Heldur klossut

B71 ridlaði í verjupartinum allan dystin á tamb, men skaptu nógvar møguleikar frameftir. At enda var hettar tó ein av hinum døgunum.

Vónirnar vóru rímiliga góðar undan dystinum leygardagin. Vit høvdu spælt væl undanfarnu dystir og fingið góð úrslit. B36 í Gundadali hevur ofta verið ein strævin dystur, men meir enn einaferð hava vit hóast alt fingið stig til høldar. Í ár tykjast havnamenn at vera eitt vet sterkari enn annars, men sama kann so sigast um okkum.

Tá avtornaði, so lovaðu vit heimaliðnum for nógv. Vit hildu okkum ikki í skinninum og úrslitið var at tað eina stigið, ið vit sjálvir halda vit gjørdu nóg nógv til at hava uppiborið, bleiv til onki.

Longu í 3. minutti fara vit afturum 1-0, men tíbetur tekur tað ikki langa tíð, áðrenn Jónas Warner fær sneitt bóltin í kassan eftir 17. minuttirs spæl. 1-1 er eisini hálvleiksstøðan, men guðsdoyð um vit ikki enn einaferð lova teimum hvítlittu úr Havn framum aftur tá 2. hálvleikur er bert fimm minuttir gamalur.

Sum so mangan áður, so er tað Clayton Soares, ið traðkar í karakter, tá hann móttekur eina langa sending frá Alva Jespersen og fær B71 aftur á røttu kós.

Í 70. minutti dømir dómarin Rani Skaalum brotsspark til heimaliðið. Sá eitt sindur tunt út, men so langt burtur frá sum undirritaði var staddur, er tað ómøguligt at síggja akkurát hvat hendir. Gilli Samuelsen úr B36 setir bóltin í netið og so eru havnamenn frammanfyri fyri triðju ferð.

B71 trýstir øgiligt fyri at fáa klóra seg innaftur í dystin enn einaferð, men tíðin byrjar at renna undan og ístaðin byrja menn at øsa seg, viðhvørt neyðugt og viðhvørt óneyðugt. Dømingin er heldur svingandi og venjarin hjá B71 øsir seg inn á linuverjan, ið svevur eina góða løtu, har B71 roynir at fáa eina útskifting framda beint áðrenn eitt hornaspark skal takast, ið tó ikki kann takast tí ein maður liggur niðri. Hesin sami maður, ið skuldi skiftast út, verður prompte biðin um at reisa seg og útskiftingin verður ikki loyvd fyrrenn aftaná hornasparkið verður tikið, ið so endar í sjálvmálið og 4-2 til B36, ið eisini gerst endaliga úrslitið.

Hvørt ein útskifting hevði broytt nakað sum helst í hasi støðuni, tað man vera ivasamt, men tað sum er mest forargiligt er hvussu lítið forstáðilisi er fyri at tá næstbesta liði hjá einum Betri deild liðið hittir eitt lið við besta liðnum hjá sær í 1. deild, so stendur tað munandi meira uppá spæl hjá t.d. B71 og øðrum, enn hjá B36, ið hóast tað hevði verið keðiligt at flutt niður, annars onki kritiskt hevur at spæla um, meðan tað hjá B71 øll tilveran stendur uppá spæl, hvønn dyst.

Hettar sæst eisini aftur í málburði og óhampuligum atburði til tíðir, tá tað kenst sum um verðin er ímóti einum. Venjarin hjá B71 er á tunnum ísi um hettar mundi og fær eisini seinna gula korti, tá hann særir kenslurnar hjá linjuverjanum, ið nú ikki tímir meira.

Uttan at forsvara venjaran, ið rætt nokk skuldi sendast av vølli, so burdu hesir dómararnir kanska farið ein túr aftur á leiðslu skeið hjá FSF og verða mintir á hvussu man umgongst at støður á hendan hátt eskalera. Tað hevði klætt teimum at gjørt handan eyka innsatsin, eins og tað hevði klætt okkum at gjørt ein eyka innsats at halda okkum meira niðri á jørðini, hvørt vit eisini týðiligvís hava, um vit hyggja eftir hvussu nógv gul og reyð kort B71 fær í dag, og fyri hvat, mótvegis teimum kortunum vit undanfarin ár hava fingið.

 

Setið eygleiðarar á dystirnar!

Fyri okkum eru hesar dømingar tíbetur ikki nakað vit brúka so nógv krút uppá í tí dagliga, hóast tær eru keðiligar. Tílíkar støður eru harafturat ógvuliga subjektivar í seinasta enda. Men júst av hesi orsøk, er tað snøgt sagt óskilligt at FSF ikki setir meiri inn á at eygleiða dystir í ovaru vaksnamanna deildunum í Føroyum. Út av 27 dystum í fjør, so kann tað teljast á einari hond hvussu oftani vit vistu um at B71 dystir vóru eygleiddir av einum dómaraeygleiðara.

Eygleiðingin hevur ikki til endamáls at krossfesta dómararnar yvirfyri liðunum ið spæla, men at hækka støði á dømingini við at aðrir dómarar fara inn og geva feedback til dagsins avrik og hettar manglar alvorliga í m.a. 1. deild, men eisini t.d. í Betri deild kvinnum, ið FSF annars pástendur at teir raðfesta, hóast tað er ilt at síggja akkurát hvat teir raðfesta.

Um dómarar konsekvent kundu vænta at verið eygleiddir og fingu at vita hvat var gott og ringt við døming viku inn og viku út, so hevði hettar hækkað støðið munandi. Sum er, so hava vit dómarar, ið møta upp viku inn og viku út, døma og fara so heimaftur, ofta við nógvum spurningum hvørt teir kundu havt gjørt onkur ting øðrvísi ella eina váttan frá einum øðrum royndum dómara at teir bóru seg rætt at.

Tað er í seinasta enda ikki dómararnir sjálvir, ið bera størsta feilin av teimum brølarum, ið man meir enn so sær í deildunum lægri enn Betri deild menn. Størsti syndarin er FSF, ið kundi víst størri áhuga í døming lægri niðri, men heldur velur at útbúgva nógv fólk, fyri síðani ikki at fylgja fólkunum upp aftur. Ivaleyst eru orsøkir til hettar, men í seinasta enda so er ein trupulleiki her, ið, hvat antin man er samdur ella ósamdur, nógv ilskast inn á og í øllum lívsins viðurskiftum, so er tað soleiðis at tú kann hava so góð argumentir tú vil fyri hví tú ger hettar og hattar, men um avgerðir tínar ikki bera neyðugu úrslitini við sær, so kann tað væl gera tað sama og tá má okkurt annað gerast.

Richard Goffe hevði uppiborið reytt kort. B71 bleiv ikki dømt út av bananum í vikuskiftinum. Men dómarastøðið er enn ikki nøktandi í 1. deild. Eiheldur nógva aðrastaðni.

 

Næsti dystur

Næsti dystur er inni í Dal ímóti HB. Seinasta uppgerð okkara millum endaði við einum greiðum 0-3 sigri til B71 á Tórsvølli, men hesu ferð mugu vit sum kunnugt royna at fáa sigurin í hús, uttan venjaran á bonkinum. Hettar er tíverri ikki fyrstu ferð vit hava verið ígjøgnum hettar og tað skal heldur ikki vera nøkur undanførsla. Øll fyrireiking er framd áðrenn dyst og leikararnir eiga at vera til reiðar og vita hvat teir skulu.

Latum okkum koma uppá rætt kjøl aftur skjótast gjørligt og helst í dag, áðrenn vit fara norð á Skála týskvøldi til ein truplan dyst ímóti oddaliðnum í deildini.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar