Útspældir

Talan var um tvey lið, ið høvdu ring úrslit at vísa á undan dystin. Tá avtornaði, so var Skála fyrireikað og vit vóru ikki.

Tað er bart út sagt forferdiligt at spæla dystir mitt í viku. Í øllum førum fyri B71. Hagtølini hava verið batnandi í seinastuni, men tað er ikki ein góð loysn hjá amatør leikarum at arbeiða fullar dagar og so ganga út frá at man kann spæla góðan fótbólt móður og á útivølli.


Dysturin

Skála skorar longu í 9. og 11. minutti til 1-0 og 2-0 og veruleikin av tí heila er at forholdsvís nógvu áskoðararnir, ið vóru møttir upp og vónaðu betri úrslit, kundu í grundini bara farið heimaftur tá, tí tað gjørdist bara verri, fyri síðani at blíva eitt vet betur í 2. hálvleiki, har skálamenn tó kortini skoraðu enn eitt mál og endaliga úrslitið gjørdist 4-0.

B71 leikararnir vóru sum sagt eitt sindur betur við í 2. hálvleiki og fingu einkultar møguleikar, at pynta um úrslitið, men megnaðu tað ikki á hesum sinni. Skála spældi væl og tá vit spældu heldur illa, so komu teir tíverri til at síggja út sum Barcelona.

Ein dystur, ið ikki skal liva leingi í minni okkara og vit gleða okkum longu til næsta dyst í vikuskiftinum, har vit vónandi fáa meira burturúr og kunnu koma uppá rættkjøl.


Hvat vilja vit?

Hóast vit kávað eitt sindur útyvir ringa úrslitið, við at kritisera dystir mitt í viku (ið eru deyðin fyri amatørleikarar), so hava úrslitini, sum sagt, verið frægari seinastu tíðina; hettar ivaleyst tí vit snøgt sagt hava eitt betri og meiri samanspælt lið enn ár frammanundan, ið klárar betri tílíkar avbjóðingar. Vandin við at tapa fleiri dystir á rað, er at fólk fara at umtala B71 sum verandi ikki eitt gott lið og tað er bara ikki veruleiki. Man liggur ikki til uppflyting eftir hálvt ár og so eftir eina summarferiu, so er man ikki eitt gott lið meira. Hettar hongur ikki saman og tað hongur ikki saman, tí tað passar ikki

Veruleikin er nokk heldur tann at ov nógvir hava tikið sær ov nógv av løttum við venjing og ábyrgd og úrslitið er sjálvsæð, tá vit hitta liðum á døgum har tey vilja hava stigini nógv meira enn vit. Afturat hesum eru vit skaðaplágaðir og hópurin tynri enn man vildi ynskt.

Skal vend koma í, so mugu tvey ting henda. Fyrsta, heilt eyðsýnda broytingin má vera at møta væl upp til allar venjingar og virða fyrireikandi arbeiði, ið liggur í at venja uppundir ein dyst. Harnæst mugu vit sum standa uttanfyri royna og byggja okkara leikarar upp, heldur enn at kritisera. Teir vita væl at gongdin ikki er nøktandi og hóast vit sjálvandi skulu koma við konstruktivum kritikki, har neyðugt og ynskiligt, so mugu vit ásanna at leikararnir eru bert menniskju og tað nívir teir sjálvandi tá teir ikki megna tað vit øll so brennandi ynskja at teir megna. Tað er ongin ivi í mínari sál at vit fara at koma hartil og hóast nógv eru farin at ynskja uppflyting av fjandanum til og siga at vit ikki hoyra heima har, orsaka av einkultum úrslitum, gott nokk fleiri á rað, so er mín spurningur bara: Er tað betri at liggja og damla í 1. deild? Hava vit ikki álit á okkara ungu og eldru leikarum, at teir fara at veksa við uppgávuna, hóast vit tveita teir í djúpra endan? Ella eru fólk enn ivasom, hóast eg tíðum hoyrdi fyri nøkrum árum síðani, at B71 fór neyvan nakrantíð at vera eitt uppflytara lið aftur. Í øllum førum ikki fyrrenn fast samband fekst í oynna.

Men hyggið nú. 2 ár, áðrenn fast samband og vit (hóast vit síggja ridlutir út í løtuni) eru við í oddinum í 1. deild. Er tað gott nokk? Nei. Men tað vísir at vit hava arbeitt yvir evnir og rokkið málum skjótari enn spátt, har onkur enntá kolldømdi at tað fór at bera til.

Poengið í allari hesari svaduna er at vit megna meira enn hvør Hanus og Janus vil vera við. Tíverri minnast fólk ofta best tað ringa og negativ hugsan verður oftani skýrd realisma, tá hon tíverri ógvuliga ofta bara er júst tað. Negativ hugsan.

Vóru vit "realistisk" og jakstraðu fyrsta plássið hvønn dyst, so vóru vit betri tænt við bara at niðurleggja felagið, tí hendan realisman klárar B71 ikki yvir nátt. Tað merkir tó ikki at vit ikki kunnu klára tað. Møguleikin er altíð til staðar, men tað er eitt hesta arbeiði, bara at vinna seg eitt pláss upp á stigatalvuni árliga. Tí skal man gleðast yvir hvussu væl øll í felagnum hava arbeitt í áravís, so B71 enn einferð, ikki bert í vaksnamannafótbólti, men yvir alt, hevur ment seg. Hettar er talan eg gevi mær sjálvum í høvdinum, meðan eg hyggi eftir Skála-B71 í gjárkvøldi og B71 leikararnir næstan ikki settu ein einasta fót rætt.

Tá teir spæla illa, so skal alt felagið taka tað til sín, tí tá hava vit øll gjørt okkara arbeiði illani. Vit skulu niður í díkin við leikarunum á vøllin, hvørja einastu ferð tað gongur av fananum til. Tá hava vit eisini reiðiliga uppiborið at gleðast við leikarunum tá tað gongur væl. Summi eru bara við tá tað gongur eftir vild. Onnur eru við allan rutsjubanatúrin, men bæði skulu sleppa at vera við, tí brúk er fyri øllum, altíð.

Tríggir dystir á rað, trý tap. Lat okkum for svartasta ikki halda áfram soleiðis.

Har býr meira í okkum enn hagtøl í løtuni vísa.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar