Mál og reyð kort í lange baner

Eitt sindur blandaðar kenslur eftir sigurin í vikuskiftinum, tá dupult málskjúttin Joel Vazquez mátti rekast av vølli eftir vandamikið spæl, stutt fyri leiklok.

Tað vísir seg oftani, og sikkurt ikki bara fyri B71, at tá tingini ganga væl, so er tað næstan altíð soleiðis at tað ikki má ganga for væl. Hettar er tó ivaleyst tí vit sum menniskju tíverri eru gearaði til at lagra tær ringu upplivingarnar meira, betri og longri, enn tær góðu og tískil skulu vit ikki dvølja alt ov leingi við tí keðiliga, tí tað hevur tað við at gerast ein ringur vani.

Alt byrjar so strálandi væl í fyrsta heimadysti í 2. hálvu ímóti einum truplum mótstøðuliðið úr Gøtu/Leirvík. B71 livir høgt uppá ein fínan 3-0 sigur á Tórsvølli fyri nøkrum døgum síðani og tað sæst aftur á góða spælinum í fyrra hálvleiki. Tó missa vit stevið eina løtu ímóti endanum, men sjálvsálitið er somikið gott at vit væntaðu øll at menninir fóru at koma út til 2. hálvleik við uppaftur meiri ágrýtni eftir at fáa leiðslumálið og so at koyra dystin heim.

Tað byrjar eisini væl, tá Joel Vazquez, ið var eitt sindur svingandi í fyrru hálvu, men sum hevur víst nógv betri taktir her í byrjanini av aðru hálvu, móttekur bóltin í sekstanmeturinum hjá Víkingi í 49. minutti, leggur av til høgra fót, smekkar til og bólturin ferðast í einum bleytum boga rundanum málmanin og í høgru síðu av málinum til 1-0 leiðslu málið hjá B71. Stór frøði, ikki minst á amerikansk/meksikanska áloyparanum, ið annars hevur havt tað eitt sindur trupult at finna regluligt málstev her at byrja við.

Nøkur mál eru tað hóast alt blivin til, men tá man støðugt verður vigaður upp ímóti evnunum hjá eini legendu í føroyskum fótbólti sum Clayton, ið næstan kroniskt rakar málið, so kann tað ivaleyst onkuntíð virka sum ein tung uppgáva.

Hendan dagin var Joel tó ósvikaliga tryggur í tí sum hann gjørdi og tá hann 7 minuttir seinni aftur verður leysur í feltini, hesu ferð einsamallur ímóti málmanninum, so tekur hann aftur av og lobbar bóltin sera hegnisliga uppum málmannin til 2-0. Eitt ótrúliga trupult mál at skora, tí vinkulin var spískur og so at siga einasti møguleiki hjá honum at skora var við júst at lyfta bóltin uppum málmannin. Jónas Warner hevði harafturat ein góðan dag á kontórinum, tí hann gav upplegg til bæðu málini hjá Joel hendan dagin.

Tað skal viðmerkjast at Víkingur hevur sera stórar møguleikar, bæði áðrenn leiðslumálini hjá B71 og eisini einkulta ferð aftaná. Hinvegin eru tað tó nakrar grovar verjuvillur, ið loyva Víkingi framat møguleikunum og hesar skulu sjálvandi rættast til komandi dyst, annars verður tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn hepni rennur út í sandin.

Tá tað so er sagt, so var tað hinvegin ikki bert hepni, ið helt okkum í førarasetrinum hendan dagin, men ótrúligt málverjuspæl av Gerhardi P. Lognberg í málinum. Hvørja ferð Vìkinga menn gjørdust leysir ímóti málinum, so var royndi skopuningurin skjótur úr málinum at forða skotunum og bert eina ferð megnaði hann ikki at rudda bóltin burtur í fyrstu royndini. Tað ferðina tók hann hinvegin bóltin ikki bert aðru ferð, men eisini triðju ferð, áðrenn Bjørgfinnur Winther fekk ruddað bóltin burtur. Eitt ótrúligt málmansavrik, ið beinleiðis elvdi til at vit fingu 3 stig heldur enn 1 ella kanska enntá onki, um nóg illa vildi til.

Málið til 2-0 sissaði tó menninar eitt sindur og næstu 20-25 minuttirnar er tað fyri tað mesta heimaliðið, ið stýrir spælinum, við onkrum einkultum undantaki.

B71 kundi kanska verið frammanfyri bæði 3, 4 og eventuelt 5-0, men bólturin vil bara ikki røttu megin stongina og innum linjuna.

Síðani eru bert 10 minuttir eftir og nú koma vit til eina heldur býttisliga støðu, ið dregur niður. Joel Vazquez er enn einaferð inni í sekstanmetrinum og roynir at runda eini fýra verjuleikarar fyri at koma leysur ímóti málinum. Um vit skulu vera bak klók, so kann man so siga at ein betri avgerð hevði verið at viðurkent at møguliga man skuldi ikki satsa so nógv uppá júst hendan hálva møguleikan, men hinvegin, so er tað júst hettar dreparainstinkti, ið Joel hevur fingið at vita at hann skal arbeiða uppá og tí tekur hann kanska eina eitt sindur impulsiva avgerð tá bólturin støkkur upp í eygnahædd og hann velur at fara eftir bóltinum við fótinum. Ístaðin rakar hann ein Víkinga verjuleikara so beint í andlitið, so tað syngur eftir í. Áskoðarar og leikara ivast ikki í at okkurt er brotið og hóast tað er heilt eyðsæð at Joel ikki ætlaði sær at raka mannin, so er tað somuleiðis eyðsæð at einasta rætta avgerð er eitt reytt kort fyri vandamikið spæl.

Til alt harrans held, so reisir Víkinga leikarin seg eina løtu seinni og sær út til at vera óskalaður. B71 má tíverri leika seinastu minuttirnar við 10 monnum, men soleiðis er tað.

Knappliga er dysturin aftur víðopin; 2-0 er ein vandamikil leiðsla siga tey klóku og tað ganga bert tríggir minuttir, so er útsøla okkara megin og Víkingur fær minkað um munin til 2-1.


Allir dystir skulu enda javnt í Føroyum

Sum siðvenja er í føroyskum fótbólti, so verða nógvir minuttir lagdir afturat og avgerðir fara ógvuliga einvegis tá eina liðið jakstrar ein javnleik og hitt liðið bert telur sekundini til dysturin endar.

Týdningarmikið at leggja dent á, at her verður siktið ikki bert rættað ímóti dagsins dómara, men generelt ein óvani, ið heilt nógvir føroyskir dómarar hava, navnliga hettar at teir meta at arbeiði teirra er at javna dystir so nógv sum gjørligt út. Onki lið skal vinna sannførandi og allir dystir skulu vera spennandi frá byrjan til enda.

Viðhvørt er man sum áskoðari sjálvandi órímiligur tí í summum førum skulu nógvir minuttir leggjast afturat og tað fær man ikki altíð verið harri yvir sum dómari. Men pástandurin, (og hettar er bert ein pástandur í seinasta enda) er at ov nógvir dómarar misskilja sína uppgávu og leggja seg óbevíst eftir at geva eina liðnum nakrar fordeilir, fyri at vita um man kann deila stigini so kristiliga.

Dómarin leygardagin dømdi sera væl til tíðir. Fyri tað allarmesta var tað soleiðis sum tað átti at vera, hóast man til tíðir var ónøgdur við at skump í ryggin á verjandi liðið knappliga var nakað, ið bara var lov. Men sum heild var tað gott dómara arbeiði. Inntil vit koma til endan av dystinum og dómarar byrja at tevja møguleikan fyri at øll skulu fáa okkurt við sær heim. Kanska dómarin var javnaðarmaður og helt at alt ríkidømi skuldi gjarast út.

Tíbetur eydnaðist tað ikki Víkingi at fáa javnleikin, men tíverri so endar tað, sum tað so ofta ger við óneyðugari yvirtíð, at ein leikari hjá Vìkingi somuleiðis missur høvdið og fær sær eitt reytt kort. Dysturin endar 2-1 til B71, men ikki uttan tógvi stríð at enda.


Eru við í oddastríðnum

Sigurin leygardagin og úrslit aðrastaðni, elvdu til at B71 leyp upp á 2. plássi í deildini, 8 stig aftanfyri oddaliðið av Skála.

Sjálvsagt verður nógv tosað um uppflyting, tá B71 fyri fyrstu ferð í nógv ár síggja út til at vera seriøst uppflytingarevnið í deildini. Hettar er gleðiligt, men kann eisini forstýra, um vit ikki duga nóg væl at handfara favoritt leiklutin.

Besti máti at handfara hettar er tískil at taka ein dyst at gangin. Um man ikki byrjar at rokna for nógv uppá tað, so ber til at hava fokus á næstu uppgávu. Síðani næstu uppgávu og so næstu uppgávu eftir tað. Á hendan hátt, so eru vit, áðrenn vit vita av tí, komin til kappingarenda, og fyrstani tá, er ráðiligt at hyggja upp og vita hvagar vit eru endaðir. Tað er ikki ofta man verður ráðførdur ikki at hyggja for nógv eftir hvønn veg man gongur, men í øllum førum fyri okkara viðkomandi, tykist hettar at vera gongd leið í løtuni. Vit eru ikki vanir við góðu gongdina og tað er natúrligt at man byrjar at vakla, um man hugsar for nógv um hvat kanska fer at henda um dagar, vikur, mánaðir, ár.

Næsta dyst. Síðani næsta dyst. Og soleiðis arbeiða vit okkum mótvegis kappingarenda.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar