Mist stev?

Sandoyingar hava nú tapt tveir dystir á rað, ímóti mótstøðuliðum, ið vit á betri døgum høvdu vunnið.

Um ætlanin var at gera kappingina spennandi aftur, so hava vit, í felag við Fótbóltssambandið, ið liggur og gevur óneyðugar fordeilir til kappingarneytar okkara, veruliga opna upp fyri at vit framyvir mugu berjast fyri at vera við í uppflytingarstríðnum.

Undan kappingarbyrjan, so var uppflytingin ikki okkara fremsta fokus hóast alt, men tað er hon so blivin, tá tað so smátt gjørdist greitt at okkara lið ikki stóð nógv aftanfyri flestøll onnur lið í deildini. Forholdsvís góða gongdin hjá okkum, mótvegis heldur ringu gongdini hjá fleiri av okkara kappingarneytum gjørdi so eisini tað at vit ótu okkum innaftur á oddafiskarnar og løgdu okkum væl fyri. Hendan leiðsla er tó tynt niður í onki og uppgávan hjá argjamonnum er at vinna í Klaksvík í annaðkvøld og so eru teir knappliga tvey stig frammanfyri, eftir at teir hava leita sær eftir nýggjum liðið í Danmørk í hálvuni.

Áðrenn tveir ósigrar á rað, so byrjaðu vit annars væl við tveimum sigrum. B36 leikti síðani ok ímóti okkum, meðan vit ridlaðu nakað nógv og úrslitið gjørdist at teir fóru við øllum. Dysturin fríggjakvøldið ímóti HB fór altíð at vera ein væl truplari heimadystur enn ætlað, tá besta liðið ikki spældi hettar vikuskiftið og møguleiki var sostatt at taka fyrstaliðsleikarar við, ið vit undir vanligum umstøðum ikki høvdu leikt ímóti. Hettar eru tó treytirnar og tað var onki grenj um hettar, inntil vit frættu at FSF hevði avgjørt at kappingarneytar okkara á Argjum skuldu ikki líða somu lagnu sum vit ímóti KÍ og teir sleppa tí at leika týskvøld ístaðin, har klaksvíkingar ivaleyst stilla við tí "vanliga" 1. deildar liðnum, heldur enn at lata besta liðs leikarar leika. Argument var onki. Niðurstøðan man tí vera at FSF tók synd í AB, men tók ikki líka nógv synd í okkum. Favoriseringin er greið í hesum førinum.

Dysturin ímóti HB gongur væl í fyrra hálvleiki, hettar hóast HB liðið er væl betri mannað enn fyri tveimum vikum síðani tá okkara vundu burturúr einum, heldur undirmannaðum HB liðið á Tórsvølli. So skjótt gongur hvønn vegin.

Vit hava ávísar stórar møguleikar at leggja okkum á odda, men vit taka ikki av og ístaðin tekur Áki Samuelsen av beint fyri hálvleik, tá hann leggur HB á odda 0-1.

Liðini eru bæði tolin og varin, men málmøguleikar stinga seg upp av og á, hóast alt. Í øðrum hálvleiki bragdar endiliga hjá heimaliðnum B71, tá Bogi Hentze sera hegnisliga svingar bóltin innfyri til Clayton Soares, ið javnar og so er 1-1.

Sum áður nevnt, so sóu B71 leikararnir út til at geva tað teir vóru mentir, men klára tó ikki at halda høvdið kalt tá Áki Samuelsen hjá HB fyri aðru ferð kann leggja havnamenn á odda í 69. minutti. 1-2 til HB og hettar verður avgerandi.

B71 megnar ikki at fáa nakað merkisvert meira burturúr og HB fáa stýrt 1-2 sigurin heim og tá dómarin floytar fyri síðstu ferð, so kunnu vit bert ergra okkum yvir at vit ikki fingu meira burturúr, tá vit ivaleyst kundu í minsta lagið fingið eina stigið.

 

Hvat er success?

Ein relevantur spurningur at seta sær sjálvum, meðan vit leita eftir at vit úrslitsmessiga koma uppá rætt kjøl aftur. Hvussu máta vit okkara egna virði. Hvat er success hjá B71.

Um man gongur runt og heldur at felagið bert koyrir væl tá vit vinna allar dystir og flyta upp í Betri deildina hjá monnum, so mistekur man seg. Felagið koyrir stak væl, hóast vit í løtuni eru heldur óhepnir á besta mansliðnum og fyri sovítt eisini á besta kvinnuliðnum.

Ein raðfesting er absolutt uppflyting hjá monnum og góð leiklig úrslit hjá kvinnum. Men hóast vit tíl tíðir ikki eru før fyri at útinna málsetningin hjá ovastu mans- og kvinnuliðunum, so merkir tað ikki at vit tveita allan felagsskapin á bláman og byrja á nýggjum. Vit hava ein arbeiðsleiðst og ovara málsetning fyri alt felagið, ið vit stýra eftir og tann málsetningurin inniber at alt okkara góða arbeiði yvir alt felagið, skal styrkja topparnar í B71; elituna vildi onkur málborið seg.

Øll, líka frá vaskarum, til nevndarlimir, til venjarar, til leikarar, til hjálparfólk, vaktar, foreldur, børn, ung, vaksin og eldri; øll hesi viðvirka til at øll lið klára seg væl. Man kundi sagt at vit eru farin eitt sindur frá at halda at góð úrslit hjá bestu vaksnamannaliðunum, ávirkað niðureftir, tí seinastu árini hava vit sæð at eitt miðvíst arbeiði, byrjað frá botninum av og harvið smittar uppeftir, er ein væl betri og langtíðarhaldbar loysn.

Hóast nógv halda at leikarar bert eru áhugaðir í teimum peningaligu ágóðunum og "fryns", ið felagið hóast alt letur teimum, ið brúka størstu tíð og orku uppá venjing og dystir, so hava vit nógv dømir um at hesir somu leikararnir eru væl sinnaðir at hjálpa til við teimum meiri "modnu" uppgávunum og vilja hjálpa teimum, ið hjálpa sær.

Ein mentan av at "allir liðir mugu hjálpast at" er tað sum vit í hesum døgum liva uppá og so leingi menn og kvinnur síggja meiningina í hesum, so virkar B71 væl. Tá vit so harafturat upplivað góð leiklig úrslit afturat einum arbeiðssetningi, ið byggir á gomul og góð samhaldsføst virðir, so hava vit knappliga sera góð argumentir fyri at halda áfram við arbeiðnum á hendan hátt.

Tá ring úrslit hinvegin byrja at vísa seg hjá bestu mans- og kvinnuliðunum, so vaklar trúgvin tíverri nokkso skjótt og fokus flytir frá góða arbeiðnum, ið varð lagt fyri dagin og bar okkum allan hendan vegin, til hvørt vit fara at klára at savna nóg nógv stig, so AB ikki fer undan okkum og flytir upp ístaðin fyri B71. Hettar skulu vit sjálvandi gera alt vit eru ment fyri at mótvirka, so tað verður okkara lið ið flytir upp. Men vit fara ikki at tveita øll prinsippir, og meiningar um hvat B71 er og skal vera, fyri borð í eini forfjamskaðari roynd at vinna okkum upp í Betri deildina.

Í mótgangi skulu vit annaðhvørt halda rimmarfast í tí sum vit vita er tað rætta, um vit væl at merkja innast inni vita at vit gera rætt, eisini hóast vit kanska, stuttskygt sæð, missa stig og stev.

Enn er tó onki mist á gólvið. Dysturin í annaðkvøld á Skála, ímóti júst Skála, kann gerast avgerandi fyri sjálvsálitið og trúnna, meir enn nakað annað. Eitt ringt úrslit har, fer tó ikki at vera altavgerðandi fyri um vit klára okkum væl ella illa í deildini tá árið er úti. Í hesum døgum eru tað ikki vit sum eru í best koyrandi, men latum okkum fáa nakrar dystir afturat aftur um bak og so kunnu vit gera upp einaferð enn, hvørt vit høvdu orsøk at stúrast ella ei.

Fyribils, so taka vit ein dyst at gangin og vita hvussu nógv stig kunnu fáast til høldar.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar