Væl upplagdir sandoyingar; skerdir havnamenn

B71 fór til Havnar beint fyri Ólavssøku at dystast ímóti næstbesta HB liðnum, ið tyktist skert, ivaleyst orsaka av luttøku í evropeiskari kapping.

Sandoyingar tjóvstartaðu ólavssøku hátíðarhaldið tá vit 26. juli spældufyrsta dyst í 2. hálvu ímóti HB á tjóðarleikvølli okkara á Tórsvølli.

Sum altíð, var tað trupult at gita seg til hvat fyri mótstøðu vit fóru at hitta á degnum, men roknað var altíð við at kanska havnamenn vóru nakað skerdir, tá besta liðið fór av landinum at luttaka í evropeiskari kapping ímóti Podgorica. Hettar vísti seg eisini at vera tilfeldið og hóast vit máttu arbeiða fyri at fáa sigurin í hús, so vóru sandoyingar væl betri fyri og trý stig tóktust ongantíð at vera í vanda, um bert vit skoraðu tað fyrsta málið.


Alvi skoraði í 50. dysti

Fyri skjótt nógvum árum síðani, lat B71 fleiri ungdómsleikarar til B36, ið spældu góð tvey kappingarár við ungdómsliðum teirra. Fyrsti maður aftur í foldini var júst málskjúttin til 0-1 hendan dagin, Alvi Jespersen, ið leikti tríggjar ferðir við besta liðnum hjá B71 í 2018, bert 16 ára gamal. Árið eftir komu Áki Hentze og Kristian Krog Hentze heimaftur at leika við besta liðnum og kláraðu seg væl fyrsta árið í 2019, fyri síðani báðir at blíva langtíðarskaddir í 2020. Fyrst Áki, ið ikki leikti meir enn 10 dystir tað árið og verður úti alt 2021 eisini, síðani Kristian, ið var óheppin og meiddi sær knæði fyri einum árið síðani, men sum nú er við at koma seg aftur.

Ímeðan alt hettar stendur uppá, so vendi Jónas Warner eisini aftur, fyrst sum partur av leiguavtalu og síðani skifti hann aftur til barndómsfelagið til kappingarárið í ár.

Í allari hesari rúgvuni er tað tó Alvi Jespersen, ið hevur verið heppin nokk at kunna luttaka í mestsum øllum dystum og er tí tann mest royndi av hesum ungu leikarunum og longu at hava nátt 50 dystir uppá góð 3 ár, er heldur ikki at kimsa at hjá einum 19 ára gomlum verjuleikara, ið harafturat situr í nevndini hjá B71 í hesum døgum.

Tað virkaði tí for gott at vera satt, tá Alvi leikti dyst nr. 50 í vaksnamannadeildini og skoraði leiðslumálið, ið var grundarlag fyri sigri hendan dagin, men soleiðis skuldi tað so blíva. Hvørt vit so mugu bíða 50 dystir afturat, áðrenn Alvi skorar mál nr. 2, tað sigur søgan onki um.

Leiðslumálið verður skorað í 24. minutti, eftir hornaspark í vinstru síðu. Horna verður tikið og sent mótvegis handaru stong. Bólturin verður skallaður, men bert beint upp í loft og fyrsti maður at søkja bóltin í luftini er Alvi Jespersen. Málmaðurin roynir at koma út til bóltin, men er ov seinur og so er lagamanni hjá Alva at skalla bóltin mitt í málið til 0-1.

Seinna málið kemur í 29. minutti, eftir sera gott og tolið uppspæl hjá B71, har vit arbeiða bóltin spakuliga frameftir frá verjuni. Clayton móttekur bóltin frammanfyri hálvuni, vendir  sær og spælir sonin Klayver, ið rennir afturum verjuna, rundar málmannin, men kemur ov tætt baklinjuni og fær tískil ikki avslutta. Ístaðin spælir hann bóltin útaftur á vongin til Jónas Warner, ið lyftir bóltin innfyri til júst Clayton, ið kemur rennandi inn í sekstanmeturin, setur eina harða innarusíðu á og sendir bóltin lágt og í vinstru síðu av málinum. Sum eftir bókini.

Seinasta mál kemur í 81. minutti tá B71 vinnur sær eitt fríspark í vinstru síðu og Aron Clementsen er settur at skjóta. Bólturin verður sendur høgt upp í loft ímóti nærmastu stong, har Clayton stendur og bíðar. Hann fær snittað bóltin, ið so snýtir málmannin og ferðast allan vegin í mál høgrumegin.

0-3 gerst endaliga úrslitið og B71 krýpir longri uppeftir stigatalvuni.


Nærkast ovastu plássunum

Dystarfrásøgnin er seinkað og nú man situr og skrivar, so hava vit faktiskt longu avgreitt næsta dyst ímót Víkingi á heimavølli. Tískil vita vit longu nú, at B71 hevur vunnið tann dystin og liggur í løtuni á 2. plássið, ið var málsetningurin at taka eftir sigurin ímóti HB.

Meir um hettar í næstu dystarfrásøgn, ið snýr seg um 2-1 sigurin á heimavølli ímóti gøtu/leirvíksmonnum.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar