so lítið týdningarmikil, tá man hugsar um úrslitið hjá kappingarneytanum AB dagin eftir.

 

Ein lívlinja

Vit høvdu so smátt vant okkum við tankan um at nú fóru vit at gevast at práta um uppflyting og annað spennandi og bara tryggja okkum at vit endaðu árið positivt, umframt arbeiða fram ímóti einum betri úrslitið næsta ár.

Men so tapti AB, eitt sindur óvæntað, ímóti HB á heimavølli og nú eru 5 stig upp til kappingarneytarnar og B71 hevur leikt ein dyst færri. Afturat hesum, so hava vit ein dyst eftir ímóti júst AB og so enntá á seinasta leikdegi síðst í oktober.

AB hevur yvirkomiliga mótstøðu síðstu dystirnar, meðan B71 hevur bæði Víking, NSÍ, Skála og AB eftir, umframt FC Suðuroy á útivølli. At enda hava vit KÍ heima, ið í skrivandi stund hevur megnað 16 stig út av 21 møguligum seinastu 7 dystirnar.

Alt hettar tikið í betraktning, so er kjansurin at kalla lítil. Men hann er til staðar.

Nógv skal fløska seg til okkara fyrimuns, men hava vit pr. 30.10 fingið okkum 3 stig fleiri enn argjamenn, so er klárt at leggja í kakkelovnin til ein finaludyst henda dagin inni í Dal.

Kundi verið stuttligt at uppliva.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar