B71 2022 út

Hóast nógv feløg kundu hugsað sær enn eitt talent úr Skálavík, so samdust Suni Herman og B71 í dag um, at Sandoyggin er staðið at vera, í øllum førum til og við næsta kappingarár.

Felagið gleðist almikið um at enn ein ungur og evnaríkur ungur maður velur B71 til, heldur enn frá. Áður hava vit lagt doyin á at fortelja hvussu errin vit eru av at síggja at okkara egna unga fólk leggur nógv fyri dagin fyri at vera verandi í felagnum og hóast bæði Suni Herman og nógvir aðrir, hava sína dagligu gongd í skúlaørindum í Havn, so ferðast teir trúliga suður um fjørðin at venja og leika við okkara gul/bláa liðið.

Hóast ferðin til mánan í 1969 og ferðing suður at venja við B71 3-4 ferðir um vikuna ikki júst kunnu sigast at vera beinleiðis samanberilig, so er grundtankin hjá John F. Kennedy sála, ið snúði seg um at gera tey torføru tingini her í lívinum, tí tey eru verd at útføra, ein tanki sum okkara leikarar sikkurt ofta hava kent at teir mugu liva eftir, serliga tá ymiskt ikki hevur fløskað seg heilt væl. Beinleiðis sitatið ljóðar: "We chose to go to the moon and do the other things, not because they are easy, but because they are hard...".

Velur man B71, so velur man viðhvørt ein Urias post av teimum heilt stóru. Viðhvørt eydnast tað tó sum vit leggja fyri dagin og mótbrekkan, ið hevur verið øgilig at byrja við, verður tá avloyst av ovurstórari gleði; tí søtur er sjálvgivin biti.

B71 er annars ikki eitt felag, ið framleiðir ítróttarfólk, ið annars er gongdin rundanum okkum, har ovurstórur dentur verður lagdur á tann ítróttarliga partin, meðan nærum ongin dentur verður lagdur á menniskjasliga partin. Heldur vildu vit sagt at B71 er eitt felag ið uppalir menniskju, ið duga at íðka ítrótt.

Suni Herman J. Petersen er 16 ára gamal miðvallari/áloypari, men sum í sínu fyrstu dystum fyri B71 eisini hevur leikt á bakkinum. Hann er rennisterkur, tekniskt væl fyri, og hóast unga aldurin, so er hann bæði klókur og róligur í sínum spæli. Ein sannur fongur fyri B71 og vit gleðast um at hann er í hópi okkara eisini komandi ár.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum, Suni Herman og drív nú á!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar