Taptu so ikki
B71 vóru ávegis at rætta skútuna eftir trý vánalig úrslit á rað, men so koksaðist alt eina løtu.
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá monnunum síðstu trý umførini, har 1. deildar leikararnir hava verið noyddir at bíta tap ímóti fyrst B36, síðani HB og fyri nøkrum vikum síðani, Skála, í seg. Serliga síðsti dysturin var snøgt sagt ringur og ringu úrslitini hava tað við at breiða seg sum ringar í vatninum. Hugurin gerst altíð verrið og hýrurin verður ávirkaður.
Tí var tað ein kærkomin vend tá vit skuldu hitta EB/Streym á útivølli og vóru frammanfyri heili 0-3 í hálvleikinum. Loksins tóktist tað sum um vit fóru at fáa eitt jaligt lot inn yvir aftur. Tó mugu vit ásannað at tað ringasta var ikki farið afturum, tí vit megna ikki at halda góða spælið koyrandi í 2. hálvleiki og lata so fyrsta málið inn tá ein tími er leiktur.
Eitt mál er keðiligt, men í sær sjálvum ongin katastrofa, um bert vit megnaðu at savna tankarnar aftur og binda fyri. Hettar hendir tíverri als ikki og í 72. og 74. minutti skorar EB/Streymur tværreisur og so hava vit fyribils lorkað tvey stig burtur, møguliga í vanda fyri at missa øll stigini.
Tíbetur heldur tað ikki á fram við vandakósini restina av dystinum, ístaðin trýsta vit fyri at fáa fatur á vinnandi málinum, ið næstan kemur tá bólturin støkkur til Klayver inni í sekstanmetrinum, men skotið verður blokerað og vit klára ikki at buksera bóltin innum strikuna.
EB/Streymur vinnur sær eitt stig og vit tapa tvey.
Óneyðug rótarí úr erva
Tað hevur verið eitt sindur bumsut gongd í deildini í ár, fyri at siga tað milt. Fyrst tapa vit tríggjar dystir á rað, sum tað fyrsta í árinum, fyri síðani at venda gongdini fullkomiliga og eru nr. 2 í deildini tá byrjað verður uppá seinnu helvt av kappingarárinum.
AB styrkti seg í hálvuni við eini rúgvu av fólki og hava vunnið seg uppeftir í 2. hálvu, meðan vit hava staðið mestsum í stað. Hóast uppflyting er og verður málið, so hava vit ikki tann luksus at vit fáa hugsa meir enn ein dyst frameftir í senn. Vit mugu fonglast eitt sindur við mannskap, tí nógvir skaðar og leikbann gera sítt og tað merkir tíverri nógvar rokadur, helst í verjuni hettar árið, har vit hava verið serliga óhepnir.
Afturat egum ódugnaskapið og óhepni, so hava vit strítst nógv við at skilja uppíbland frá Fótbóltssambandinum, ið fleiri ferðir hevur rokerað dystir í deild okkara, ið er eitt sindur av eini kastibløku í mun til hvussu Betri deildin verður løgd. Flytan av dystum í Betri deildini ávirkað nógv dystir í 1. deild og ikki altíð eru avgerðirnar serliga væl grundaðar, eiheldur gjøgnumhugsaðar. Vit hava spurt um forkláring uppá hví ávís lið fáa fordeilir til ávísar tíðir og ivaleyst hevur B71 viðhvørt eisini notið gott av onkrum inntrivið, ið hevur merkt at FSF hevur favoriserað okkum, tað vikuna.
Tað kann aldrin vera nemt at leggja dystir í hesum ymsu deildunum og har eru ivaleyst nógv atlit, ið FSF metir skulu takast og viðhvørt mugu avgerðir takast, ið ganga meiri útyvir eitt lið, enn kappingarneytar teirra. Hettar er alt givið og vit eru ikki órímilig; vit vilja gjarna spæla við og fáa tingini at glíða.
Tó vilja vit ikki bara góðtaka allar avgerðir, uttan forkláring og sum onkuntíð síggja púrasta óneyðugar út. Seinasta avgerð var at býta tvey umfør í 1. deild um, av tí at Betri deild dystir blivu framskundaðir, ið merkti at B71 átti at verið farin til Suðuroyar uppá standandi fót, hóast vit trúðu hesin túrurin fór at vera í oktober, ið annars var ætlanin.
Møguliga B71 kundi havt lagt sær ætlanir til rættis í ótíð, um FSF hevði ómakað sær at ávarað um ætlaninar, men ístaðin verða ting bara gjørd, uttan samskifti við nakran og úrslitið var at ikki bara skuldu vit av Sandoynni, til Suðuroyar at spæla, men vit skuldu norð/suður leygardag ella fríggjadag at spæla. Ferðaætlanin loyvir tó ikki sandoyingum at ferðast heimanifrá og norð umborð á Smyril tíðsnokk tann sama morgunin, so leikarar mugu tískil herbergast kvøldið fyri. Alt hettar kostar pengar og tekur tíð at samskipa, men FSF heldur tíverri ov ofta at alt ber til, uttan at kannað tingini ordiligt.
Harafturat kom ongin forkláring uppá hví dystir skuldu umbýtast í 1. deild, bara tí Betri deildin bleiv framskundað ein dag. Vit eftirlýstu forkláring, men ongin forkláring kom. Einasta sum hendir, var at dystir okkara blivu fluttir til oktober og so eru vit hálvavegnu aftur farin í feriu í nakrar vikur, tí vit raka ein landsliðssteðg, meðan hini spældu umfarið sum vanligt. Kendist ikki reiðiliga sum ein sigur.
Nógv rót, nógv óneyðugt rót. FSF, ið hevur lønta umsiting til tað sama, hevði spart sær nógv høvuðbrýggj við at samskift betur við feløgini. Sum heild er tað sjáldsamt at nakar ómakar sær at seta seg í samband við okkum, ið resulterar í at vit senda bræv omaná bræv til FSF, ið meir enn einaferð er blivið syltað. Hvat fáa fólkini tá løn fyri?
Nú verða landsdystir komandi tíðina og 11.09 skulu menninir so aftur í eldin ímóti Víkingi, ivaleyst í Leirvík. Spennandi at vita um FSF megnar at lata eina viku fara framvið, uttan at flyta runt uppá dystir í 1. deild og vit spæla tey dato vit eiga at spæla.
Drívið á B71 og Føroyar!