Úrslit lúgva

Hóast AB/B71 tapti 4-0 ímóti endanum og hildu áfram við nógvu tapunum hettar árið, so var hesin dysturin ein tann best leikti dysturin leingi.

Tað ber sjálvsagt til at siga at gongdin er ring tá man fer at gleðast yvir dystir, ið endað í tapið við fleiri málum, har ein sjálvur ongi mál skorað. Men tekur man samanhangin við, so er úrslitið meiri imponerandi enn eftirtíðin fer at geva sær far um, tá tey hyggja at dystinum í hagtølunum.

AB/B71 kvinnurnar komu afturum longu í 3. minutti ímóti einum væl uppløgdum EBS/Skála liðið, ið í løtuni er á 2. plássið í bestu kvinnudeildini og kappast um FM við KÍ, ið sum kunnugt fillaði sama lið sundir og saman 0-14 á útivølli fyri bert einum góðum mánaða síðani. Sætt í tí ljósinum, so vóru nógvu minuttirnir eftir leiðslumálið reinur klassi. AB/B71, ið leikti í gulum og bláum hendan dagin, vóru hættisligar og væl samanspældar næstu longu løtuna og fremst av øllum, so trýstu tær bólthaldaran hvørja evigu og einastu ferð mótstøðuliðið hevði bóltin. Hettar stressaði og úrslitið var at møguleikarnir blivu færri ímóti AB/B71 málinum og EBS/Skála sløsaði oftari. Harafturat stóð Eyðbjørg í málinum ein sera sera góðan dyst og eigur eisini heiðurin fyri at minst 2-3 mál ikki fóru inn. Hjá einum liðið, ið hevur verið so illa koyrandi sum okkara tíverri hevur verið, so hava vit tó tørv á góðum spælið frá aftasta skansa, fyri at halda málini ímóti til eitt absolutt minimum og spæla vit sum talan var um hendan dagin við Margáir, so er ikki frítt at vit kunnu gera helviti heitt fyri okkurt lið á einum av okkara betri døgum.

Tað er vandamikið at fara ov høgt upp at flúgva, men nú møguleiki er fyri at draga nøkur positiv ting fram í ljósið, so skulu vit taka av.

 

- Hóast vit lótu mál inn beinanvegin, so hildu vit málið reint í 50 minuttir eftir tað, áðrenn vit lótu næsta málið inn.

- Triðja málið var ein óheppin misskiljing har málverjin tók bóltin upp eftir afturlegging og skjótt tikna frísparkið elvdi til at málið var púra opið at skora í, meðan seinasta málið var eitt óheppið brotsspark. Tískil kundi, og burdi, ósigurin í grundini verið uppaftur minni, hóast sigur til EBS/Skála var uppiborin.

- Málverjin og verja leiktu ein góðan dyst saman, miðvøllurin tók ábyrgd og dekkaðu væl uppfyri, so trupult var hjá mótstøðuliðnum at brodera seg ígjøgnum, umframt at lítið av plássið var í bakrúminum, hjá áloyparum ótarnað at renna seg fríar í.

- Leikararnir runnu nógv allar, umframt at tær hoyrdust á vøllinum, ið hevur verið ein mangulvøra nærum alt árið, har tað hevur verið sum í grøvini.

- Hýrurin var nógv betur. Liðið sá út til at vera komið inn á vøllin, ikki bert fyri at kempa, hvørt tær gjørdu, men eisini at spæla góðan og einklan fótbólt, ið gav úrslit frameftir. Nógv vandamikil álop frameftir var úrslitið, hóast vit manglaðu seinasta fótin og neyvleikan frammanfyri málið hjá hinum.

 

Hesi tingini og fleiri vóru absolutt positiv og verd at byggja uppá til næsta dyst, ið verður í kvøld 18.30 ímóti NSÍ í Runavík. Mótstøðuliðið er hesu ferð eitt annað og vandin er sjálvandi tann at man ikki megnar tey somu tingini sum seinast og ymiskt sum eydnaðist væl tann dagin, fara kanska als ikki at rigga í kvøld.

Týdningarmikið ikki at missa mótið, um man sær at tað ikki gongur eins væl við øllum. Finnið tá heldur loysnirnar skjótast gjørligt og arbeiði hart. Fyrst og fremst var stríðsviljin ein stór orsøk til at tað eydnaðist so nógv betur seinast hjá kvinnunum, enn tað annars hevur eydnast í ár.

Drívið á AB/B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar