Innsatsurin manglaði ikki

B71 tók ímóti oddaliðnum Skála inni í Dal her fyri og tíverri gekk tað ikki at fáa nøkur stig.

Tað var serliga torførrt at skriva eina yvirskrift hesu ferð, helst tí hesin dysturin var endin av allari fyrru hálvu sum hon var, meir enn bara tann eini dysturin. Hettar tóktist sum var tað tann stóra avbjóðingin, ið fór at vísa um vit kundu standa mát við eitt lið, sum týðiligvís er ov gott at liggja niðri í 1. deild í meir enn bert tað eina árið. Tá avtornaði, so taptu vit hendan dystin og enntá við fleiri málum. Kanska fleiri málum enn neyðugt.

Fyrri hálvleikur var tó ógvuliga javnur. Liðini høvdu bæði møguleikar, men tá dómarin bríkslar til hálvleiks, stendur enn á jøvnum.

Í øðrum hálvleiki gongur tó munandi verri og Skála menn fáa fyrsta málið í 63. minutti tá Pætur Jacobsen fær bóltin í netið við einum frálíkum langskoti.

Ikki tað stóra skilir tó liðini, men luftin fer kanska eitt sindur úr ballónini tá enn eitt langskot endar í málinum. Møguliga skotið er óvæntað og snýtir Gerhard í málinum, ið hvussu so er so megnar hann ikki at beina bóltin burtur og so er 0-2 til útiliðið.

Ikki tað stóra var eftir at spæla um so seint í dystinum. B71 hevði nógvar skaðar at dragast við og menn tyktist vera troyttir. Skála skorar fyri triðju ferð í 85. minutti og so er sigurin staðfestur.

 

Ein góð fyrra hálva

Tá alt kemur til alt, so kunnu vit staðfesta at vit hava fingið rættuliga fitt burturúr hesi fyrru hálvini. Tá snakka vit ikki bert um í 1. deild hjá monnum, men yvirhøvur í felagnum. Okkara felag er nú einaferð soleiðis uppbygt at so at siga øll úrslit og avrik allastaðni hava týdning fyri besta mansliðið. Av tí sama, so nyttar tað okkum onki at bert tosa um eitt lið, tí tey somu foreldrini sum hava synir á besta mansliðnum, hava børn í øðrum aldursbólkum hjá B71. Tey sum hjálpa til á leikdegi, hava ríkiligt av familju og vinum í øðrum aldursbólkum og liðum. Á henda hátt hongur alt felagið saman og tí er tað av allarstørsta týdningi at øll liðini mennast og at allir leikarar trívast. Øll avrik tilsamans leiða uppaftur í vaksnamannadeildina, har menn og kvinnur kappast.

Kvinnurnar hava havt eina trupla fyrru hálvu, men seinasti dystur ímóti B36 boðaði frá nøkrum glottum. Gott nokk taptu okkara 1-3 á heimavølli, men avriki var so øgiliga nógv betur enn vanligt, umframt at sjálvt úrslitið var nógv lættari at slúka enn undanfarnu úrslit.

Í barna- og ungdómsdeildunum hevur tað sum heild gingið væl. Liðini eru væl skipaði og úrslitini hava í nógvum førum verið óvanliga góð. Sjálvandi hevur tað halta onkra staðni, tað vil so altíð vera, men hyggja vit ikki bert eftir stigatalvum og málum fyri og ímóti, so hava leikarar ment seg nógv, summir óvanliga nógv.

At enda koma vit til mansliðið, ið í fleiri ár hevur hótt við at blanda seg í oddinum í deildini, men tá avtornar hevur enda onkustaðni miðskeiðis ella niðarlaga í deildini.

Í ár liggja vit rættuliga væl fyri eftir lokna fyrru hálvu. Á fjórða plássið við 23 stigum og bert trý stig aftanfyri Víking og NSÍ á 2. og 3. plássinum við einum dysti færri.

Vit kundu kanska ynskt okkum at vit rundaðu hálvuna av við reiðiligum manér og fingu stig ímóti Skála, ið liggur á odda í deildini, men hettar gjørdu vit so ikki. Hinvegin vóru vit ikki nógv verri á degnum og tað sum skildi okkum var kanska bara útgangsstøðið til dystin sjálvan, tó at vit vita so ikki um skálamenn ikki eisini høvdu onkrar trupulleikar undan dystin her suðuri. Men vóru vit eitt sindur betri fyri við vanliga fólkinum í verjuni, so var ikki frítt at vit høvdu fingið í minsta lagið tað eina stigið vit sóknaðust eftir.

Nú er fyrra hálva so farin afturum og menn eru farnir í feriu í tvær vikur. Venjing verður aftur mánadagin 12.07 og tað er bara at dríva á og gera seg klárar til 2. hálvu, tí verður nóg nógv lagt í og minst líka nógv sum í fyrru, so kann hendan hálvan gerast øgiliga stuttlig. Uppflytingin er enn ein møguleiki og tað kundi kanska verið stuttligt nú vit ganga á 10. árið í útlegd, aftur at vera ein partur av bestu føroysku mansdeildini.

Livst so spyrst, sum maðurin segði.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar