Javnleikur í seinasta minutti

Tað var tungt at fara avstað aftur við bert einum stigi. Okkara spældu ikki altíð væl, men vóru møguliga betri enn heimaliðið og væntaðu vit tí at fáa øll stigini til endans.

Tað er eitt ávíst mannfall í hópinum hjá 1. deild í seinastu tíðina. Nakað nógvir skaðar, men kortini blíva blandaði hegnisliga og tað sæst ikki serliga væl á besta liðnum at tað meir enn einaferð er ein nýggj rokering á ymsum plássum. Hettar kemur tó til sjóndar viðhvørt og tíverri kann tað vera í støðum, ið enda við at kosta. Tað gerst ikki so nógv við tað.

Menn koma inn og gera sítt allarbesta og um tað ikki er nóg gott, so mugu vit til tíðir taka til takkar við minni, hóast tað er tungt at svølgja. Tá tað so er sagt, so liggja vit ógvuliga væl fyri í deildini, á einum tryggum triðja plássið og bert trý stig upp til Víking á øðrum plássi, við einum dysti minni.

Í 2013 reyk B71 niður fyri fyrstu ferð í næstbestu deildina og í 8 ár hava vit ikki verið hægri uppi enn har vit eru nú. Liðið er rímiliga stabilt og gott, grundarlagið er til meira í framtíðini og longri niðri í barna- og ungdómsdeildunum eru nógvir leikarar, ið ivaleyst koma at mynda liðið komandi árini. Tí er tað okkara uppgáva at tryggja at besta og næstbesta mansliðið er eitt munagott tilboð til ungdómsleikarar, ið trína inn í vaksnamannafótbóltin. Hettar arbeiði steðgar ongantíð og vit mugu arbeiða hart hvørt einasta ár at tryggja at vit hava viðurskiftini eru uppá pláss og við teimum fáu krónunum vit hava at gera gott við, er hettar ikki nøkur løtt uppgáva. Tað sum ger tað møguligt er stutt og greitt tað at B71 er eitt gott stað at vera í og at leikarar velja felagið til og hjálpa til, eisini um teir saktans kundu valt at brúkt tíðina aðrastaðni ella til onnur endamál.

Hjá summum er tað at velja B71 til eitt strævnari val, enn um teir t.d. fóru av oynni at leika, við tí at nógvir longu arbeiða og lesa norðanfjørs. Týdningarmikið at leikararnir vita at vit ikki taka hesa avgerð teirra fyri givið. Eins og øll okkara hjálparfólk, ið lata virðismiklu tíð sína til felagið, so lata leikararnir eisini nógv tíð og orku til felagið, og hettar skulu teir hava tøkk fyri.


Dysturin

Longu í 6. minutti leggur B71 seg framum 0-1, tá Hans O. Hentze sendir eitt langt innkast frameftir í vinstru síðu, ið Joel Vazquez fær fatur á og rekur víðari eftir frameftir. Aron Clementsen er leysur inni í 16 metrinum og fær ótarnaður sett bóltin í netið.

Tað ganga hinvegin bert 4 minuttir afturat, so hevur KÍ javnað. B71 verjan er høgt uppi á miðjuni og Aleks Jacobsen rennir ímillum aftastu verjuleikararnir hjá sandoyingum og fær fatur á eini langari sending. Hann rundar Gerhard P. Lognberg í málinum og setir bóltin í netið til 1-1.

Hálvleiksstøðan er javnleikur og spælið gongur eitt sindur aftur og fram millum liðini bæði. Í 79. minutti bragdar tó hjá B71, tá innskifti Suni Herman Petersen verður spældur leysur í vinstru síðu, rekur til baklinjuna og leggur bóltin afturum seg til Aron Clementsen, ið enn einaferð er klárur inni í sekstanmetrinum og smekkar bóltin í netið til 1-2 leiðslu.

Ímóti endanum av dystinum setur KÍ nógv inn fyri at fáa útjavnandi málið, men sandoyingar klára í fleiri umførum at rudda bóltarnar burtur og avverga vandamikil álop.'

Seinasta álop í yvirtíðini er tó tað sum at enda gevur úrslit fyri klaksvíksingar. Ein long sending úr verjuni hjá KÍ endar hjá álopsleikaranum, ið verður hálaður niður í sekstanmetrinum. Rætt skal vera rætt; øvugtu megna sá man ikki at maðurin verður hálaður niður og tískil fall avgerðin ikki í góða jørð hjá áskoðarunum tí megna, men videoupptøkurnar vísa týðiligt at KÍ leikarin verður hálaður niður og tískil var brotsspark 100% rætt dømt. Óli Poulsen sendir Gerhard í málinum skeivan veg og so er 2-2, ið eisini gerst endaliga úrslitið.


Skálamenn á flog

Seinasti dystur áðrenn steðgin verður á heimavølli ímóti Skála. Skálamenn hava verið flúgvandi í ár og hóast teir eru mótstøðulið okkara, so er tað gott at síggja at vit í ár síggja eitt lið, ið vísa at teir eru for góðir til næstbestu deildina og hoyra heima í bestu deildini. Eitt frávik frá undanfarnu árunum, har vit hava verið noydd at dúva uppá serligar reglar fyri at tryggja upp og niðurflytingar millum deildirnar, hvørt eru neyðugar, men absolutt ikki nakað man er glaður fyri heldur.

Sunnudagin stendur so slagið ímillum frægastu boðini uppá uppflytarar úr 1. deild, navnliga Skála og so okkum í B71. Fyrimunurin liggur í heimavøllinum, men bert um nógvir heima áskoðarar leita sær inn í Dal at stuðla og tískil fara vit at heita á hvørt mansbarn at tey brúka tveir tímar inni í Dal hendan dagin, so vit hava bestan møguleika at spæla okkum til eitt líkinda úrslit, antin tað verður sigur ella javnleikur. Tap vilja vit helst ikki hava beint áðrenn vit fáa ein væl uppibornan stegð eina løtu.

Týdningarmest er tó at menn fyrireika seg væl og virðiliga og at vit møta upp at stuðla monnum okkara tá á stendur. So hava vit øll gjørt okkara til at úrslitið kann koma í hús.

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar